Títt nummar á bíðilistanum

Samskipað tilmelding

Vit hava valt, at bíðilistin skal rúma skiftandi tørvinum hjá okkara limum, og tí er ein felags bíðilisti fyri alt landið og fyri alt slag av bústøðum. Tú, sum ert á bíðilistanum, hevur møguleika at flyta tínar raðfestingar, um so er, at tú hevur tørv á tí. Hetta er tað, ið vit nevna “samskipað tilmelding”.

Sostatt sigur títt bíðilistanummar, hvat nummar tú ert á einum samlaðum bíðilista, og ikki hvat nummar tú ert í tínum ynskta øki. Vit hava valt hendan leistin, tí vit hava staðfest, at tørvurin á leigubústøðum er skiftandi, og at um fólk skifta starv, fáa nýggjar makar og børn, kann tørvur bæði á slag av bústaði, og hvar bústaðurin er, broytast.

Tað skal ikki vera neyðugt at skriva seg upp av nýggjum, um tørvur er á at broyta síni ynski. Av hesi orsøk er bíðilistin til einstøku bústaðaøkini í støðugari broyting. Harumframt eru vit støðugt í ferð við at fáa til vega leigubústaðir kring landið, og enn er ikki greitt, hvussu nógvar okkum eydnast at fáa til vega, nær og hvar.

Tað verður altíð ein meting, hvat títt nummar á samlaða listanum merkir, og nær tú kanst vænta at fáa ein bústað. Hetta er nýtt virksemi í Føroyum, og vit hava tí ikki royndirnar til at siga, hvussu skjótt ein kann fáa í boði ein bústað. Tá vit hava tøkar bústaðir, vita vit kortini ikki, hvussu nógv taka av, tá tey fáa ein bústað í boði.

Um nøkur ár hava vit fleiri og betri royndir at meta um, hvussu skjótt ein kann vænta sær tilboð um bústað.

 

Býtið millum økini í Føroyum

Í juli 2020 sá býtið av ynskjunum millum økini hjá teim táverandi 2.665 limunum soleiðis út: 

  Býtið av ynskjum Býtið í mun til limir
Suðurstreymoy 53 % 91 %
Norðstreymoy 9 % 15 %
Vágar  6 % 10 %
Eysturoy 16 % 26 %
Norðoyggjar 10 % 17 %
Sandoy 3 % 5 %
Suðuroy 3 % 5 %

 

 

 

 

 

 

 

"Býtið av ynskjum" er ein uppgerð av ynskjum í økinum, so tey í alt geva 100 %.

Nógvir limir hava ynski um leigubústað í fleiri økjum. Hetta vísir "Býtið í mun til limir", ið skal lesast soleiðis, at um t.d. ein íbúð er tøk í Suðurstreymoy, so eru 91 % av okkara limum áhugaðir at frætta um tað. Um ein íbúð er tøk í Vágum, so eru 10 % av limunum áhugaðir at frætta um tað, o.s.fr. Verða tølini fyri "Býtið í mun til limir" løgd saman, verður úrslitið væl meira enn 100 %, sum vísir, at einstaku limirnir kunnu hava ynski at búgva í fleiri økjum í landinum.

Tað er sera umráðandi at hava í huga, at hetta býtið broytist alla tíðina, í og við at okkara limir kunnu broyta síni ynski. Tí er hetta bert ein løtumynd!

Eitt hugsað dømi:

Tú ert nummar 900 í Norðoyggjum. Umleið 10% av okkara limum hava raðfest Norðoyggjar fremst, og tí ert tú umleið nummar 90 í Norðoyggjum. Smá 20% eru hvílandi limir, og fleiri pør hava søkt, og hóast talan er um tvey nummur á bíðilistanum og tveir limir, so hava tey bert tørv á einum bústaði. Uppaftur fleiri ynskja sær ein størri, minni ella øðrvísi bústað enn tú.

Tískil er tað ikki so ómøguligt, sum tað í fyrstu syftu kann tykjast, tá ið tú hevur fingið nummar 900 á bíðilistanum.

Men vit vita av góðum grundum ikki, hvussu skjótt vit kunnu bjóða tær ein bústað, tí vit vita ikki, hvussu nógv taka av einum tilboði um bústað, – og hvussu nógv siga nei takk, tí tey ynskja sær okkurt annað tilboð.

Ynskir tú at fáa at vita, hvat nummar tú ert á bíðilistanum, so ring til okkum á tlf. 401000 ella send ein teldupost til bustadir@bustadir.fo.
Vit svara tær fegin.