BORGARAFUNDUR UM LESTRARÍBÚÐIR Í KOMMUNUSKÚLANUM

Dagfest 28-04-2016  

Í kvøld verða Bústaðir við á borgarafundi í auluni í Kommunuskúlanum, har stóra og spennandi ætlanin við Kommunuskúlanum løgd fram fyri almenninginum. 

Býararkitekturin og borgarstjórin leggja fyri. Bústaðir fara at greiða frá samstarvinum við Tórshavnar kommunu. Býararkitekturin fer at greiða frá um býnýggjan og -varðveiting.

Selmar Nielsen Arkitektar fara at greiða frá innrættingini av Kommunuskúlanum og Bústaðir greiða frá byggitøkniligu viðurskiftunum.

Tekniski stjóri í Tórshavnar kommunu fer at greiða frá toyminum og um partalagshugtakið. Verkætlanarleiðarin leggur fram um skipan av arbeiðsplássinum í byggitíðini og formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini tekur saman um.

Aftaná hava áhoyrarar høvið til at síggja verandi skúlastovur á fyrstu hædd í kommunuskúlanum.

Fundurin verður í auluni í Kommunuskúlanum og byrjar klokkan 20 stundisliga.

Øll eru vælkomin! 

 

viðkomandi

  • Nýtt stýri á Bústøðum June 29, 22

    Tann 24. juni 2022 valdi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit...

  • Stór og nýskapandi verkætlan á Óðinshædd í Tórshavn June 10, 22

    Stóra byggiverkætlanin á Óðinshædd er nú komin nøkur týðandi stig...

  • Norðhús og Seve byggja fimm íbúðir í Sandavági fyri Bústaðir March 24, 22

    Bústaðir hava gjørt arbeiðstakarasáttmála við Seve og Norðhús um...

  • MT Højgaard fer at byggja 22 leiguíbúðir fyri Bústaðir á Heimasta Horni í Tórshavn February 11, 22

    Bústaðir og MT Højgaard Føroyar hava herfyri undirskrivað...

  • Landsstýrismaðurin vitjar Bústaðir January 14, 22

    Nýggi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, vitjaði...

  • Lutaíbúðafelagið Á Kneysum stovnað July 01, 21

    Fyri tveimum árum síðani fór Bústaðir undir byggiverkætlanina Á...

  • Jákup Ólavsson útbúgvin húsavørður June 04, 21

    Jákup Ólavsson úr Havn, sum síðani 2018 hevur verið í læru hjá...

  • Fimm nýggjar leiguíbúðir í Sørvági April 06, 21

    Sp/f Westtech hevur fyri Bústaðir bygt fimm íbúðir Undir Bólheyggi...

  • Liðugt at byggja 10 nýggjar leiguíbúðir á Toftum March 04, 21

    Skjótt fara leigarar at flyta inn í 10 nýggjar leiguíbúðir á...

  • Nakrir spurningar og svar um lutaíbúðir November 10, 20

    Her verður greitt frá nøkrum spurningum um lutaíbúðir.

    Sí...

< >