Seks nýggjar íbúðir Í Mýrunum í Vági

Dagfest 13-04-2023 Íbúðirnar Í Mýrunum í Vági  

Tær seks íbúðirnar, sum Bústaðir hevur latið byggja Í Mýrunum í Vági, verða nú leigaðar út. Byggivirkið Norcon hevur bygt íbúðirnar, og er arbeiðið gjørt í góðum samstarvi við Vágs kommunu.

Íbúðirnar eru í eini íbúðalon í einari hædd. Tær eru í tveimum støddum, har fýra eru 87 fermetrar og tvær eru 97 fermetrar brutto. Íbúðirnar hava gongd, køk/stovu í einum, tvey kømur og baðirúm. Til íbúðirnar hoyrir goymslurúm á 4-5 fermetrar. Allar íbúðirnar hava terassu. Íbúðirnar verða hitaðar við jarðhita. Góð parkeringsviðurskifti eru framman fyri íbúðirnar.

Staðsetingin er í einum øki, sum er ment nógv seinastu árini, eitt nú við smáttum, lund við spæliplássi, svimjihøll og marghøll. Umhvørvið er friðarligt og náttúruvakurt við flestu stovnum og hentleikum nærhendis.

Kostnaðurin fyri at leiga tær smærru íbúðirnar er kr. 7.500 um mánaðin og fyri at leiga tær størru er leigukostnaðurin kr. 7.900 um mánaðin. Fyrstu leigararnir kunnu flyta inn tann 1. mai.

Í Suðuroy hava Bústaðir frammanundan tríggjar íbúðir á Tvøroyri, seks íbúðir Við Kykslið í Vági og næmingabústaðirnar til Ítróttarháskúlan í Suðuroy. Við hesum nýggjastu íbúðunum í Vági hava Bústaðir samanlagt 428 búeindir.

viðkomandi

  • Bústaðir hækkar rentuna May 31, 23

    Leiðandi renturnar eru aftur hækkaðar og hetta hevur við sær, at...

  • Bústaðir farið undir at byggja 87 nýggjar íbúðir afturat May 31, 23

    Talan er um 44 íbúðir við Dalavegin í Tórshavn, 18 íbúðir Úti á...

  • LÍV og Bústaðir stovna partafelag March 31, 23

    Tryggingarfelagið LÍV og almenna bústaðafelagið Bústaðir hava nú...

  • Bústaðir - Húsalánsgrunnurin hækka rentuna February 14, 23

    Evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin hava seinasta hálva árið...

  • Bústaðir hava bygt fimm íbúðir í Sandavági February 14, 23

    Fimm íbúðir, sum Bústaðir hava bygt á Steigarbrekku í Sandavági,...

  • Bústaðir keypt gomlu kommunuskrivstovuna í Fuglafirði til íbúðir December 22, 22

    Bústaðir og Fuglafjarðar kommuna hava 15. desember 2022 gjørt...

  • Fyrstu íbúðirnar hjá Bústøðum á Blómubrekku í Tórshavn October 05, 22

    Nú eru fyrstu íbúðirnar í stóru byggiverkætlanini á Blómubrekku/...

  • Nýtt stýri á Bústøðum June 29, 22

    Tann 24. juni 2022 valdi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit...

  • Stór og nýskapandi verkætlan á Óðinshædd í Tórshavn June 10, 22

    Stóra byggiverkætlanin á Óðinshædd er nú komin nøkur týðandi stig...

  • Norðhús og Seve byggja fimm íbúðir í Sandavági fyri Bústaðir March 24, 22

    Bústaðir hava gjørt arbeiðstakarasáttmála við Seve og Norðhús um...

< >