Hent at vita, áðrenn tú fært ein bústað

 

Hvat eru Bústaðir?

Bústaðir er eitt nýtt bústaðafelag, sum kortini hevur eina langa søgu í føroyska samfelagnum. Húsalánsgrunnurin, sum varð stovnaður í 1964, skifti í 2012 navn til Bústaðir, eftir at Landstýrið frammanundan hevði broytt lógargrundarlagið undir grunninum, so farast kundi undir at byggja og reka leiguíbúðir kring alt landið.

Hvat er eitt bústaðafelag?

Eitt bústaðafelag eigur og rekur leigubústaðir. At búgva til leigu í einum almennum bústaðafelag merkir, at tú býrt til leigu undir væl skipaðum viðurskiftum.

Hvussu fái eg eina leiguíbúð?

Fyri at tú skalt fáa atgongd til at søkja um okkara leigubústaðir, er tað ein treyt, at tú teknar teg sum lim í bústaðafelagnum. Tú kemur samstundis á okkara bíðilista. Tú kanst tekna teg sum lim í Bústøðum við at trýsta her.

Hvussu komi eg á bíðilistan?

Tú skalt útfylla umsóknarblaði út á heimasíðuni og gjalda 200 kr fyri uppskrivingina. Limaskapurin verður staðfestur, tá tú hevur goldið. Tá tín limaskapur í bústaðafelagnum er staðfestur, kemur tú sjálvvirkandi á bíðilistan við teimum ynskjum, sum tú hevur til bústaðin, eitt nú stødd á bústaði, hvar í landinum bústaðurin er, o.s.fr. Tú kanst søkja um limaskap her.

Hvussu er bíðilistin skipaður?

Arbeitt verður við tveimum bíðilistum, einum uttanhýsis bíðilista og einum innanhýsis bíðilista. Teir limirnir, sum frammanundan búgva hjá bústaðafelagnum, kunnu koma á innanhýsis bíðilistan, meðan tey, sum søkja limaskap uttanifrá, koma á uttanhýsis bíðilista. Sostatt hava limir, sum frammanundan búgva hjá bústaðafelagnum, ein framíhjárætt at flyta í annan bústað hjá bústaðafelagnum, eitt nú um viðkomandi ynskir eina størri íbúð, enn viðkomandi frammanundan býr í. Treytirnar fyri framíhjárættinum eru, at viðkomandi skal hava búð í íbúðini í ávíst tíðarskeið (í løtuni er tað sett at vera í minsta lagi í eitt ár), og at alt húskið flytur, soleiðis at verandi íbúð verður tøk. Í fyrsta umfari koma øll, sum tekna seg sum lim í bústaðafelagnum, á uttanhýsis bíðilistan. Summir serligir bíðilistar verða eisini, eitt nú til lestraríbúðir, eldraíbúðir og íbúðir til fólk við serligum tørvi.

Noyðist eg at melda meg til av nýggjum, hóast eg havi verið á bíðilista hjá Húsalánsgrunninum fyrr?

Ja. Bústaðir eru eitt nýtt felag við nýggjum virksemi og yvirtaka sostatt ikki møguligan eldri bíðilista frá tí farna Húsalánsgrunninum, kommunum ella øðrum stovnum. Øll, sum eru áhugað at koma á bíðilista til eina íbúð frá Bústøðum, mugu melda seg sum lim í nýggja bústaðafelagnum.

Hvussu fái eg skjótast tilboð um ein bústað?

Um tað bert ræður um at fáa eitt stað at búgva skjótast gjørligt, skalt tú skriva teg upp til fleiri bústaðir – eisini teir, ið tú ikki hevði raðfest frammarliga. Tú kanst, tá tú hevur tikið av tilboð um ein bústað, síðani skriva teg upp til annan bústað, tí eftir eitt ár í verandi íbúð hevur tú framíhjárætt til ein annan bústað í bústaðafelagnum.

Hvat er aldursmarkið?

Tú skalt vera fylt/-ur 15 ár fyri at tekna seg sum lim í bústaðafelagnum og koma á bíðilista til ein leigubústað.

Hvat kostar limaskapurin?

