Bústað umvegis Almannaverkið

Samstarv millum Bústaðir, Almannaverkið og Almannamálaráðið, merkir at Almannaverkið tillutar umleið 5. hvørja íbúð hjá Bústøðum, til fólk sum hava bústaðarsosialan tørv.

Almannaverkið umsitur ein lista yvir borgarar, sum hava serligan tørv, og ynskja eina íbúð frá Bústøðum. Talan er um ein bíðilista, har bústaðurin verður latin eftir nøkrum nærri ásettum treytum til tann borgara, sum tøka íbúðin hóskar til, og sum hevur størsta serliga bústaðarsosiala tørvin. Almannaverkið ger metingina, hvør borgari hevur ein serligan tørv í mun til bústað.

Hugt verður eftir:

- Hevur serligi tørvurin hjá umsøkjaranum ávirkan á bústaðartørvin?

- Landafrøðiligt øki, umsøkjarin ynskir at búgva í

- Stødd og kostnaður av bústaði í mun til tørvin hjá umsøkjaranum

- Hóskar bústaðurin og grannalagið til støðuna hjá umsøkjaranum?

- Miðast skal eftir at tryggja gott grannalag

 

Støðutakanin hjá Almannaverkinum til, hvønn umsøkjara mett verður at tøki bústaðurin hóskar best til, byggir á eina heildarmeting.

Tað er ein nevnd í Almannaverkinum, sum metir um umsóknirnar. Hevur tú ein serligan tørv, kanst tú sostatt søkja um ein bústað umvegis Almannaverkið.

 

Kunna teg nærri um hesi viðurskifti og fá hendur á einum umsóknarblað á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.