FINSEN LEGGUR NAVN TIL NÝGGJU LESTRARÍBÚÐIRNAR
Dagfest 25-11-2016
Føroyski nobelvinnarin, Niels Ryberg Finsen, leggur navn til nýggju lestrarbústaðirnar mitt í Havn. Slóðbrótandi verkætlanin at umskapa gamla kommunuskúlan í Havn til lestrarbústaðir og eitt alment miðbýarøki verður framd í einum partalagi millum Tórshavnar kommunu, Bústaðir, Selmar Nielsen arkitektar og Húsavarðatænastuna.
Lestrarbústaðirnir verða nevndir Finsen
Niels Ryberg Finsen varð føddur í Tórshavn 15. desembur 1860. Pápin, Hannes Steingrím Finsen, var løgfrøðingur av íslendskari amtmansætt. Mamman æt Jóhanna Formann og var eisini fødd í Íslandi.
Tá ið pápin bleiv landfúti í Tórshavn í 1858, flutti familjan úr Íslandi til Føroya. Í 1871 bleiv pápin amtmaður í Føroyum
Eini túsund fólk búðu í Tórshavn tá. Gøturnar í býnum vóru trongar, og húsini smá við fólki í erva og neytum í neðra. Kalt var um veturin; kroysurnar hjá havnarfólki vóru illa bjálvaðar.
Sum smádrongur var Finsen stillførur og mildur. Væl dámdi honum at spæla í mølini ella gera dukkumøblar og modellskip til yngru systkini.
Fjúrtan ára gamal varð hann sendur á kostskúla í Danmørk. Fríur fuglur mistrívist í búri; Finsen bleiv vrakaður: “Niels er ein hjartagóður drongur, men evnini eru vánalig,” skrivaði skúlin um havnardreingin.
Eftir tað fór Finsen til Íslands. Hann búði hjá ommuni í Reykjavík, meðan hann gekk í skúla. Og so fór hann niður at lesa til lækna.
Sólarlæknin
Í Danmørk gjørdist hann ógrøðiliga sjúkur av innvortis bruna. Ringar dagar fór hann út úr myrka kamarinum á St. Annæ Plads 13 at spáka. Tá kendi hann, at magn og gagn var í sól. Úr kamarsglugganum hevði hann eisini varnast eina kettu, sum lá í sólini. So hvørt sum skuggi fall á kettuna, flutti hon seg fram í ljósið. Finsen sá eisini smákykt fara rekandi á sólgyltum vatni. Fall brúgvar-skuggi á tey, fóru tey á flog og leitaðu aftur til sólina. Útbúgvin læt Finsen prenta m.a. ritgerðina »Om Lysets Indvirkning paa Huden«. Í 1895 fór hann at viðgera sjúklingar við húðtuberklum við ljósi. Viðgerðin rein eisini væl við pokur og átøkar sjúkur. Góðu royndirnar hjá Finsen róku sum ringar kring knøttin.
Finsen gav heiminum vón og einføld amboð til leking. Tí fekk hann nobelheiðursløn í læknafrøði í 1903. Árið eftir andaðist Finsen 43 ára gamal. Túsundtals fólk fylgdu. Onkur teirra spurdi, um kongur var deyður. “Nei,” varð svarað, “sólarlæknin er sloknaður!”
Íbirtarin
Nógv kann hava gjørt Finsen so lítillátnan og leysan av tímiligum errinskapi, sum fólk søgdu hann vera. Hann gjørdist móður-loysingur fýra ára gamal. Hann varð havn-aður á Herlufsholm. Hann bleiv óbøtiliga sjúkur bara 23 ára gamal. Og fyrstføddi sonur hansara doyði beint eftir føðing.
Gransking hansara mátti umsetast til gagn fyri onnur. Knústar sálir skuldu endurreisast. Sorg skuldi linnast. Við hesum arbeiddi Finsen tolin í hugans grótbroti til sín deyð.
Við at dusta eyðmjúka íbirtaran av og kalla lestrarbústaðirnar »Finsen«, vil navnið gerast góður førningur hjá føroyskum lesandi. Kravið er ikki nobelvirðisløn. Ynskið er at vísa, at tað ber til at røkka á mál. Og vit byrja beint í Havn - eins og Finsen.
Eisini hóskar tað sum høkil og herðablað at hava Finsen sum næsta granna hjá Niels Finsens gøtu!