SKANSIN - SAMRØÐA VIÐ ARKITEKTIN

Dagfest 20-06-2014  

Okkara arbeiði er so stuttligt, at tað altíð er spennandi at fáast við. Skansin er einki undantak. Ein spennandi avbjóðing hevur verið at finna tær røttu orkuloysnirnar, og eygað skal sjálvandi eisini hava sítt, sigur arkitekturin Albert Isfeld, sum hevur stýrt arkitektonisku linjunum handan Skansan, ið er verkætlan hjá Bústøðum við 12 íbúðum, sum verða lidnar miðskeiðis 2015.

 

Skansin sum fyrimynd

Íbúðirnar skuldu vera lættar at byggja, orkusparandi, og kostnaðurin skuldi ikki vera ov ógvusligur, vóru boðini frá Bústøðum til Albert Isfeld, tá hann fekk møguleikan at seta sín dám á, hvussu vit frameftir skulu innrætta okkum í Føroyum. Staðsetingin er annars ikki hvar sum helst, tí næsti granni er tjóðardýrgripurin Skansin, og hetta setir sjálvandi serlig krøv til, hvussu Albert setir arktitektonisku strikurnar. Hann hevur valt sjálvan Skansan sum fyrimynd fyri sniðið; bygningurin við teimum 12 íbúðunum sneiðir og myndar ein fjórðing av einum rundingi. Fyri at skapa samanhang við sjálvan Skansan hava íbúðirnar flagtekju, sum Albert metir rigga væl í júst hesum umhvørvinum, hóast flagið ikki altíð hóskar so væl í býarbygging. Umframt estetiska leiklutin hevur flag ein bjálvandi eginleika; ein flagtekja bjálvar nakað móti kulda og serliga móti larmi, og verður tað allarhelst kærkomið tær myrku og baldrutu illveðursnæturnar.

 

Orkuavbjóðing

Hitaloysnirnar skulu finnast í umhvørvinum, tí Bústaðir seta sum krav, at teirra hús skulu byggjast við grønum og varandi orkuloysnum, og at hitin skal útvegast aðrastaðni enn frá oljufýrinum. Hesi krøv til alternativar orkuloysnir gera endaliga úrslitið nakað dýrari, men hetta hevur verið ein stuttlig og forkunnug avbjóðing fyri roynda arkitektin, sum ongantíð áður hevur bygt bústaðir uttan oljufýr, tó at fleiri av hansara størri bygningsverkum eru hitað við teirri orku, sum náttúran inniheldur. Til hesar íbúðirnar hava Bústaðir valt hitapumpur, sum standa inni og taka hitan uttanífrá og úr inniluftini.

 

Fjálga kenslan

Hvørji eyðkenni eru so grundleggjandi fyri, at eitt býli eisini skal vera eitt heim? – Eitt heim skal kennast fjálgt, bæði úti og inni. Og so er tað gott við tingum, sum stinga út og sum bróta flatan, til dømis ein karnappur. Byggitilfarið skal eisini gera heimið fjálgt.

Og at planta hóskandi trø ger eisini, at umhvørvið uttanfyri verður gott. Børnini kunnu spæla krógva og blunda, og tey vaksnu kunnu dvølja í túninum, sigur Albert, sum til Skansan hevur brúkt tað gamla, føroyska húsið sum grundarlag undir innrættingini við miðrúminum, just sum í roykstovuni, haðani øll hini rúmini ganga útfrá. Íbúðirnar eru ljóðar, og vindeyguni stór, so vakra umhvørvið gerst partur av heiminum. Einastandandi útsýnið yvir Nólsoyarfjørð kann njótast av karnappunum, ið standa skráir út frá bygninginum. Fyri at fáa ein býarkendan dám yvir byggingina hevur arkitekturin valt at byggja í tveimum hæddum. Á niðaru hædd eru smærri íbúðir, og til íbúðirnar á ovaru hædd er hálv hædd afturat við hemsi. Íbúðirnar eru klæddar við svørtum skifur, og stílurin er modernistiskur og eyðkendur av beinum flatum og nógvum glasi. Prísurin á hesum íbúðum verður nakað hægri enn kostnaðurin á øðrum íbúðum frá Bústøðum.

 

Kjallarafólkið

– Endiliga kom gongd á arbeiðið at byggja bústaðir, sum fólk kunnu flyta inn í undir skipaðum viðurskiftum. Bústaðir gera eitt gott arbeiði og nøkta ein stóran tørv, sum hevur verið í nógv ár. Húsalánsgrunnurin fekk ongantíð fótin fyri seg til almenna bústaðabygging, men nú eru vit á rættari leið, sigur Albert Isfeld og minnist eini 40 ár aftur í tíðina, tá hann sum ungur og nýútbúgvin arkitektur við familjuni flutti heimaftur til ein høvuðsstað, har bústaðamøguleikarnir vóru alt annað enn sámiligir. – Her búði fólk undir hvørjari takplátu, sum suðuroyingurin tók til um ringa standin í Havnini í 70'unum, fortelur Albert.

Fólkatalið í býnum vaks, uttan stórvegis av nýggjum bústøðum vórðu bygdur fyri tað. Revagarðurin við Bókbindaragøtu var einasta sosiala bústaðatilboðið, og so bygdu privatir entreprenørar raðhús, sum so vórðu seld sum bústaðir til einstaklingar. Hetta nøktaði tó langt frá tørvin, og fyri meginpartin av teimum mongu bústaðatreingjandi í høvuðsstaðnum var lítið annað at gera enn at finna sær eina kjallaraíbúð.

