22 LEIGUÍBÚÐIR Á ÓÐINSHÆDD
Dagfest 21-12-2015
Byggingin av teimum 22 leiguíbúðunum hjá Bústøðum á Óðinshædd í Havn, er nú komin so langt, at seinasta av sjey íbúðarhúsum varð reist seinnapartin í gjár.
Í juni mánað í ár vórðu 12 leiguíbúðir á Skansanum reistar, so hervið eru 34 leiguíbúðir reistar í Havn í ár. Báðar verkætlanirnar verða væntandi lidnar í summar.
Nakað av seinkingum hava verið á Óðinshædd orsakað av veðri, men nú verður veturin brúktur til at gera íbúðirnar lidnar innan.
Íbúðirnar eru ætlaðar fólki í øllum aldri, og verða tí ymiskar í stødd og snið. Tær verða bygdar í náttúruvøkrum og friðarligum umhvørvi á Óðinshædd, og úr fleiri íbúðum verður sera gott útsýni yvir Nólsoyarfjørð. Stutt er til allar hugsandi hentleikar, og busssambandið er gott. Matvøruhandil er beint við.
Allar íbúðir hava egna inngongd, og parkeringsviðurskiftini verða góð. 33 parkeringsbásar verða gjørdir uttanfyri.
Íbúðirnar lúka øll nútímans krøv til bygging. Tær hava sera góð ljós- og ljóðviðurskifti. Orkunýtslan verður væntandi lág, og inniluftin verður tryggjað við ventilatión í øllum íbúðum.
Íbúðastøddirnar eru frá 54 til 86 fermetrar:
Átta íbúðir eru 54 fermetrar
Átta íbúðir eru 83 fermetrar
Seks íbúðir eru 86 fermeter
Harafturat hoyrir eitt uttandura goymslurúm á 3 m2 til hvørja íbúð.
Arkitektur er royndi Palli Gregoriussen og høvuðsarbeiðstøkuna hevur Sp/f Bulur í Kollafirði.
Væntandi verða íbúðirnar á Óðinshædd endaliga lidnar komandi summar, og hareftir bjóðaðar út eftir bíðilistanum hjá Bústøðum.
Leiguprísirnir verða væntandi frá 4.000 til 6.000 kr um mánaðin umframt ljós og hita.