Húsreglur

Alment

Hesar húsreglur eru tær yvirskipaðu húsreglurnar hjá Bústøðum – Føroya bústaðafelag. Býlingar kunnu hava sínar egnu húsreglur.

§ 1 Útlufting

Fyri at sleppa undan fuktskaðum skulu øll rúm haldast turr. Týdningarmikið er, at luftað verður út hvønn dag. Tað er neyðugt at lufta væl út við matgerð (nýta eymhettuna), at lufta væl út í baðirúminum eftir bað, at nýta turkitrumlu ella at turka vaskiklæðir úti, og ikki at turka vaskiklæðini inni.

§ 2 Rusk

Húsarhaldsrusk skal koyrast í plastposar í ruskbingjurnar, sum eru uttan fyri íbúðarbygningarnar. Tey, sum leiga, hava sjálv ábyrgd av at beina fyri vandamiklum burturkasti, so sum glasi, battaríum og øðrum. Tað er ikki loyvt at seta rusk ella annað órudd í trappugongd, felags inngongd ella felagsøki. Sigarettstubbar og líknandi skulu beinast burtur og mugu ikki tveitast á felagsøkið.

§ 3 Húsdjór

Viðtøkur um húsdjór verða gjørdar fyri hvønn býling sær.
Djór, sum eigarin í búrum og akvarium, verða ikki roknað sum húsdjór og eru loyvd í øllum íbúðum. Ikki er loyvt at hava skriðdjór. Førarahundar eru tó altíð loyvdir.

§ 4 Súkklur, barnavognar og annað

Súkklur, barnavognar og annað tílíkt skulu standa inni á egnum øki og mugu ikki vera til ampa fyri aðrar leigarar og mugu setast soleiðis, at lættliga slepst fram at felags inngongdum.

§ 5 Akfør og parkering

Bilar og onnur motorakfør eiga at verða parkerað soleiðis, at tey ikki eru til ampa fyri onnur. Tað er ikki loyvt at parkera framman fyri felags inngongdir ella ruskbingjur, tó er av- og áskipan loyvd. Bilar uttan nummarspjøldur, húsvognar og líknandi skulu ikki setast á parkeringsøkið.

§ 6 Larmur

Fyri at hava so gott grannalag sum til ber, eiga leigararnir til eina og hvørja tíð at vera hampiligir móti hvørjum øðrum. Náttarfriðurin skal virðast. Hetta merkir, at friður er millum kl. 22 og kl. 7, og tá er til dømis ikki loyvt at nýta larmandi amboð, at sparka ella at spæla harðan tónleik, uttan so at tað er avtalað við grannarnar frammanundan.

§ 7 Trappurúm

Trappurúmini eru ikki til spæl, renning ella larm. Har skal ikki vera óneyðugur gangur.

§ 8 Ábyrgd og tryggingarviðurskifti

Bústaðir – Føroya bústaðafelag tryggjar allar sínar bygningar. Allir leigarar hava ábyrgd av at tryggja sínar egnu ognir.

§ 9 Skilhald

Allir leigarar eiga at vísa tol og virðing fyri øðrum leigarum. Leigararnir hava ábyrgd av, at gestir eisini halda húsreglurnar. Um so er, at ein leigari ber seg hóttandi, ófantaliga ella harðliga at móti øðrum leigara ella móti umboði frá Bústøðum – Føroya bústaðafelag, kann hetta hava við sær, at leigumálið verður uppsagt alt fyri eitt.

§ 10 Viðgerð av klagum

Leigararnir hava rætt at klaga um atburðin hjá øðrum leigarum í sama býlingi. Klagur skulu sendast skrivliga til Bústaðir – Føroya bústaðafelag.

§ 10 Gildiskoma

Hesar húsreglur eru góðkendar av stýrinum fyri Bústaðir – Føroya bústaðafelag, og eru galdandi frá 18. februar 2014. Bústaðir – Føroya bústaðafelag tilskilar sær rætt av sínum eintingum at broyta hesar húsreglur.

 

Viðtøkur

Alment

Hesar viðtøkur eru almennu viðtøkurnar fyri leiguvirksemið hjá Bústøðum – Føroya bústaðafelag, og eru góðkendar av stýrinum fyri Bústaðir – Føroya bústaðafelag tann 18. februar 2014.

Viðtøkurnar hava heimild í kunngerð nr. 2 frá 10. januar 2012 um virksemi hjá Húsalánsgrunninum at útvega bústaðir.
 

