ÍBÚÐIRNAR Á SKANSANUM REISTAR
Dagfest 05-06-2015
Í juni mánað í fjør varð skjøtul settur á byggiverkætlanina á Skansanum í Havn. Íbúðirnar hava Albert Isfeldt og Gudmund S. Hansen teknað við íblástri frá tjóðardýrgripinum, Skansanum, sum liggur beint hinumegin vegin.
Hóast arbeiðið hevur verið nakað darvað av ringa veðrinum í vetur, so vórðu íbúðahúsini reist í góðveðrinum mikudagin. Gongst sum ætlað, verða íbúðirnar lidnar fyrst í komandi ári.
Byggiverkætlanin á Skansanum fevnir um tvey íbúðahús við seks íbúðum í hvørjum. Íbúðirnar verða bygdar í ymiskum støddum, frá 57 til 107 fermetrar. Tær verða bygdar sambært nýggjastu orkukrøvunum, hava góð ljóð- og ljósviðurskifti, og inniluftin verður tryggjað við mekaniskari ventilatión.
Trýst her fyri at síggja fleiri myndir
Trýst her fyri meiri kunning um verkætlanina