 

Altumráðandi kúgvin

Ein kjallari er góður at hava, var hugburðurin, tá fólk bygdu sær sethús í fimmti- og sekstiárunum. Hetta tíðarskeiðið bygdi eingin við virðing fyri sær sjálvum og sínum sethúsi uttan kjallara, - ein byggisiður, sum er beinleiðis framhald av teirri tíðini, tá ið ein lágur kjallari skuldi til fyri at hýsa teirri altumráðandi kúnni, so at yngri og eldri kundu fáa ein mjólkasopa. - Tá eg sum barn var og vitjaði ommu í Fuglafirði, hoyrdu vit smá duk upp undir gólvið úr kjallaranum, hvørja ferð kúgvin sló við halanum. Kjallarin var bygdur til kúnna, fortelur Albert. Og heilt til okkara dagar hava fólk bygt hús við kjallara.

– Ein kjallari er eini heil hús undir húsunum. Hann er sjálvandi góður at hava. Til børnini at spæla í, til frystiboksina, til oljufýrið og til órudd. Men byggja vit kjallara, eiga vit at gera tað ordiligt, og tá kostar tað lættliga eina hálva millión afturat, sigur Albert Isfeld, sum í dag eisini kann staðfesta, at nógv sethús, serliga í nýggja býarpartinum í Hoyvík, eru í einari hædd, so kanska eru fólk, sum í dag seta búgv, farin burtur frá kjallaranum sum alneyðugum parti av húsunum.

 

Bæði estetikkur og nýtsla 

Kjallarar ella ei, bygging eigur ikki einans at snúgva seg um nýtslu, tí tað er ikki minni týdningarmikið at hjúkla um vakurleikan. Og føroyingar eru, í eygum Alberts, væl betri fyri estetiskt í okkara fatan, enn teir hava verið. Kanska er tað tíðin, sum arbeiðir fyri okkum. Kanska er tað vaksandi talið av arkitektum, sum hava økt tilvitanina um, at vakurleiki eisini eigur at verða tikin við í tað stóra roknistykkið. - Tað vísir seg, at tá fólk fáa pengar um hendi, verða tingini ofta ljót og uttan stíl.

Fólk, sum gerast rík eftir stuttari tíð, koma sjáldan við nøkrum íkasti til felagsskapin, men tey eru ofta upptikin av at brúka pengarnar, so at vit øll skulu síggja, hvussu nógv tey eiga. Stórar og dýrar bilar, stór og dýr hús, uttan at ansurin fyri tí vakra, hóskiliga og nýhugsaða fylgir við. Men við tíðini normaliserar stílurin seg.

Vit síggja tað sama við bygging, sum byrjar við at nøkta ein átrokandi tørv, og tá hugsa fólk ikki so nógv um estetikk. Men hann kemur so líðandi, greiðir Albert frá. Estetikkur og nýtsla hava áður gingið hond í hond, sigur Albert og ger vart við, at føroyingar fyrr dugdu væl at skapa vakurleika í byggingini. Mykines, Kvívík og gamli parturin av Tjørnuvík eru estetiskt væl virkandi búpláss, tí at bæði tilfar og snið falla so væl saman við umhvørvinum.

Tey bygdu av tí, sum var at finna í nándini, og tilfarið var grót, flag og rekaviður. Høvdu tey ráð, keyptu tey timbur, men har vóru ikki pengar til at gera meira burturúr enn neyðugt. Kortini var úrslitið vakurt, umframt at tað nøktaði tørvin á at fáa tak yvir høvdið. Tey, sum fáa í boði at flyta inn í eina av teimum 12 íbúðunum á Skansanum, fáa bæði tak yvir høvdið og ríkar møguleikar at njóta vakurleikan við byggingini og í umhvørvinum.

 

Trýst her fyri meiri kunning um verkætlanina

 

 

viðkomandi

  • Bústaðir hækkar rentuna May 31, 23

    Leiðandi renturnar eru aftur hækkaðar og hetta hevur við sær, at...

  • Bústaðir farið undir at byggja 87 nýggjar íbúðir afturat May 31, 23

    Talan er um 44 íbúðir við Dalavegin í Tórshavn, 18 íbúðir Úti á...

  • Seks nýggjar íbúðir Í Mýrunum í Vági April 13, 23

    Tær seks íbúðirnar, sum Bústaðir hevur latið byggja Í Mýrunum í...

  • LÍV og Bústaðir stovna partafelag March 31, 23

    Tryggingarfelagið LÍV og almenna bústaðafelagið Bústaðir hava nú...

  • Bústaðir - Húsalánsgrunnurin hækka rentuna February 14, 23

    Evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin hava seinasta hálva árið...

  • Bústaðir hava bygt fimm íbúðir í Sandavági February 14, 23

    Fimm íbúðir, sum Bústaðir hava bygt á Steigarbrekku í Sandavági,...

  • Bústaðir keypt gomlu kommunuskrivstovuna í Fuglafirði til íbúðir December 22, 22

    Bústaðir og Fuglafjarðar kommuna hava 15. desember 2022 gjørt...

  • Fyrstu íbúðirnar hjá Bústøðum á Blómubrekku í Tórshavn October 05, 22

    Nú eru fyrstu íbúðirnar í stóru byggiverkætlanini á Blómubrekku/...

  • Nýtt stýri á Bústøðum June 29, 22

    Tann 24. juni 2022 valdi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit...

  • Stór og nýskapandi verkætlan á Óðinshædd í Tórshavn June 10, 22

    Stóra byggiverkætlanin á Óðinshædd er nú komin nøkur týðandi stig...

< >