Tillutan av bústøðum

Tá Bústaðir – Føroya bústaðafelag leiga út íbúðir til limir í felagnum verða hesar meginreglur fylgdar:

§ 1 Limaskapur í Bústøðum – Føroya bústaðafelag

Persónur, sum vil gerast limur í Bústaðir – Føroya bústaðafelag, skal útfylla umsóknarblað, ið verður latið Bústøðum – Føroya bústaðafelag. Limaskapurin tekur við, tá ið uppskrivingargjaldið er rindað. Síðan skal eitt árligt umsitingargjald rindast. Tað eru trý sløg av limum: Søkjandi limur, søkir íbúð og er klárur at taka av møguligum tilboði um íbúð. Hvílandi limur, fær ikki tilboð um íbúðir, men er á bíðilistanum við møguleika fyri at gerast søkjandi limur aftur. Búgvandi limur hevur fingið tilboð um íbúð, hevur tikið av tilboðnum og er fluttur í eina íbúð hjá Bústøðum – Føroya bústaðafelag, og gerst tí leigari.

§ 2 Innanhýsis bíðilistin

Ein leigari hevur møguleika at skriva seg á innanhýsis bíðilistan, sum gevur framíhjárætt til aðrar íbúðir hjá Bústaðir – Føroya bústaðafelag. Leigarar kunnu skriva seg á hendan listan eitt ávíst tíðarskeið  eftir innflytingardagin (í løtuni eitt ár), sum er ásettur í leigusáttmálanum. Fyri at koma á innanhýsis bíðilistan skal eitt nýtt uppskrivingargjald rindast, og hareftir skal eitt árligt umsitingargjald rindast.

Limurin hevur sjálvur ábyrgdina av, at rinda øll uppkravd gjøld. Verður árliga umsitingargjaldið hjá søkjandi ella hvílandi limi ikki rindað, verður limaskapurin strikaður. Fylgjan er, at viðkomandi verður strikaður av bíðilistanum.

Leigarar í einum býlingi kunnu í samráð við Bústaðir – Føroya bústaðafelag skipa seg í leigarafeløg, og fáa ávirkan á viðurskiftini í teirra býlingi.

§ 3 Tillutan av íbúð

Bert limir í Bústøðum – Føroya bústaðafelag, sum eru uppskrivaðir á bíðilista, og sum hava rindað øll skyldug gjøld, kunnu fáa tillutað íbúð frá Bústøðum – Føroya bústaðafelag. Tillutanin gongur fyri seg eftir fastari mannagongd, ið er skipað við innanhýsis bíðilista, uttanhýsis bíðilista og serligum bíðilista, ið verður umsitin av avvarðandi almennum myndugleikum. Bústaðir – Føroya bústaðafelag tilskila sær rætt til at víkja frá hesi mannagongd, tá serlig viðurskifti gera seg galdandi, t.d. í sambandi við tillutan av íbúðum serliga ætlaðar ungum, eldri ella fólki við rørslutarni.

Limur, sum hevur fingið tillutað íbúð frá Bústøðum – Føroya bústaðafelag, fer av øllum bíðilistum, uttan so at hann móti rindan av nýggjum uppskrivingargjaldi og árligum umsitingargjøldum teknar seg á innanhýsis bíðilista. Leigumálið fyri ávísa leiguíbúð kann ikki yvirtakast av øðrum persónum í húskinum. Makin kann tó í ávísum førum yvirtaka leigumálið. Í slíkum føri er tað m.a. ein treyt, at leigumálið próvfast virkar sum fastur bústaður hjá báðum pørtum í parlagnum, og at ógift samlivandi hava verið húski í minst 2 ár.

§ 4 Avtalan millum Bústaðir – Føroya bústaðafelag og leigara

Tá leigumál byrjar, skal leigarin undirskriva leigusáttmála, sýn verður framt, og innflytingarfrágreiðing verður gjørd. Leigarin fær samstundis útflýggjað húsareglugerð fyri býlingin, har leigumálið er, umframt onnur viðkomandi skjøl. Tann lógarkravdi leigusáttmálin verður nýttur, og skulu møguligar serligar treytir skrivast í leigusáttmálan. Allar skyldur og rættindi hjá pørtunum hvør móti øðrum eru lýstar í hesum viðtøkum og í leigusáttmálanum við tilhoyrandi skjølum.

§ 5 Innflyting og bústaðarskylda

Tá limur fær tillutað íbúð, hevur hann skyldu at flyta inn í íbúðina í seinasta lagi 1 mánað, eftir at leigusáttmálin tekur við (yvirtøkudagurin). Í leigusáttmálanum millum leigara og Bústaðir – Føroya bústaðafelag verður yvirtøkudagurin tilskilaður. Leigarar hava bústaðarskyldu, og hetta merkir, at limur, sum hevur fingið tillutað íbúð frá Bústøðum – Føroya bústaðafelag, hevur skyldu at búgva í íbúðini, og skal hann verða skrásettur í Fólkayvirlitinum at hava bústað í íbúðini.

§ 6 Gjøld

Leigari hevur skyldu at rinda øll avtalað gjøld, so sum uppskrivingargjald, árligt umsitingargjald, depositum, húsaleigu, gjøld fyri hita og el við meira. Meginreglan er, at øll gjøld eru kostnaðargrundað.

