Húsreglur

Alment

Hesar húsreglur eru tær yvirskipaðu húsreglurnar hjá Bústøðum – Føroya bústaðafelag. Býlingar kunnu hava sínar egnu húsreglur.

§ 1 Útlufting

Fyri at sleppa undan fuktskaðum skulu øll rúm haldast turr. Týdningarmikið er, at luftað verður út hvønn dag. Tað er neyðugt at lufta væl út við matgerð (nýta eymhettuna), at lufta væl út í baðirúminum eftir bað, at nýta turkitrumlu ella at turka vaskiklæðir úti, og ikki at turka vaskiklæðini inni.

§ 2 Rusk

Húsarhaldsrusk skal koyrast í plastposar í ruskbingjurnar, sum eru uttan fyri íbúðarbygningarnar. Tey, sum leiga, hava sjálv ábyrgd av at beina fyri vandamiklum burturkasti, so sum glasi, battaríum og øðrum. Tað er ikki loyvt at seta rusk ella annað órudd í trappugongd, felags inngongd ella felagsøki. Sigarettstubbar og líknandi skulu beinast burtur og mugu ikki tveitast á felagsøkið.

§ 3 Húsdjór

Viðtøkur um húsdjór verða gjørdar fyri hvønn býling sær.
Djór, sum eigarin í búrum og akvarium, verða ikki roknað sum húsdjór og eru loyvd í øllum íbúðum. Ikki er loyvt at hava skriðdjór. Førarahundar eru tó altíð loyvdir.

§ 4 Súkklur, barnavognar og annað

Súkklur, barnavognar og annað tílíkt skulu standa inni á egnum øki og mugu ikki vera til ampa fyri aðrar leigarar og mugu setast soleiðis, at lættliga slepst fram at felags inngongdum.

§ 5 Akfør og parkering

Bilar og onnur motorakfør eiga at verða parkerað soleiðis, at tey ikki eru til ampa fyri onnur. Tað er ikki loyvt at parkera framman fyri felags inngongdir ella ruskbingjur, tó er av- og áskipan loyvd. Bilar uttan nummarspjøldur, húsvognar og líknandi skulu ikki setast á parkeringsøkið.

§ 6 Larmur

Fyri at hava so gott grannalag sum til ber, eiga leigararnir til eina og hvørja tíð at vera hampiligir móti hvørjum øðrum. Náttarfriðurin skal virðast. Hetta merkir, at friður er millum kl. 22 og kl. 7, og tá er til dømis ikki loyvt at nýta larmandi amboð, at sparka ella at spæla harðan tónleik, uttan so at tað er avtalað við grannarnar frammanundan.

§ 7 Trappurúm

Trappurúmini eru ikki til spæl, renning ella larm. Har skal ikki vera óneyðugur gangur.

§ 8 Ábyrgd og tryggingarviðurskifti

Bústaðir – Føroya bústaðafelag tryggjar allar sínar bygningar. Allir leigarar hava ábyrgd av at tryggja sínar egnu ognir.

§ 9 Skilhald

Allir leigarar eiga at vísa tol og virðing fyri øðrum leigarum. Leigararnir hava ábyrgd av, at gestir eisini halda húsreglurnar. Um so er, at ein leigari ber seg hóttandi, ófantaliga ella harðliga at móti øðrum leigara ella móti umboði frá Bústøðum – Føroya bústaðafelag, kann hetta hava við sær, at leigumálið verður uppsagt alt fyri eitt.

§ 10 Viðgerð av klagum

Leigararnir hava rætt at klaga um atburðin hjá øðrum leigarum í sama býlingi. Klagur skulu sendast skrivliga til Bústaðir – Føroya bústaðafelag.

§ 10 Gildiskoma

Hesar húsreglur eru góðkendar av stýrinum fyri Bústaðir – Føroya bústaðafelag, og eru galdandi frá 18. februar 2014. Bústaðir – Føroya bústaðafelag tilskilar sær rætt av sínum eintingum at broyta hesar húsreglur.

 

Viðtøkur fyri leiguvirksemið hjá Bústøðum – Føroya bústaðafelag

Alment

Hesar viðtøkur eru almennu viðtøkurnar fyri leiguvirksemið hjá Bústøðum, og eru góðkendar av stýrinum fyri Bústaðir tann 18. februar 2014 og 10. november 2022. 

Viðtøkurnar hava heimild í kunngerð nr. 2 frá 10. januar 2012 um virksemi hjá Húsalánsgrunninum at útvega bústaðir.
 

Tillutan av bústøðum

Tá Bústaðir leiga út íbúðir til limir í felagnum, verða hesar meginreglur fylgdar:

§ 1 Limaskapur í Bústøðum

Persónur, sum ynskir at gerast limur í Bústøðum, skal útfylla umsóknarblað, ið verður latið Bústøðum. Limaskapurin tekur við, tá ið uppskrivingargjaldið er rindað. Síðan skal eitt árligt umsitingargjald rindast.

