Bústaðir hava latið byggja fimm íbúðir miðskeiðis í Sandavági við góðum útsýni oman yvir bygdina. Íbúðirnar eru bygdar í einari lon í einari hædd á einum grundøki, sum er umleið 2000 fermetrar á Steigabrekku 24-32. Jákup á Stongum, arkitektur, hevur gjørt upprunaligu tekningarnar av íbúðunum, sum Seve og Norðhús hava bygt.
Íbúðirnar eru umleið 81 fermetrar brutto til støddar hvør og hava gongd, køk/stovu í einum, vaski-/tøknirúm, tvey sovikømur og baðirúm. Til hvørja íbúð hoyrir úthús á umleið 7 fermetrar og terassa. Íbúðirnar eru hitaðar við jarðhita. Góð parkeringsviðurskifti eru á økinum.
| Slag | Leigubústaður |
| Byggiár | 2023 |
| Íbúðir | 5 |
| Búvídd, m2 | 81 |
| Rúm | 3 |
| Leiga | 8.773 |