FYRSTA ÍBÚÐARHÚSIÐ Á ÓÐINSHÆDD REIST

Dagfest 09-04-2015  

Tað gongur væl við byggiverkætlanini á Óðinshædd í Havn, har 22 leiguíbúðir verða bygdar. Nú verður fyrsta av sjey íbúðarhúsum reist. íbúðirnar eru frá 54 til 86 fermetrar til støddar, og tað eru tvey-, trý- og fýrarúms íbúðir.

Í juni 2014 varð lendisarbeiðið byrjað, og hóast tað hevur verið avbjóðandi, tí veturin hevur verið ringur og stórur hæddarmunur er á økinum, so hevur lendisarbeiðið gingið rímiliga væl. Samstundis sum lendisarbeiðið hevur verið í gongd, hevur høvuðsarbeiðstakarin, Sp/f Bulur, bygt elementini í byggihøll í Kollafirði.

“Byggiverkætlanin gongur væl, og tíðarætlanin sigur, at tað verður klárt hjá 22 leigarum at flyta inn í íbúðirnar komandi vár”, sigur Bogi Jacobsen, tekniskur leiðari á Bústøðum.

Tað er royndi arkitetkturin Palli Gregoriussen, sum hevur teknað íbúðirnar. Dentur er lagdur á góðsku, funktionalitet og estetik. Samstundis verður roynt at halda kostnaðin á verkætlanini niðri fyri at tryggjað ein sømiligan leigukostnað.

“Gongst sum ætlað, vænta vit at húsaleigurnar fara at liggja ímillum fýra og seks túsund krónur um mánaðin, alt eftir íbúðastødd”, sigur Andras Róin, stjóri á Bústøðum.

Íbúðirnar eru ætlaðar øllum samfelagsbólkum, og verða tí ymiskar í stødd og sniði. Tærr lúka øll nútímans krøv til bygging. Tær hava sera góð ljós- og ljóðviðurskifti. Hitapumpur verða brúktar, so orkunýtslan verður lág. Inniluftin verður tryggjað við ventilatión í øllum íbúðunum.

Umhvørvið á Óðinshædd er vakurt og friðarligt, og úr íbúðunum verður sera gott útsýni yvir Nólsoyarfjørð. 
 

Trýst her fyri meiri kunning um verkætlanina

 

viðkomandi

  • Bústaðir hækkar rentuna May 31, 23

    Leiðandi renturnar eru aftur hækkaðar og hetta hevur við sær, at...

  • Bústaðir farið undir at byggja 87 nýggjar íbúðir afturat May 31, 23

    Talan er um 44 íbúðir við Dalavegin í Tórshavn, 18 íbúðir Úti á...

  • Seks nýggjar íbúðir Í Mýrunum í Vági April 13, 23

    Tær seks íbúðirnar, sum Bústaðir hevur latið byggja Í Mýrunum í...

  • LÍV og Bústaðir stovna partafelag March 31, 23

    Tryggingarfelagið LÍV og almenna bústaðafelagið Bústaðir hava nú...

  • Bústaðir - Húsalánsgrunnurin hækka rentuna February 14, 23

    Evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin hava seinasta hálva árið...

  • Bústaðir hava bygt fimm íbúðir í Sandavági February 14, 23

    Fimm íbúðir, sum Bústaðir hava bygt á Steigarbrekku í Sandavági,...

  • Bústaðir keypt gomlu kommunuskrivstovuna í Fuglafirði til íbúðir December 22, 22

    Bústaðir og Fuglafjarðar kommuna hava 15. desember 2022 gjørt...

  • Fyrstu íbúðirnar hjá Bústøðum á Blómubrekku í Tórshavn October 05, 22

    Nú eru fyrstu íbúðirnar í stóru byggiverkætlanini á Blómubrekku/...

  • Nýtt stýri á Bústøðum June 29, 22

    Tann 24. juni 2022 valdi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit...

  • Stór og nýskapandi verkætlan á Óðinshædd í Tórshavn June 10, 22

    Stóra byggiverkætlanin á Óðinshædd er nú komin nøkur týðandi stig...

< >