• Inngongdir

  • Felagskøkur

  • Felagskøkur

  • Køkur

  • Felags uppihaldsstova

  • Innrættað kamar

  • Innrættað kamar

  • Innrættað kamar

Næmingaheimið undir Fjalli (lestrarbústaðir) - Tórshavn

Talan er um tveir bygningar í trimum hæddum á Vesturgøtu 15 og 17. Hvør bygningur hevur 18 lestrarkømur við egnum wc/bað og felags køki og uppihaldsstovu. Øll 36 kømrini venda oman í móti býnum og hava gott útsýni móti Nólsoynni. Í einum millumbygningi er vaskirúm við felags vaskimaskinum og turkitrumlum.

Næmingaheimið verður nú umvælt, og tí er bert tann eini bygningurin í nýtslu. Væntandi verður næmingaheimið liðugt umvælt seinni í 2019.

Næmingaheimið undir Fjalli er einamest ætlað lesandi á miðnámi, og sum meginregla skal leigari ikki vera fyltur 30 ár, tá leigumálið byrjar. Eitt lestrarkamar er til ein persón og ikki til pør, pør við børnum ella støk við børnum.

Lesandi, ið hava áhuga at skriva seg á bíðilista til lestrarkømrini, kunnu tekna seg sum limir hjá Bústøðum. 

Byggiár1989

Búvídd, m218

Rúm1

Felagsrúmja

Hæddir3

Lyftanei

Húsdjórnei

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

Mikroovnurja

Uppvaskimask.ja

Vaskimask.ja

Turkitrumlaja

Leiga2200