BORGARAFUNDUR UM LESTRARÍBÚÐIR Í KOMMUNUSKÚLANUM
Dagfest 28-04-2016
Í kvøld verða Bústaðir við á borgarafundi í auluni í Kommunuskúlanum, har stóra og spennandi ætlanin við Kommunuskúlanum løgd fram fyri almenninginum.
Býararkitekturin og borgarstjórin leggja fyri. Bústaðir fara at greiða frá samstarvinum við Tórshavnar kommunu. Býararkitekturin fer at greiða frá um býnýggjan og -varðveiting.
Selmar Nielsen Arkitektar fara at greiða frá innrættingini av Kommunuskúlanum og Bústaðir greiða frá byggitøkniligu viðurskiftunum.
Tekniski stjóri í Tórshavnar kommunu fer at greiða frá toyminum og um partalagshugtakið. Verkætlanarleiðarin leggur fram um skipan av arbeiðsplássinum í byggitíðini og formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini tekur saman um.
Aftaná hava áhoyrarar høvið til at síggja verandi skúlastovur á fyrstu hædd í kommunuskúlanum.
Fundurin verður í auluni í Kommunuskúlanum og byrjar klokkan 20 stundisliga.
Øll eru vælkomin!