BÚSTAÐIR KEYPA ÍBÚÐIR Á HEIMASTA HORNI

Dagfest 14-01-2014  

Bústaðir hava keypt 24 íbúðir á Heimasta Horni í Tórshavn frá Sp/f Íbúðir Undir Gráasteini, ið BankNordik hevur fíggjað.

Talan er um Heimasta Horn nr. 36 og nr. 38, ið eru vestastu eindirnar í byggjarínum. Íbúðirnar, ið allar eru høvuðsumvældar, verða nú yvirtiknar av bústaðafelagnum. Søluprísurin var 38,4 mió. Bústaðafelagið, sum lat upp fyri innliman í september 2013, hevur umleið 1200 limir, ið ynskja sær ein leigubústað í Suðurstreymoy.

Hóast fleiri verkætlanir eru ávegis í Tórshavn, so gongur eitt ár, áðrenn tær fyrstu av hesum íbúðunum verða til taks.

"Keypið ger, at vit kunnu framskunda okkara útboð av leigubústøðum í høvuðsstaðarøkinum, og møta stóra eftirspurninginum", sigur Andras Róin, stjóri á Bústøðum. Væntandi verða íbúðirnar klárar at flyta inn í fyrst í mai mánaða.

 

viðkomandi

  • Nýtt stýri á Bústøðum June 29, 22

    Tann 24. juni 2022 valdi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit...

  • Stór og nýskapandi verkætlan á Óðinshædd í Tórshavn June 10, 22

    Stóra byggiverkætlanin á Óðinshædd er nú komin nøkur týðandi stig...

  • Norðhús og Seve byggja fimm íbúðir í Sandavági fyri Bústaðir March 24, 22

    Bústaðir hava gjørt arbeiðstakarasáttmála við Seve og Norðhús um...

  • MT Højgaard fer at byggja 22 leiguíbúðir fyri Bústaðir á Heimasta Horni í Tórshavn February 11, 22

    Bústaðir og MT Højgaard Føroyar hava herfyri undirskrivað...

  • Landsstýrismaðurin vitjar Bústaðir January 14, 22

    Nýggi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, vitjaði...

  • Lutaíbúðafelagið Á Kneysum stovnað July 01, 21

    Fyri tveimum árum síðani fór Bústaðir undir byggiverkætlanina Á...

  • Jákup Ólavsson útbúgvin húsavørður June 04, 21

    Jákup Ólavsson úr Havn, sum síðani 2018 hevur verið í læru hjá...

  • Fimm nýggjar leiguíbúðir í Sørvági April 06, 21

    Sp/f Westtech hevur fyri Bústaðir bygt fimm íbúðir Undir Bólheyggi...

  • Liðugt at byggja 10 nýggjar leiguíbúðir á Toftum March 04, 21

    Skjótt fara leigarar at flyta inn í 10 nýggjar leiguíbúðir á...

  • Nakrir spurningar og svar um lutaíbúðir November 10, 20

    Her verður greitt frá nøkrum spurningum um lutaíbúðir.

    Sí...

< >