Fimm nýggjar leiguíbúðir í Sørvági
Dagfest 06-04-2021
Sp/f Westtech hevur fyri Bústaðir bygt fimm íbúðir Undir Bólheyggi í Sørvági.
Talan er um randarhús í einari hædd innast Undir Bólheyggi, har sera gott útsýni er yvir bygdina og havnarlagið.
Íbúðirnar eru umleið 70 fermetrar til støddar. Tær hava gongd, køk/stovu, tvey kømur og baðirúm. Hvør íbúð hevur eitt lítið úthús, sum eisini er tøknirúm, og egna terrassu, sum vendur oman móti bygdini.
Íbúðirnar verða hitaðar við hitapumpu. Inniluftin verður tryggjað við ventilatiónsskipan.
Sambært leigulógini hevur Almannaverkið ávisingarrætt til tí einu íbúðina. Hinar fýra verða tillutaðar gjøgnum bíðilistan hjá Bústøðum.
Fyrstu leigararnir flyta eftir ætlan inn í íbúðirnar Undir Bólheyggi tann 1. mai 2021.