• forsíða
  • kunning
  • bóklingar
  • limir
  • bústaðir
  • vit
  • samband
  • leita
  • en
Home
  • forsíða
  • kunning
  • bóklingar
  • limir
  • bústaðir
  • vit
  • samband
  • leita
  • en

FINSEN LEGGUR NAVN TIL NÝGGJU LESTRARÍBÚÐIRNAR

Dagfest 25-11-2016  

Føroyski nobelvinnarin, Niels Ryberg Finsen, leggur navn til nýggju lestrarbústaðirnar mitt í Havn. Slóðbrótandi verkætlanin at umskapa gamla kommunuskúlan í Havn til lestrarbústaðir og eitt alment miðbýarøki verður framd í einum partalagi millum Tórshavnar kommunu, Bústaðir, Selmar Nielsen arkitektar og Húsavarðatænastuna.

Lestrarbústaðirnir verða nevndir Finsen

Niels Ryberg Finsen varð føddur í Tórshavn 15. desembur 1860. Pápin, Hannes Steingrím Finsen, var løgfrøðingur av íslendskari amtmansætt. Mamman æt Jóhanna Formann og var eisini fødd í Íslandi.
Tá ið pápin bleiv landfúti í Tórshavn í 1858, flutti familjan úr Íslandi til Føroya. Í 1871 bleiv pápin amtmaður í Føroyum 
Eini túsund fólk búðu í Tórshavn tá. Gøturnar í býnum vóru trongar, og húsini smá við fólki í erva og neytum í neðra. Kalt var um veturin; kroysurnar hjá havnarfólki vóru illa bjálvaðar.
Sum smádrongur var Finsen stillførur og mildur. Væl dámdi honum at spæla í mølini ella gera dukkumøblar og modellskip til yngru systkini. 
Fjúrtan ára gamal varð hann sendur á kostskúla í Danmørk. Fríur fuglur mistrívist í búri; Finsen bleiv vrakaður: “Niels er ein hjartagóður drongur, men evnini eru vánalig,” skrivaði skúlin um havnardreingin.
Eftir tað fór Finsen til Íslands. Hann búði hjá ommuni í Reykjavík, meðan hann gekk í skúla. Og so fór hann niður at lesa til lækna.

 

Sólarlæknin

Í Danmørk gjørdist hann ógrøðiliga sjúkur av innvortis bruna. Ringar dagar fór hann út úr myrka kamarinum á St. Annæ Plads 13 at spáka. Tá kendi hann, at magn og gagn var í sól. Úr kamarsglugganum hevði hann eisini varnast eina kettu, sum lá í sólini. So hvørt sum skuggi fall á kettuna, flutti hon seg fram í ljósið. Finsen sá eisini smákykt fara rekandi á sólgyltum vatni. Fall brúgvar-skuggi á tey, fóru tey á flog og leitaðu aftur til sólina. Útbúgvin læt Finsen prenta m.a. ritgerðina »Om Lysets Indvirkning paa Huden«. Í 1895 fór hann at viðgera sjúklingar við húðtuberklum við ljósi. Viðgerðin rein eisini væl við pokur og átøkar sjúkur. Góðu royndirnar hjá Finsen róku sum ringar kring knøttin.
Finsen gav heiminum vón og einføld amboð til leking. Tí fekk hann nobelheiðursløn í læknafrøði í 1903. Árið eftir andaðist Finsen 43 ára gamal. Túsundtals fólk fylgdu. Onkur teirra spurdi, um kongur var deyður. “Nei,” varð svarað, “sólarlæknin er sloknaður!”

 

Íbirtarin

Nógv kann hava gjørt Finsen so lítillátnan og leysan av tímiligum errinskapi, sum fólk søgdu hann vera. Hann gjørdist móður-loysingur fýra ára gamal. Hann varð havn-aður á Herlufsholm. Hann bleiv óbøtiliga sjúkur bara 23 ára gamal. Og fyrstføddi sonur hansara doyði beint eftir føðing.
Gransking hansara mátti umsetast til gagn fyri onnur. Knústar sálir skuldu endurreisast. Sorg skuldi linnast. Við hesum arbeiddi Finsen tolin í hugans grótbroti til sín deyð. 
Við at dusta eyðmjúka íbirtaran av og kalla lestrarbústaðirnar »Finsen«, vil navnið gerast góður førningur hjá føroyskum lesandi. Kravið er ikki nobelvirðisløn. Ynskið er at vísa, at tað ber til at røkka á mál. Og vit byrja beint í Havn  - eins og Finsen. 
 
Eisini hóskar tað sum høkil og herðablað at hava Finsen sum næsta granna hjá Niels Finsens gøtu!

 

viðkomandi

  • Nýtt stýri á Bústøðum June 29, 22

    Tann 24. juni 2022 valdi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit...

  • Stór og nýskapandi verkætlan á Óðinshædd í Tórshavn June 10, 22

    Stóra byggiverkætlanin á Óðinshædd er nú komin nøkur týðandi stig...

  • Norðhús og Seve byggja fimm íbúðir í Sandavági fyri Bústaðir March 24, 22

    Bústaðir hava gjørt arbeiðstakarasáttmála við Seve og Norðhús um...

  • MT Højgaard fer at byggja 22 leiguíbúðir fyri Bústaðir á Heimasta Horni í Tórshavn February 11, 22

    Bústaðir og MT Højgaard Føroyar hava herfyri undirskrivað...

  • Landsstýrismaðurin vitjar Bústaðir January 14, 22

    Nýggi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, vitjaði...

  • Lutaíbúðafelagið Á Kneysum stovnað July 01, 21

    Fyri tveimum árum síðani fór Bústaðir undir byggiverkætlanina Á...

  • Jákup Ólavsson útbúgvin húsavørður June 04, 21

    Jákup Ólavsson úr Havn, sum síðani 2018 hevur verið í læru hjá...

  • Fimm nýggjar leiguíbúðir í Sørvági April 06, 21

    Sp/f Westtech hevur fyri Bústaðir bygt fimm íbúðir Undir Bólheyggi...

  • Liðugt at byggja 10 nýggjar leiguíbúðir á Toftum March 04, 21

    Skjótt fara leigarar at flyta inn í 10 nýggjar leiguíbúðir á...

  • Nakrir spurningar og svar um lutaíbúðir November 10, 20

    Her verður greitt frá nøkrum spurningum um lutaíbúðir.

    Sí...

< >