Home

      Finsen víst fram fyri almenninginum

      Dagfest 09-11-2017  

      Fríggjadagin seinnapartin var hátíðarhald, nú gamli Kommunuskúlin í Havn stendur liðugt umvældur. Við byrjanina av hátíðarhaldinum, sang kórið Cantus hjá Tórshavnar Musikkskúla. Hareftir hildu Annika Olsen, borgarstjóri, og Jóhann Mortensen, stýrisformaður í Bústøðum, røður.

      Stjórin í Bústøðum, Andras Róin, stjóri í Bústøðum og Selmar Nielsen, arkitektur, søgdu eisini nøkur orð, áðrenn Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini, kunnaði um framtíðar mentanartiltøk í Finsen.

      At enda sang kórið Tarira tveir sangir, ein á føroyskum og ein á katalanskum. 

      Finsen var opið fyri almenninginum fríggjadagin og leygardagin, og sera nógv fólk nýttu høvið at síggja umbyggingina. 

      Á Finsen eru nú 33 nýmótans lestrarbústaðir, og eftir ætlan fara tey fyrstu lesandi at flyta inn í lestraríbúðirnar áðrenn jól. 

      Myndir av Finsen, kunnu síggjast við at trýsta á her. 

       

       

      viðkomandi

      • Norðhús og Seve byggja fimm íbúðir í Sandavági fyri Bústaðir March 24, 22

        Bústaðir hava gjørt arbeiðstakarasáttmála við Seve og Norðhús um...

      • MT Højgaard fer at byggja 22 leiguíbúðir fyri Bústaðir á Heimasta Horni í Tórshavn February 11, 22

        Bústaðir og MT Højgaard Føroyar hava herfyri undirskrivað...

      • Landsstýrismaðurin vitjar Bústaðir January 14, 22

        Nýggi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, vitjaði...

      • Lutaíbúðafelagið Á Kneysum stovnað July 01, 21

        Fyri tveimum árum síðani fór Bústaðir undir byggiverkætlanina Á...

      • Jákup Ólavsson útbúgvin húsavørður June 04, 21

        Jákup Ólavsson úr Havn, sum síðani 2018 hevur verið í læru hjá...

      • Fimm nýggjar leiguíbúðir í Sørvági April 06, 21

        Sp/f Westtech hevur fyri Bústaðir bygt fimm íbúðir Undir Bólheyggi...

      • Liðugt at byggja 10 nýggjar leiguíbúðir á Toftum March 04, 21

        Skjótt fara leigarar at flyta inn í 10 nýggjar leiguíbúðir á...

      • Nakrir spurningar og svar um lutaíbúðir November 10, 20

        Her verður greitt frá nøkrum spurningum um lutaíbúðir.

        Sí...

      • 10 nýggjar íbúðir á Óðinshædd í Tórshavn November 03, 20

        Nú er klárt at flyta inn í tær fyrstu 10 íbúðirnar á Óðinshædd ll...

      • Landsstýriskvinnan á vitjan October 02, 19

        Nýggja landstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis...

      < >