ÍBÚÐABYGGING Á TVØROYRI

Dagfest 24-04-2013  

Bústaðir eru í løtuni í gongd við eina verkætlan at byggja tríggjar íbúðir á Heiðatrøðni á Tvøroyri.

Íbúðirnar liggja væl fyri í bygdini við góðum útsýni yvir fjørðin.

Tað er Albert Isfeld & Gudmund S. Hansen, arkitektar, ið hava teknað verkætlanina og høvuðsarbeiðstakari er Sp/f Roest. Íbúðirnar eru sera orkuvinaligar og uppfylla øll krøvini í BR10 byggiásetingini. Sp/f Roest hevur áður bygt tvær íbúðir av hesum slagnum, og tær standa beint við síðuna av íbúðunum hjá Bústøðum. Hesar íbúðirnar síggjast í myndasavninum niðanfyri, og koma íbúðirnar hjá Bústøðum at síggja júst soleiðis út, tá tær eru lidnar. Íbúðirnar eru 92 m² til støddar.

Tær eru innrættaðar við duri, køki og stovu í einum rúmi, grovkøki, tveimum sovikømrum, einum arbeiðsrúmi og eini hems. Harumframt er hjallur og steinsett terassa oman ímóti vegnum. Arbeiðið gongur væl og eftir ætlan standa íbúðirnar lidnar í august mánaða í ár.

viðkomandi

  • Bústaðir hækkar rentuna May 31, 23

    Leiðandi renturnar eru aftur hækkaðar og hetta hevur við sær, at...

  • Bústaðir farið undir at byggja 87 nýggjar íbúðir afturat May 31, 23

    Talan er um 44 íbúðir við Dalavegin í Tórshavn, 18 íbúðir Úti á...

  • Seks nýggjar íbúðir Í Mýrunum í Vági April 13, 23

    Tær seks íbúðirnar, sum Bústaðir hevur latið byggja Í Mýrunum í...

  • LÍV og Bústaðir stovna partafelag March 31, 23

    Tryggingarfelagið LÍV og almenna bústaðafelagið Bústaðir hava nú...

  • Bústaðir - Húsalánsgrunnurin hækka rentuna February 14, 23

    Evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin hava seinasta hálva árið...

  • Bústaðir hava bygt fimm íbúðir í Sandavági February 14, 23

    Fimm íbúðir, sum Bústaðir hava bygt á Steigarbrekku í Sandavági,...

  • Bústaðir keypt gomlu kommunuskrivstovuna í Fuglafirði til íbúðir December 22, 22

    Bústaðir og Fuglafjarðar kommuna hava 15. desember 2022 gjørt...

  • Fyrstu íbúðirnar hjá Bústøðum á Blómubrekku í Tórshavn October 05, 22

    Nú eru fyrstu íbúðirnar í stóru byggiverkætlanini á Blómubrekku/...

  • Nýtt stýri á Bústøðum June 29, 22

    Tann 24. juni 2022 valdi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit...

  • Stór og nýskapandi verkætlan á Óðinshædd í Tórshavn June 10, 22

    Stóra byggiverkætlanin á Óðinshædd er nú komin nøkur týðandi stig...

< >