10 nýggjar íbúðir á Óðinshædd í Tórshavn
Dagfest 03-11-2020
Nú er klárt at flyta inn í tær fyrstu 10 íbúðirnar á Óðinshædd ll.
Seks av íbúðunum eru 85 m2 til støddar brutto og fýra eru 42 m2.
Íbúðirnar lúka øll nútímans krøv til bústaðabygging og verða hitaðar við jarðhita. Inniluftin verður tryggjað við ventilatiónsskipan.
Parkeringsviðurskiftini eru góð.
Íbúðirnar eru í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi. Tað er ikki langt í skúla og barnagarð. Stutt er til handils og til bussamband.
Tað er Húsavarðartænastan sum byggir íbúðirnar. Ætlanin er at byggja íalt 70 íbúðir. Næsta byggistig er farið í gongd, har 40 íbúðir verða bygdar. Eftir ætlanini skulu hesar verða klárar at flyta inn í á vári 2022.
Samb. leigulógini hevur Almannaverkið ávisingarrætt til 5. hvørja íbúð hjá Bústøðum, og gevur hetta Almannaverkinum 2 íbúðir, meðan hinar 8 verða tillutaðar gjøgnum bíðilistan hjá Bústaðir.
Fyrstu leigararnir flyta inn á Óðinshædd II tann 15. novembur 2020.