• forsíða
  • kunning
  • bóklingar
  • limir
  • bústaðir
  • vit
  • samband
  • leita
  • en
Home
  • forsíða
  • kunning
  • bóklingar
  • limir
  • bústaðir
  • vit
  • samband
  • leita
  • en

AVTALA UM BYGGING AV 16 ÍBÚÐUM Í RUNAVÍK UNDIRSKRIVAÐ

Dagfest 16-06-2015  

Bústaðir og TN Bygging hava undirskrivað avtalu um bygging av 16 leiguíbúðum í Runavík. Talan er bæði um vardar bústaðir og almennar leigubústaðir.  

Íbúðirnar verða bygdar á Blikagøtu, ovarlaga í Runavík. Staðsetingin er góð - stutt eru frá íbúðunum til skúla, barnagarð, handilsmøguleikar og stóra ítróttarøkið í Runavík. Úr íbúðunum verður gott útsýni oman yvir býin, Toftavatn og ítróttarøkið.

Bygt verða trý íbúðahús, tvey við seks íbúðum og eitt við fýra íbúðum. Átta íbúðir verða 62 fermetrar, og hinar átta verða 76 fermetrar. Minnu íbúðirnar hava úthús, dur, baðirúm, stovu/køk og eitt sovikamar, og størru íbúðirnar hava tað sama, men tvey sovikømur. Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu ella altan.

Verkætlanin er úrslit av góðum samstarvi millum Almannamálaráðið, Runavíkar kommunu og Bústaðir.

Arbeiðið er byrjað, og tað er TN Bygging, sum hevur høvuðsarbeiðstøkuna. Eftir ætlan verða íbúðirnar lidnar í desember 2016.  Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er 16,7 mió. kr. u/mvg. 
 

Trýst her fyri meiri kunning um verkætlanina

 

viðkomandi

  • Starv sum FÍGGJARFÓLK January 18, 19

    Starv hjá Bústøðum

     

    STARV SUM FÍGGJARFÓLK...

  • Íbúðarbygging á Toftum October 31, 18

    Bústaðir og Byggivirkið KBH hava undirskrivað eina...

  • Hoydalar í framtíðini - uppskot frá Bústøðum March 02, 18

    Tíðindaskriv um uppskotið "Hoydalar í framtíðini", sum Bústaðir...

  • Finsen víst fram fyri almenninginum November 09, 17

    Fríggjadagin seinnapartin var hátíðarhald, nú gamli Kommunuskúlin...

  • GRANNAR December 14, 16

    Í dag verður blaðið “Grannar”, sum Bústaðir gevur út, borið í...

  • FINSEN LEGGUR NAVN TIL NÝGGJU LESTRARÍBÚÐIRNAR November 25, 16

    Føroyski nobelvinnarin, Niels Ryberg Finsen, leggur navn til...

  • BERJABREKKA 3 Í TÓRSHAVN OG DÁVAGERÐI Á STRONDUM November 04, 16

    Tíðindarskriv frá Bústøðum

    ...

  • OPIÐ HÚS Á ÓÐINSHÆDD OG VIÐ SKANSAN Í TÓRSHAVN September 29, 16

    Nú íbúðirnar við Skansan og á Óðinshædd í Tórshavn eru við at vera...

  • BORGARAFUNDUR UM LESTRARÍBÚÐIR Í KOMMUNUSKÚLANUM April 28, 16

    Í kvøld verða Bústaðir við á borgarafundi í auluni í...

  • 37 LESTRARÍBÚÐIR Í MIÐBÝNUM UM EITT ÁR January 29, 16

    Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldi at selja Bústøðum loninar,...

< >