Liðugt at byggja 10 nýggjar leiguíbúðir á Toftum
Dagfest 04-03-2021
Skjótt fara leigarar at flyta inn í 10 nýggjar leiguíbúðir á Kneysum á Toftum.
Talan er um tvey sløg av íbúðum. Seks av íbúðunum eru 55 m2 til støddar og fýra eru 78 m2.
Íbúðirnar verða hitaðar við hitapumpu. Inniluftin verður tryggjað við ventilatiónsskipan.
Parkeringsviðurskiftini eru góð. Íbúðirnar hava sera gott útsýni yvir fjørðin og havnarlagið og eru í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi, har stutt er til skúla.
Tað er Byggivirkið KBH, sum byggir íbúðirnar fyri Bústaðir.
Samb. leigulógini hevur Almannaverkið ávisingarrætt til 5. hvørja íbúð hjá Bústøðum, og gevur hetta Almannaverkinum 2 íbúðir, meðan hinar 8 verða tillutaðar gjøgnum bíðilistan hjá Bústøðum.
Fyrstu leigararnir flyta ætlandi inn í íbúðirnar á Kneysum tann 1. apríl 2021.