Finsen víst fram fyri almenninginum
Dagfest 09-11-2017
Fríggjadagin seinnapartin var hátíðarhald, nú gamli Kommunuskúlin í Havn stendur liðugt umvældur. Við byrjanina av hátíðarhaldinum, sang kórið Cantus hjá Tórshavnar Musikkskúla. Hareftir hildu Annika Olsen, borgarstjóri, og Jóhann Mortensen, stýrisformaður í Bústøðum, røður.
Stjórin í Bústøðum, Andras Róin, stjóri í Bústøðum og Selmar Nielsen, arkitektur, søgdu eisini nøkur orð, áðrenn Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini, kunnaði um framtíðar mentanartiltøk í Finsen.
At enda sang kórið Tarira tveir sangir, ein á føroyskum og ein á katalanskum.
Finsen var opið fyri almenninginum fríggjadagin og leygardagin, og sera nógv fólk nýttu høvið at síggja umbyggingina.
Á Finsen eru nú 33 nýmótans lestrarbústaðir, og eftir ætlan fara tey fyrstu lesandi at flyta inn í lestraríbúðirnar áðrenn jól.
Myndir av Finsen, kunnu síggjast við at trýsta á her.