Annað byggistig við 20 íbúðum bleiv tikið í nýtslu í 2022. Talan er um randarhús í tveimum hæddum. Í báðum hæddum eru 10 íbúðir, har seks íbúðir eru umleið 85 m2brutto, og fýra íbúðir eru umleið 42 m2 brutto.
Tær størru íbúðirnar eru innrættaðar við duri, køki/stovu, grovkøki, baðirúmi og tveimum sovikømrum.Tær smærru íbúðirnar eru innrættaðar við duri, køki/stovu, baðirúmi og einum sovikamari. Íbúðirnar í ovaru hæddini hava eisini ovasta loft.
Tvær av størru íbúðunum í niðaru hæddini eru gjørdar, so at tær eru egnaðar til rørslutarnað at búgva í.
Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu ella trappupall. Tvey felags garðøkir eru gjørd, har gott útsýni er yvir Nólsoyarfjørð. Goymslurúm eru til hvørja íbúð. Felagshøli verður bygt í sambandi við fjórða byggistig, sum væntandi verður liðugt í 2024.
Íbúðirnar eru í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi og við góðum parkeringsviðurskiftum. Tað er ikki langt í skúla og barnagarð. Stutt er til handils og til bussamband.
Slag | Leigubústaður |
Byggiár | 2021 |
Íbúðir | 20 |
Búvídd, m2 | 42 og 85 |
Rúm | 2-3 |
Leiga | 6.195 og 9.660 |