BÚSTAÐIR KEYPA 24 ELDRAÍBÚÐIR Í KLAKSVÍK

Dagfest 18-09-2014  

Í vikuni varð avtala gjørd við Klaksvíkar kommunu, um at Bústaðir framyvir fara at reka og leiga út eldraíbúðirnar á Kráarbrekku.

Bústaðir hava saman við Klaksvíkar kommunu átt og fíggjað Sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku, men nú eru íbúðirnar seldar Bústøðum úr sjálvsognarstovninum. Keypsprísurin var slakar 18 mió. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og formaður í stýrinum fyri Sjálvsognarstovnin, fegnast um at Bústaðir nú hava keypt íbúðirnar, tí meðan kommunan hevur nógvar ymiskar uppgávur, er útvegan og umsiting av leigubústøðum fremsta endamálið hjá Bústøðum.

Týskvøldið vóru umboð frá Bústøðum, saman við umboðum frá Klaksvíkar kommunu, og kunnaðu leigararnar á Kráarbrekku um keypið. Andras Róin, stjóri á Bústøðum, fegnast um keypið, sum hóskar væl saman við teimum ætlanum og málsetningum, sum Bústaðir hava sett sær. Bústaðir hava við teimum 24 íbúðunum í Klaksvík nú 72 íbúðir kring landið.

viðkomandi

  • Bústaðir hækkar rentuna May 31, 23

    Leiðandi renturnar eru aftur hækkaðar og hetta hevur við sær, at...

  • Bústaðir farið undir at byggja 87 nýggjar íbúðir afturat May 31, 23

    Talan er um 44 íbúðir við Dalavegin í Tórshavn, 18 íbúðir Úti á...

  • Seks nýggjar íbúðir Í Mýrunum í Vági April 13, 23

    Tær seks íbúðirnar, sum Bústaðir hevur latið byggja Í Mýrunum í...

  • LÍV og Bústaðir stovna partafelag March 31, 23

    Tryggingarfelagið LÍV og almenna bústaðafelagið Bústaðir hava nú...

  • Bústaðir - Húsalánsgrunnurin hækka rentuna February 14, 23

    Evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin hava seinasta hálva árið...

  • Bústaðir hava bygt fimm íbúðir í Sandavági February 14, 23

    Fimm íbúðir, sum Bústaðir hava bygt á Steigarbrekku í Sandavági,...

  • Bústaðir keypt gomlu kommunuskrivstovuna í Fuglafirði til íbúðir December 22, 22

    Bústaðir og Fuglafjarðar kommuna hava 15. desember 2022 gjørt...

  • Fyrstu íbúðirnar hjá Bústøðum á Blómubrekku í Tórshavn October 05, 22

    Nú eru fyrstu íbúðirnar í stóru byggiverkætlanini á Blómubrekku/...

  • Nýtt stýri á Bústøðum June 29, 22

    Tann 24. juni 2022 valdi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit...

  • Stór og nýskapandi verkætlan á Óðinshædd í Tórshavn June 10, 22

    Stóra byggiverkætlanin á Óðinshædd er nú komin nøkur týðandi stig...

< >