• forsíða
  • kunning
  • bóklingar
  • limir
  • bústaðir
  • vit
  • samband
  • leita
  • en
Home
  • forsíða
  • kunning
  • bóklingar
  • limir
  • bústaðir
  • vit
  • samband
  • leita
  • en

Bústaðir hava bygt fimm íbúðir í Sandavági

Dagfest 14-02-2023 Íbúðirnar á Steigarbrekku í Sandavági  

Fimm íbúðir, sum Bústaðir hava bygt á Steigarbrekku í Sandavági, eru lidnar, og eru tær bodnar til leigu eftir bíðilistanum hjá Bústøðum. Tað er Jákup á Stongum, arkitektur, sum hevur gjørt upprunaligu tekningarnar av íbúðunum, sum Seve og Norðhús hava bygt fyri Bústaðir. Verkætlanin er ment í góðum samstarvi við Vága kommunu.

Talan er um íbúðir á 81 fermetrar, sum eru samanbygdar í einari lon í einari hædd. Staðsetingin er góð við útsýni oman yvir bygdina. Íbúðirnar hava gongd, køk/stovu í einum, tvey kømur, baðirúm og vaski-/tøknirúm. Til hvørja íbúð eru úthús á umleið sjey fermetrar og terassa. Íbúðirnar verða hitaðar við jarðhita. Góð parkeringsviðurskifti eru framman fyri íbúðirnar.

Kostnaðurin fyri at leiga íbúðirnar er kr. 8.400 um mánaðin, og kunnu fyrstu leigararnir flyta inn tann 1. mars.

Í Vágum hava Bústaðir frammanundan 10 íbúðir á tveimum staðsetingum í Sørvági; fimm íbúðir á Garðsvegi og fimm íbúðir Undir Bólheyggi. Við hesum nýggjastu íbúðunum í Sandavági hava Bústaðir samanlagt 422 búeindir.

viðkomandi

  • Bústaðir hækkar rentuna May 31, 23

    Leiðandi renturnar eru aftur hækkaðar og hetta hevur við sær, at...

  • Bústaðir farið undir at byggja 87 nýggjar íbúðir afturat May 31, 23

    Talan er um 44 íbúðir við Dalavegin í Tórshavn, 18 íbúðir Úti á...

  • Seks nýggjar íbúðir Í Mýrunum í Vági April 13, 23

    Tær seks íbúðirnar, sum Bústaðir hevur latið byggja Í Mýrunum í...

  • LÍV og Bústaðir stovna partafelag March 31, 23

    Tryggingarfelagið LÍV og almenna bústaðafelagið Bústaðir hava nú...

  • Bústaðir - Húsalánsgrunnurin hækka rentuna February 14, 23

    Evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin hava seinasta hálva árið...

  • Bústaðir keypt gomlu kommunuskrivstovuna í Fuglafirði til íbúðir December 22, 22

    Bústaðir og Fuglafjarðar kommuna hava 15. desember 2022 gjørt...

  • Fyrstu íbúðirnar hjá Bústøðum á Blómubrekku í Tórshavn October 05, 22

    Nú eru fyrstu íbúðirnar í stóru byggiverkætlanini á Blómubrekku/...

  • Nýtt stýri á Bústøðum June 29, 22

    Tann 24. juni 2022 valdi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit...

  • Stór og nýskapandi verkætlan á Óðinshædd í Tórshavn June 10, 22

    Stóra byggiverkætlanin á Óðinshædd er nú komin nøkur týðandi stig...

  • Norðhús og Seve byggja fimm íbúðir í Sandavági fyri Bústaðir March 24, 22

    Bústaðir hava gjørt arbeiðstakarasáttmála við Seve og Norðhús um...

< >