Tað eru trý sløg av limum: Søkjandi limur søkir íbúð og er klárur at taka av møguligum tilboði um íbúð. Hvílandi limur fær ikki tilboð um íbúðir, men er á bíðilistanum við møguleika fyri at gerast søkjandi limur aftur. Búgvandi limur hevur fingið tilboð um íbúð, hevur tikið av tilboðnum og er fluttur í eina íbúð hjá Bústøðum og gerst tí leigari.

§ 2 Innanhýsis bíðilistin

Ein leigari hevur møguleika at skriva seg á innanhýsis bíðilistan, sum gevur framíhjárætt til aðrar íbúðir hjá Bústøðum. Leigarar kunnu skriva seg á hendan listan eitt ávíst tíðarskeið eftir innflytingardagin (fyri leigumál, sum eru avtalaði tann 1. januar 2023 og seinni, er tíðarskeiðið ásett at vera tvey ár). Fyri at koma á innanhýsis bíðilistan skal eitt nýtt uppskrivingargjald rindast, og hareftir skal eitt árligt umsitingargjald rindast.

Limurin hevur sjálvur ábyrgdina av at rinda øll uppkravd gjøld. Verður árliga umsitingargjaldið hjá søkjandi ella hvílandi limi ikki rindað, verður limaskapurin strikaður. Fylgjan er, at viðkomandi verður strikaður av bíðilistanum.

§ 3 Tillutan av íbúð

Bert limir í Bústøðum, sum eru uppskrivaðir á bíðilista, og sum hava rindað øll skyldug gjøld, kunnu fáa tillutað íbúð frá Bústøðum. Tillutanin gongur fyri seg eftir fastari mannagongd, ið er skipað við innanhýsis bíðilista, uttanhýsis bíðilista og serligum bíðilista, ið verður umsitin av avvarðandi almennum myndugleikum. Bústaðir tilskila sær rætt til at víkja frá hesi mannagongd, tá serlig viðurskifti gera seg galdandi, t.d. í sambandi við tillutan av íbúðum serliga ætlaðar ungum, eldri, fólki við rørslutarni ella av øðrum orsøkum.

Limur, sum hevur fingið tillutað íbúð frá Bústøðum, fer av øllum bíðilistum, uttan so at hann móti rindan av nýggjum uppskrivingargjaldi og árligum umsitingargjøldum, teknar seg á innanhýsis bíðilista.

Leigumálið fyri ávísa leiguíbúð kann ikki yvirtakast av øðrum persónum í húskinum. Makin kann tó í ávísum førum yvirtaka leigumálið. Í slíkum føri er tað m.a. ein treyt, at leigumálið próvfast virkar sum fastur bústaður hjá báðum pørtum í parlagnum.

§ 4 Avtalan millum Bústaðir og leigara

Tá leigumál byrjar, skal leigarin undirskriva leigusáttmála, sýn verður framt, og innflytingarfrágreiðing verður gjørd. Leigarin fær samstundis útflýggjað húsareglugerð fyri býlingin, har leigumálið er, umframt onnur viðkomandi skjøl. Tann lógarkravdi leigusáttmálin verður nýttur, og skulu møguligar serligar treytir skrivast í leigusáttmálan.

Allar skyldur og rættindini hjá pørtunum hvør móti øðrum eru lýstar í hesum viðtøkum og í leigusáttmálanum við tilhoyrandi skjølum.

§ 5 Innflyting og bústaðarskylda

Tá limur fær tillutað íbúð, hevur hann sum meginregla skyldu at flyta inn í íbúðina í seinasta lagi 1 mánað eftir at leigusáttmálin tekur við (yvirtøkudagurin). Í leigusáttmálanum millum leigara og Bústaðir verður yvirtøkudagurin tilskilaður.

Leigarar hava bústaðarskyldu, og merkir hetta, at limur, sum hevur fingið tillutað íbúð frá Bústøðum, hevur skyldu at búgva í íbúðini, og skal hann verða skrásettur í Landsfólkayvirlitinum at hava bústað í íbúðini.

§ 6 Gjøld

Leigari hevur skyldu at rinda øll avtalað gjøld, so sum uppskrivingargjald, árligt umsitingargjald, depositum, húsaleigu, gjøld fyri hita og el við meira.

§ 7 Uppsøgn av leigumáli

Leigari kann uppsiga leigumálið við freist nevnd í leigusáttmálanum.

Tá leigari heldur allar skyldir, kunnu Bústaðir undir vanligum umstøðum ikki siga leigumálið upp. Bústaðir tilskila sær tó rætt til skrivliga at siga leigumálið upp við uppsagnarfreist sambært lóg um útleigan av bústøðum, um leigari misheldur sínar skyldir, t.d. um húsreglur ikki verða hildnar, leigugjald og onnur viðkomandi gjøld ikki verða rindað, um leigari áhaldandi vísir vánaligan ella hóttandi atburð móti øðrum leigarum ella starvsfólkum hjá Bústøðum, ella um leigarin fer illa um ognir ella felagsøki hjá Bústøðum. Uppsøgnin skal innihalda grundgeving fyri, hví leigumálið verður uppsagt.

