Starv sum húsavørður

Nú er starv sum húsavørður hjá okkum leyst at søkja. Vit hava í dag 376 leigubústaðir, og fleiri enn 200 aðrir eru annaðhvørt í gerð ella ávegis. Okkum tørvar fleiri hendur til rakstur og viðlíkahald av okkara íbúðum. Húsavørðirnir eru partur av einum toymi í Umsitingardeildini, sum eisini tekur sær av útleigan og móttøkuni.

 

STARVIÐ

Húsavørðirnir eru andlit og hendur hjá okkum úteftir. Teir hava nógv samskifti við aðrar handverkarar og okkara leigarar og mást tú tí eisini duga væl við fólki. Húsavørðirnir gera vanligar ábøtur og smærri umvælingar av bygningum og íbúðum. Tá størri umvælingar verða gjørdar, samskipa húsavørðirnir hetta við aðrar handverkarar.

Húsavørðirnir gera inn- og útflytingarsýn í sambandi við flyting. Harumframt hava húsavørðirnir umsjón við øllum okkara bygningum, taka sær av tekniskum installatiónum, so sum el, ventilatión og sanitetsviðurskiftum, og røkta grøn økir og tún. Húsavørðirnir tryggja eisini, at brunaviðurskifti og trygdarútbúnaðurin eru í lagi.

Sum nýggjur húsavørður verður tú partur av einum toymi við rakstrarleiðara, trimum húsavørðum og einum húsavarðarlærlingi.

 

UM TEG

Vit ímynda okkum, at tú ert fyrikomandi og álítandi, hevur gott handalag, trívist við at hava nógv um oyruni, og at tú hevur hug og evnir til at veita okkara leigarum góða tænastu. Vit vænta, at tú hevur viðkomandi handverksútbúgving og arbeiðsroyndir sum húsavørður, innan HVS/hitapumpur, sum timburmaður ella tílíkt, og hevur koyrikort. Sýn, umvælingar og annað virksemi hjá húsavørðunum fer at verða skrásett í okkara umsitingarskipan, so vit vænta, at tú hevur telduførleikar á brúkarastøði. Av tí at vit hava nógv uttanumøkir at taka okkum av, vænta vit, at tú eisini hevur hug og hegni til ymiskt urtagarðsarbeiði.

 

VIT BJÓÐA TÆR

Eitt starv, har tú fær nógvar ymiskar arbeiðsuppgávur innan rakstur og viðlíkahald av okkara leigubústøðum. Vit vóna, at tú kanst byrja í starvinum skjótast gjørligt ella í mai 2021.

Løn sambært sáttmála.

 

UMSÓKNARFREIST

Freistin at søkja er hósdagin tann 15. apríl 2021. Væntandi verða setanarsamrøður í viku 16. Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Birgir Samuelsen, rakstrarleiðara, á telefon 288543.

---

Bústaðir er alment bústaðafelag, ið fíggjar, umsitur og rekur leigubústaðir. Sum alment bústaðafelag tryggja vit, at skipaði viðurskifti eru á leigu- og lutaíbúðamarknaðinum, at dygdin á bústøðunum er í lagi, og at fíggjarkarmarnir til umvæling, rakstur og viðlíkahald eru hóskandi. Hjá Bústøðum eru 17 starvsfólk. Sí meira um um Bústaðir á heimasíðu okkara bustadir.fo.