BERJABREKKA 3 Í TÓRSHAVN OG DÁVAGERÐI Á STRONDUM
Dagfest 04-11-2016
Tíðindarskriv frá Bústøðum
Berjabrekka III í Tórshavn og Dávagerði á Strondum
Bústaðir fara nú í holt við næstu íbúðarverkætlanirnar, ið tilsamans fevna um 45 nýggjar bústaðir í Havn og á Strondum.
Berjabrekka III
Nú tær 34 íbúðirnar á Skansanum og Óðinshædd eru lidnar at taka í nýtslu, hava byggifyritøkan Bulur og Bústaðir gjørt avtalu um komandi verkætlanina í Tórshavn, sum verður á Berjabrekku. Bulur, ið hevur staðið fyri at byggja tær 22 íbúðirnar á Óðinshædd, hava saman við Bústøðum arbeitt við at menna hesa nýggju verkætlanina, ið nevnist Berjabrekka III. Verkætlanin er eitt samstarv millum byggifyritøkuna Bulur, Tórshavnar kommunu, Sinnisbata, Palla Gregoriussen, arkitekt, og Bústaðir.
Talan verður um 38 nýggjar íbúðir, har tað verða fýra ymisk íbúðarsnið. Bústaðir og Bulur vænta at seta arbeiðið í gongd í næstum.
Dávagerði
Bústaðir eru saman við byggifyritøkuni VÁ Bygging og í tøttum samstarvi við Sjóvar kommunu farið í holt við nýggja verkætlan í Dávagerði á Strondum. Talan er um bygging av sjey rørsluvinarligum íbúðum, ið koma at vera beint við síðuna av nýggja sambýlinum “Sjóvarlon”. Hesar íbúðirnar koma at líkjast teimum, sum Bústaðir hava bygt í Leirvík
Viðfesti | Stødd |
---|---|
Tíðindaskriv Berjabrekka III og Dávagerð á Strondum.pdf | 341.64 KB |