LÍV og Bústaðir stovna partafelag

Dagfest 31-03-2023 LÍV og Bústaðir stovna partafelag  

Tryggingarfelagið LÍV og almenna bústaðafelagið Bústaðir hava nú stovnað P/F Heimasta Horn II, sum hevur til endamáls at eiga og reka leigubústaðir á Heimasta Horni í Tórshavn. Talan er um verkætlan, sum fevnir um 22 leigubústaðir, ið væntandi verða klárir at flyta inn í seint á sumri 2023.

LÍV hevur leingi havt ynski um at virka á og stuðla undir leiguíbúðarmarknaðin og fegnast tí um, at tað hevur eydnast at gera samstarvsavtalu við Bústaðir. Avtalan er fyrsta stigið, ið skal tryggja, at báðir partar røkka longur, enn um teir vóru hvør sær. Ætlanin er, at fleiri verkætlanir fara at leggjast afturat í samstarvinum. LÍV arbeiðir miðvíst við at gera íløgur í marknaðin fyri leiguíbúðir í Føroyum. Eitt av endamálunum hjá Bústøðum er at tryggja fjølbroytni á føroyska bústaðarmarknaðinum og passar tí væl til hugsjónina hjá LÍV.

Jan Jakobsen, stjóri í LÍV sigur:

”LÍV ynskir at tryggja kundum okkara eitt nøktandi avkast, og íløgurnar skulu koma kundunum til góðar. Vit meta tí, at tað passar væl inn í okkara virkisøki, at eftirlønaruppsparingarnar koma út at arbeiða í Føroyum. Samstundis eru vit við til at loysa eina stóra samfelagsliga avbjóðing”.

Andras Róin, stjóri á Bústøðum sigur:

“Vit fegnast um at tað hevur eydnast at fáa hetta samstarvi í lag. Talan er um slóðbrótandi og nýskapandi samstarv, har tað almenna bústaðafelagið og føroyskur pensjónskapitalur ganga hond í hond. Við hesum kunnu vit røkka longur, og meira ferð kann setast á byggingini av leigubústøðum”.

viðkomandi

  • Bústaðir hækkar rentuna May 31, 23

    Leiðandi renturnar eru aftur hækkaðar og hetta hevur við sær, at...

  • Bústaðir farið undir at byggja 87 nýggjar íbúðir afturat May 31, 23

    Talan er um 44 íbúðir við Dalavegin í Tórshavn, 18 íbúðir Úti á...

  • Seks nýggjar íbúðir Í Mýrunum í Vági April 13, 23

    Tær seks íbúðirnar, sum Bústaðir hevur latið byggja Í Mýrunum í...

  • Bústaðir - Húsalánsgrunnurin hækka rentuna February 14, 23

    Evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin hava seinasta hálva árið...

  • Bústaðir hava bygt fimm íbúðir í Sandavági February 14, 23

    Fimm íbúðir, sum Bústaðir hava bygt á Steigarbrekku í Sandavági,...

  • Bústaðir keypt gomlu kommunuskrivstovuna í Fuglafirði til íbúðir December 22, 22

    Bústaðir og Fuglafjarðar kommuna hava 15. desember 2022 gjørt...

  • Fyrstu íbúðirnar hjá Bústøðum á Blómubrekku í Tórshavn October 05, 22

    Nú eru fyrstu íbúðirnar í stóru byggiverkætlanini á Blómubrekku/...

  • Nýtt stýri á Bústøðum June 29, 22

    Tann 24. juni 2022 valdi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit...

  • Stór og nýskapandi verkætlan á Óðinshædd í Tórshavn June 10, 22

    Stóra byggiverkætlanin á Óðinshædd er nú komin nøkur týðandi stig...

  • Norðhús og Seve byggja fimm íbúðir í Sandavági fyri Bústaðir March 24, 22

    Bústaðir hava gjørt arbeiðstakarasáttmála við Seve og Norðhús um...

< >