Landsstýriskvinnan á vitjan
Dagfest 02-10-2019
Nýggja landstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, var í morgun á vitjan hjá Bústøðum, har høvið var at heilsa uppá leiðslu, stýrið og starvsfólkini á Bústøðum annars.
Á fundinum greiddu stýrisformaðurin og stjórin frá um virksemið hjá Bústøðum. Greitt varð frá um byggiverkætlanirnar og leigubústaðirnar. Tosað varð um, hvørjar ætlanir nýggja samgongan sær fyri bústaðamarknaðin og Bústaðir.
Avtalað varð at Bústaðir Almannamálaráðið koma at hava regluligar fundir.