• Dronumynd mai 2019

  • Dronumynd mai 2019

Blikagøta - Runavík

Á Blikagøtu í Runavík hava Bústaðir 16 íbúðir. Býlingurin á Blikagøtu fevnir um trý íbúðahús – tvey við seks íbúðum og eitt við fýra íbúðum. Øll húsini eru í tveimum hæddum, allar íbúðirnar í ovaru hæddunum eru 62 m2, og tær í niðaru hæddunum eru 76 m2. Tær minnu hava eitt sovikamar og tær størru tvey sovikømur. Felags fyri allar íbúðirnar er, at tær eru innrættaðar við duri, baðirúmi og køks-/alrúmi. Tær hava egna inngongd og altan/terassu. Harumframt fáa allir leigarar atgongd til egið goymslurúm. Uttanumøkið er snøgt, og parkeringsviðurskiftini eru góð. 

Íbúðirnar lúka øll nútímans krøv til bústaðabygging og hava grøna orkuskipan. Inniluftin verður tryggjað við ventilatiónsskipan.

Staðsetingin er góð - stutt er frá íbúðunum til skúla, barnagarð, handilsmøguleikar og stóra ítróttarøkið í Runavík. Harumframt er gott útsýni úr íbúðunum oman yvir býin.

8 av íbúðunum eru 62,3 mbrutto
8 av íbúðunum eru 76,2 mbrutto

Verkætlanin er úrslit av góðum samstarvi millum Almannamálaráðið, Runavíkar kommunu og Bústaðir. Sambært avtalu við Almannaverkið hava tey ávíst leigarar til sjey av teimum smærru íbúðunum. Eisini leigar Almannaverkið eina íbúð, har starvsfólk, ið varða av leigarunum kunnu halda til, og leigararnir kunnu hava felags tiltøk.

Byggiár2017

Íbúðir16

Búvídd, m262-76

Rúm2-3

Goymslurúmja

Úthúsja

Terassa/altanja

Hæddir2

ArbeiðstakariTN Bygging

Orkukeldahitapumpa

Húsdjórja

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

Uppvaskimask.ja

Leiga4.739-5.667