Øll, ið ynskja at koma á uttanhýsis bíðilistan, skulu rinda eitt uppskrivingargjald á 200 krónur. Hareftir skal tú einaferð um árið gjalda eitt ársgjald á 150 krónur fyri at halda títt pláss á bíðilistanum, óansæð um tú ynskir ein bústað nú ella seinni. Ein leigari, sum ynskir at flyta í ein annan bústað í bústaðafelagnum, skal eisini gjalda 200 krónur fyri at verða skrivaður á innanhýsis bíðilistan og hareftir gjalda ársgjald á 150 krónur fyri at standa á hesum bíðilistanum. Eina ferð um árið senda vit inngjaldskort út við eini tíðarfreist at gjalda umsitingargjaldið. Tað er ábyrgd umsøkjarans at gjalda umsitingargjaldið. Avleiðingin av ikki at gjalda umsitingargjaldið áðrenn tíðarfrestin er farin kann vera, at umsøkjarin verður tikin av listanum. Tí er tað sera umráðandi, at tú boðar okkum frá, um tú skiftir bústað, so at vit kunnu senda inngjaldskortið á rætta stað.

Hvat er leigukostnaðurin á íbúðunum?

Leigukostnaðurin verður ásettur í mun til stødd á íbúðini, umframt út frá øðrum viðurskiftum, sum kunnu vera ymisk frá býlingi til býling. Sí yvirlit yvir okkara leigubústaðir her. 

 

Hvar í landinum eru leiguíbúðirnar?

Bústaðir hava leigubústaðir kring allar Føroyar.

Hvussu leingi kann eg vera á listanum?

Tað er einki tíðarmark á, hvussu leingi tú kanst vera á bíðilistanum til ein bústað, so leingi tú rindar kostnaðin fyri at vera á bíðilistanum.

Kann eg standa óvirkin á bíðilistanum?

Ja, tú kanst velja at standa óvirkin á bíðilistanum. Hetta kalla vit at vera hvílandi limur. Hetta er ein góður møguleiki, um tú ikki hevur tørv á einum leigubústaði her og nú, men ynskir at betra tína støðu á bíðilistanum, uttan at noyðast at siga nei til fleiri bústaðatilboð. Sum hvílandi limur skalt tú framhaldandi gjalda kostnaðin fyri at vera á bíðilistanum. Tú kanst altíð boða frá, at tú vilt gerast søkjandi limur aftur.

Hvussu skal man bera seg at sum pør ella hjún?

Títt pláss á bíðilistanum er persónligt og kann ikki yvirtakast av øðrum. Ynskir tín hjúnarfelagi ella sambúgvi eisini standa á bíðilistanum, skal viðkomandi tekna seg sum lim í bústaðafelagnum.

Um ein limur doyr, kann hjúnafelagin ella tann, sum limurin livur saman við í parlagi, søkja um at yvirtaka bíðilistanummarið hjá liminum.

Noyðist eg at taka av tí fyrstu íbúðini, sum verður bjóðað mær?

Nei, tað nýtist tú ikki. Men um tú ikki letur við teg koma tríggjar ferðir á rað, tá tú fær tilboð um íbúð, so verður tú settur sum hvílandi limur. Tú kanst altíð biðja um at broyta støðu til aftur at vera skrásettur sum søkjandi limur.

Tað er gott at tú gert tær greitt frá byrjan av, hvar tú vil búgva, og hvat hóskar best til tín bústaðatørv. Á tann hátt kanst tú tryggja tær, at tú fært bjóðað eina íbúð, sum lýkur tíni krøv.

Hvussu stórar eru íbúðirnar?

Íbúðustødd og snið eru ymisk frá býlingi til býling, men miðað verður ímóti at hava eitt breitt úrval av stødd og snið, sum eisini endurspeglar tørvin í samfelagnum. Tú kanst søkja um so stóran bústað, ið tú ynskir. Hetta merkir eisini, at støk kunnu søkja um íbúðir við bæði 3 og 4 rúmum.

Hvørjum eru íbúðirnar ætlaðar?

Íbúðirnar eru í høvuðsheitum ætlaðar øllum, men serligar íbúðir eitt nú til lesandi, eldri fólk og fólk við serligum tørvi verða eisini bygdar.