Landsstýrismaðurin vitjar Bústaðir
Dagfest 14-01-2022
Nýggi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, vitjaði hjá Bústøðum í dag. Andras Róin, stjóri, greiddi landsstýrismanninum frá virkseminum hjá Bústøðum og ætlanum, ið liggja fyri framman.
Á vitjanini á skrivstovuni hjá Bústøðum hittu landsstýrismaðurin og embætisfólk frá Almannamálaráðnum leiðslu, starvsfólk og umboð fyri stýrið hjá Bústøðum.
Á myndini eru Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður, Anna Maria Joensen, stýrisforkvinna og Andras Róin, stjóri.