Um okkumLeigumálLeigubústaðirOrkulánArkitektakappingTíðindi
 
 
Bústaðir - Føroya bústaðafelag

Yviri við Strond 6
Postsmoga 215
110 Tórshavn
  Tel +298 40 10 00
bustadir@bustadir.fo
www.bustadir.fo


Upplatingartíðir

Mánadag til hósdag
Fríggjadag

  kl. 10:00 - 16.00
kl. 10:00 - 15.00


 
 
Hús í Skopun til sølu


AddressaUm ognina
Prísuppskot
Bøherðan 15Byggiár1905
240 SkopunSlagTvíhús400.000
Matr. nr. Grundøki  115 m2
748 SkopunHæddir2 - umframt krúpikjallari                                      
                          Búvídd103 m2

Húsini eru bygd fyrst í 1900 talinum, og eru dagførd so líðandi. Tvær hæddir í húsunum eru innrættaðar. 
Í miðhæddini er stova, køkur, baðiúm, gongd, trappurúm, og vaskirúm. Á loftinum er baðirúm, gongd, trappuhol og trý sovikømur. 

Ynskir tú at síggja húsini ella at hoyra nærri, so ert tú vælkomin at venda tær til Marjuna Weihe Thomassen á telefon 401002/228892 ella umvegis teldupost marjun@bustadir.fo.

 

 

 

 


 

 

 


 

 

 


 

 

 


 

 



Keyp av 24 eldraíbúðum á Kráarbrekku í Klaksvík



Í vikuni varð avtala gjørd við Klaksvíkar kommunu, um at Bústaðir framyvir fara at reka og leiga út eldraíbúðirnar á Kráarbrekku.

Bústaðir hava saman við Klaksvíkar kommunu átt og fíggjað Sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku, men nú eru íbúðirnar seldar Bústøðum úr sjálvsognarstovninum. Keypsprísurin var slakar 18 mió. 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og formaður í stýrinum fyri Sjálvsognarstovnin, fegnast um at Bústaðir nú hava keypt íbúðirnar, tí meðan kommunan hevur nógvar ymiskar uppgávur, er útvegan og umsiting av leigubústøðum fremsta endamálið hjá Bústøðum.

Týskvøldið vóru umboð frá Bústøðum, saman við umboðum frá Klaksvíkar kommunu, og kunnaðu leigararnar á Kráarbrekku um keypið.

Andras Róin, stjóri á Bústøðum, fegnast um keypið, sum hóskar væl saman við teimum ætlanum og málsetningum, sum Bústaðir hava sett sær.

Bústaðir hava við teimum 24 íbúðunum í Klaksvík nú 72 íbúðir kring landið. 



 
Ársfrágreiðingin 2013

Trýst á myndina fyri at lesa ársfrágreiðingina. 






 
Íbúðirnar á Skansanum eru farnar í gongd


Nú er arbeiðið at gera 12 íbúðir á Skansanum í Tórshavn farið í gongd. Íbúðirnar eru teknaðar av Albert Isfeldt, arkitekti, og tað er Sp/f Jóan Petur Vang saman við undirveitarum, ið stendur fyri øllum arbeiðinum. Eftir tíðarætlanini verða íbúðirnar lidnar um eitt gott ár.

Hetta er næsta verkætlanin hjá Bústøðum, ið fer av bakkastokki í høvuðsstaðnum, og hetta merkir, at tað í løtuni eru 34 íbúðir í gerð í Tórshavn. Harumframt eiga Bústaðir 24 íbúðir, ið longu eru leigaðar út á Heimasta Horni. 

Tú kanst lesa meir um íbúðirnar á Skansanum her


 
Íbúðirnar á Óðinshædd farnar í gongd

Í morgun, 26. mai 2014, vórðu umboð frá Bústøðum, Tórshavnar kommunu og arbeiðstakarunum samlaði saman uppi á Óðinshædd í Havn, tá spakin varð settur í fyrstu verkætlanina í høvuðsstaðnum.

Jóhann Mortensen, formaður í stýrinum fyri Bústaðir, Bjarni Djurholm, nevndarformaður fyri Sp/f Bul, og Heðin  Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu søgdu nøkur orð.

- Í hesi verkætlanini, sum Bústaðir hava verið við frá byrjar, eru bæði smáar, miðalstórar og størri íbúðir. Tað merkir, at tá hesar verða bodnar limunum, kunnu Bústaðir eisini bjóða út bíligari íbúðir, segði Jóhann Mortensen millum annað. Hann legði afturat, at Bústaðir hava álit á Buli, at úrslitið verður gott, og at byggiprísur og tíðarætlan fara at halda.

Bjarni Djurholm, nevndarformaður fyri Sp/f Bul, segði seg vera vísan í, at hetta er ein uppgáva, ið Bular megnar at loysa til fulnar. Hann nevndi, at seinastu 30 árini hevur Bulur verið við til at bygt umleið 300 sethús, umframt aðrar verkætlanir.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, segði í síni røðu, at hann fegnast um, at Bústaðir endiliga eru komin í gongd við at byggja íbúðir í Havnini. Hann førdi fram, at tað er jaligt at útboðið av leiguíbúðum í Havnini nú verður størri og meiri fjøltáttað.

Íbúðahúsini eru teknað av kenda arkitektinum J. P. Gregoriussen, Hans Vilhelm Lützen fer at gera grundøkið byggibúgvið og Sp/f Bulur fer at byggja íbúðirnar. 

Íbúðirnar verða frá 63 til 86 fermetrar til støddar, og verða væntandi lidnar um eitt gott ár.

Myndir

9 myndir






Tá tú skrivar teg upp til eina íbúð, er tað umráðandi at hava í huga, at tín tilmelding er persónlig. Hetta merkir, at hjún og sambúgvandi mugu gera av, um bæði skulu lima seg inn í bústaðafelagið ella bert annað. Bústaðir ráðgeva tær fegin um hesi viðurskifti.

 

Tá tú býrt í eini íbúð hjá Bústøðum, kanst tú skriva teg á innanhýsis bíðilista. Hetta merkir, at tú fært framíhjárætt til aðrar íbúðir hjá Bústøðum, um tú vilt flyta eitt nú í eina størri íbúð ella eina íbúð aðrastaðni í landinum.


Ert tú 15 ár ella eldri, kanst tú skriva teg upp til eina íbúð frá Bústøðum. Øll, sum melda seg í seinasta lagi 30. september, verða skipað tilvildarliga á listanum. Tey, sum melda seg eftir hesa tíðarfreist, koma aftast í bíðirøðina.


her er ein tekstur við hvítum
Tíðindi
 
her stendur ein tekstur við hvítum