§ 7 Uppsøgn av leigumáli

Leigari kann siga leigumálið upp við freist nevnd í leigusáttmálanum. Tá leigari heldur allar skyldur, kunnu Bústaðir – Føroya bústaðafelag undir vanligum umstøðum ikki siga leigumálið upp. Bústaðir – Føroya bústaðafelag tilskila sær tó rætt til skrivliga at siga leigumálið upp við uppsagnarfreist sambært lóg um útleigan av bústøðum, um leigari misheldur sínar skyldur, t.d. um húsreglur ikki verða hildnar, leigugjald og onnur viðkomandi gjøld ikki verða rindað, um leigari áhaldandi vísir vánaligan ella hóttandi atburð móti øðrum leigarum ella starvsfólkum hjá Bústøðum – Føroya bústaðafelag, ella um leigarin fer illa um ognir ella felagsøki hjá Bústøðum – Føroya bústaðafelag. Uppsøgnin skal innihalda grundgeving fyri, hví leigumálið verður uppsagt.

Áðrenn Bústaðir – Føroya bústaðafelag kunnu siga eitt leigumál upp vegna mishald leigarans, skal leigarin fyrst fáa ein ávaring við eini freist at rætta fyri seg. Leigari hevur skyldu at endurgjalda Bústøðum – Føroya bústaðafelag tap, ið kemst av, at leigarin, húsfólk hansara ella gestir elva til skaða á tað leigaða.

Í sambandi við serliga grovt mishald av skyldum leigarans, tilskila Bústaðir – Føroya bústaðafelag sær rætt til at ógilda leigumálið uttan freist. Uppsøgn av leigumáli kann eisini koma fyri, um leigaða íbúðin skal rívast niður, um íbúðin skal umbyggjast/umvælast, og tískil ikki kann nýtast til bústað longur, ella um Bústaðir – Føroya bústaðafelag av yvirskipaðum orsøkum selja íbúðina. Bústaðir – Føroya bústaðafelag hava í slíkum førum skyldu til so vítt gjørligt at endurhýsa leigaran.

§ 8 Klagur

Leigarar hava rætt til at klaga til Bústaðir – Føroya bústaðafelag um atburðin hjá øðrum leigara í sama býlingi, um atburðurin hjá øðrum leigara er til munandi ampa. Ósemjur og trætur millum leigara og Bústaðir – Føroya bústaðafelag verða, um semja ikki fæst millum partarnar, lagdar fyri leigunevndina til støðutakan.

§ 9 Leigarafeløg

Leigarar í einum býlingi kunnu í samráð við Bústaðir – Føroya bústaðafelag skipa seg í leigarafeløg og fáa ávirkan á viðurskiftini í teirra býlingi.

§ 10 Broyting av hesum viðtøkum

Hesar viðtøkur um leiguvirksemið hjá Bústøðum – Føroya bústaðafelag kunnu broytast við samtykt frá stýrinum fyri Bústaðir – Føroya bústaðafelag.

 

Leigulógin 

Virksemið hjá Bústøðum at leiga bústaðir út verður skipað sambært løgtingslóg nr. 60 frá 26. mai 2010 um útleigan av bústøðum, sum broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 14. mai 2013.

Endamálið við leigulógini er at tryggja rættindi hjá leigara og útleigara at virka fyri einum vælskipaðum og vælvirkandi leigumarknaði og at seta krøv til leiguavtalur.

Leigulógin kann lesast her.

Leigusáttmálin, ið verður brúktur til øll okkara leigumál, er tann almenni leigusáttmálin og kann síggjast her.

 

Leigunevndin

Leigunevndin skal hava eftirlit við, at ásetingarnar í leigulógini verða hildnar, og taka avgerð í trætumálum millum leigara og útleigara. Hon er mannað við trimum limum, ið sambært lógini skulu hava kunnleika um leiguvirksemi, byggifrøði, búskaparfrøði og viðurskifti brúkaranna. 

Leigunevndin kann sambært § 26 í leigulógini viðgera kærur frá pørtunum um: 

1.    ein møgulig hækking av leiguni er rímilig og kann heilt ella lutvíst strika hesa hækking
2.    leigubústaðurin lýkur lógarásett krøv, og kann í hesum sambandi áleggja útleigaranum at gera neyðugar ábøtur
3.    rættin og skyldur hjá útleigara at fremja umvælingar
4.    grundarlagið fyri uppsøgn av leigumálinum og kann ógilda eina ólógliga uppsøgn
5.    afturhaldan av depositum

Kunna teg annars nærri á heimasíðuni hjá leigunevndini her

 

 

PDF: 

It appears your Web browser is not configured to display PDF files. Download adobe Acrobat or click here to download the PDF file.

trýst her fyri at heinta pdf

It appears your Web browser is not configured to display PDF files. Download adobe Acrobat or click here to download the PDF file.

trýst her fyri at heinta pdf