Limaskapur  

Tá tú teknar limaskap hjá Bústøðum, kemur tú sjálvvirkandi á bíðilistan til leigubústaðir við teimum ynskjum, ið tú ásetur í umsóknini.

Legg til merkis, at títt pláss á bíðilistanum er persónligt og kann ikki yvirtakast av øðrum. Ynskir tín hjúnafelagi ella sambúgvi eisini at standa á bíðilistanum, skal viðkomandi tekna seg sum lim hjá Bústøðum.

Treytin fyri limaskapi hjá Bústøðum er, at tú ert minst 15 ár.

Tilmeldingargjaldið er kr. 200, og árliga umsitingargjaldið er kr. 150. 

 

Uppskrivingargjaldið á kr. 200 skal flytast á kontu nr. 9181-384.350.7 í Betri Banka.

 

Bústað umvegis Almannaverkið

Umleið 5. hvør íbúð hjá okkum verður tillutað umvegis Almannaverkið. Hevur tú serligan bústaðatørv, kanst tú søkja um bústað umvegis Almannaverkið.

 

Heinta umsóknarskjalið her, fyll tað út og send okkum tað aftur. Antin við telduposti, vanligum posti ella handa okkum skjalið inn á skrivstovuna. 

 

PDF: 

It appears your Web browser is not configured to display PDF files. Download adobe Acrobat or click here to download the PDF file.

Click here to download the PDF file.