Á Bakkavegi 16, miðskeiðis í Vestmanna, hevur Bústaðir umbygt ein bygning, sum m.a. fyrr hevur verið kommunuskrivstova, til sjey leigubústaðir.
Talan er um bygning í trimum hæddum, har tað eru tríggjar íbúðir í niðastu hædd, tríggjar íbúðir á miðhæddini og ein íbúð er á ovastu hædd. Ein útitrappa leiðir til íbúðirnar á teimum báðum ovaru hæddunum.
Í niðastu hædd er ein stór íbúð á umleið 95 fermetrar við gongd, køki/stovu, trimum kømrum og baðirúmi. Talan er um íbúð, sum er egnað at búgva í hjá fólki við rørslutarni. Afturat hesi íbúðini eru tvær smærri íbúðir á niðastu hædd á umleið 45 fermetrar hvør við gongd, køki/stovu, kamari og baðirúmi. Á miðhæddini ein stór íbúð á umleið 93 fermetrar við gongd, køki/stovu, tveimum kømrum og baðirúmi. Afturat hesi íbúðini eru tvær smærri íbúðir á umleið 45 fermetrar hvør við gongd, køki/stovu, kamari og baðirúmi. Á ovastu hædd ein stór íbúð á umleið 93 fermetrar við trappuuppgongd, køki/stovu, tveimum kømrum og baðirúmi.
Til hvørja íbúð hoyrir goymslurúm á uml. 2-3 fermetrar.
Allar íbúðirnar hava terassu ella altan. Uttanum økini eru løgd við flísum.
Íbúðirnar liggja væl fyri, nær við havnarlagið, har serliga tær ovaru íbúðirnar hava sera gott útsýni yvir fjørðin.
Tøk íbúð:
Bakkavegur 16C kr. 5.670 + forbrúk. Sí tekning niðanfyri fyri staðseting og innrætting.
Set teg í samband við okkum á tel. 401000, um tu ynskir íbúðina.
Slag | Leigubústaður |
Byggiár | 2022 |
Íbúðir | 7 |
Búvídd, m2 | 45-95 |
Rúm | 2-4 |
Leiga | 5.400-8.400 |