Á Tvøroyri hava vit tríggjar stórar íbúðir, - tvær eru samanbygdar og ein stendur fyri seg sjálva. Íbúðirnar eru bygdar í vøkrum, nútímans byggisniði og hava flagtak.
Íbúðirnar eru rúmligar, og høgt er millum loft og gólv. Vindeyguni eru stór, og hetta ger, at tú kanst njóta útsýnið og lívið í grannalagnum innanífrá. Sólargangurin er góður, og hann kann njótast framman fyri íbúðirnar á steinløgdu terassuni, ið hevur eitt hálvtak út yvir. Hvør íbúð hevur egnan hjall, og eisini hava allar íbúðirnar egna inngongd bæði inn í gongina og í grovkøk. Uttanfyri er stórt tún, og parkeringsviðurskiftini eru góð.
Íbúðirnar lúka øll nútímans krøv til bygging, og tær hava góð ljós- og ljóðviðurskifti. Orkunýtslan er sera lág, og inniluftin verður tryggjað við ventilatión í øllum íbúðum.
Íbúðirnar eru í hugnaligum og friðarligum umhvørvi miðskeiðis á Tvøroyri. Stutt er til allar hugsandi hentleikar, sum t.d. matvøruhandil, skúla, barnagarð, ítróttahøll og fótbóltsvøll.
Høvuðsarbeiðstakari var Sp/f Svend Roest.
Slag | Leigubústaður |
Byggiár | 2013 |
Íbúðir | 3 |
Búvídd, m2 | 103 |
Rúm | 4 |
Leiga | 6.188-6.538 |