Áðrenn Bústaðir kunnu siga eitt leigumál upp vegna mishald leigarans, skal leigarin fyrst fáa eina ávaring við eini freist at rætta fyri seg.

Leigari hevur skyldu at endurgjalda Bústøðum tap, ið kemst av, at leigarin, húsfólk hansara ella gestir elva til skaða á tað leigaða.

Í sambandi við serliga grovt mishald av skyldum leigarans, tilskilar Bústaðir sær rætt til at ógilda leigumálið uttan freist.

Uppsøgn av leigumáli kann eisini koma fyri, um leigaða íbúðin skal rívast niður, um íbúðin skal umbyggjast/umvælast, og tískil ikki kann nýtast til bústað longur, ella um Bústaðir av yvirskipaðum orsøkum selja íbúðina. Bústaðir hava í slíkum førum skyldu til so vítt gjørligt at endurhýsa leigaran.

§ 8 Klagur

Leigarar hava rætt til at klaga til Bústaðir um atburðin hjá øðrum leigara í sama býlingi, um atburðurin hjá øðrum leigara er til munandi ampa.

Ósemjur og trætur millum leigara og Bústaðir verða, um semja ikki fæst millum partarnar, lagdar fyri leigunevndina til støðutakan.

§ 9 Leigarafeløg

Leigarar í einum býlingi kunnu í samráð við Bústaðir skipa seg í leigarafeløg, og fáa ávirkan á viðurskiftini í teirra býlingi.

§ 10 Broyting av hesum viðtøkum

Hesar viðtøkur um leiguvirksemið hjá Bústøðum kunnu broytast við samtykt frá stýrinum fyri Bústaðir.

 

Leigulógin 

Virksemið hjá Bústøðum at leiga bústaðir út verður skipað sambært løgtingslóg nr. 60 frá 26. mai 2010 um útleigan av bústøðum, sum broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 14. mai 2013.

Endamálið við leigulógini er at tryggja rættindi hjá leigara og útleigara at virka fyri einum vælskipaðum og vælvirkandi leigumarknaði og at seta krøv til leiguavtalur.

Leigulógin kann lesast her.

Leigusáttmálin, ið verður brúktur til øll okkara leigumál, er tann almenni leigusáttmálin og kann síggjast her.

 

Leigunevndin

Leigunevndin skal hava eftirlit við, at ásetingarnar í leigulógini verða hildnar, og taka avgerð í trætumálum millum leigara og útleigara. Hon er mannað við trimum limum, ið sambært lógini skulu hava kunnleika um leiguvirksemi, byggifrøði, búskaparfrøði og viðurskifti brúkaranna. 

Leigunevndin kann sambært § 26 í leigulógini viðgera kærur frá pørtunum um: 

1.    ein møgulig hækking av leiguni er rímilig og kann heilt ella lutvíst strika hesa hækking
2.    leigubústaðurin lýkur lógarásett krøv, og kann í hesum sambandi áleggja útleigaranum at gera neyðugar ábøtur
3.    rættin og skyldur hjá útleigara at fremja umvælingar
4.    grundarlagið fyri uppsøgn av leigumálinum og kann ógilda eina ólógliga uppsøgn
5.    afturhaldan av depositum

Kunna teg annars nærri á heimasíðuni hjá leigunevndini her

 

Politikkur fyri viðger av ósemjum og av kærum frá leigarum

Sum útleigari hevur Bústaðir ábyrgdina av, at tað er friður og gott skil á, har sum leigað verður út. Sum leigari hevur tú ábyrgdina av, hvussu tú, títt húsarhald og tínir gestir uppføra seg á økinum hjá Bústøðum.

Áðrenn tú tekur avgerð um at kæra um grannan hjá tær, eigur tú at umhugsa, um tað ikki er betri, at tit sjálvi loysa trupulleikarnar á ein hóvligari og skilabetri hátt, enn við at byrja eitt formligt kærumál. Nógv tær flestu ósemjur millum grannar kunnu loysast við samskifti og við at taka atlit at hvørjum øðrum. Bústaðir eigur sum útleigari bert at gerast partur í málum, har grannar ikki sjálvir eru førir fyri at loysa trupulleikarnar.

Kærur um aðrar leigarar skulu altíð vera skrivligar. Politikkurin hjá Bústøðum fyri viðger av ósemjum og av kærum frá leigara er at finna longri niðri á hesari síðuni.

 

Býta um íbúð

Leigarar, sum hava búð í minsta lagi í trý ár í ávísari íbúð, kunnu søkja Bústaðir um at sleppa at býta um íbúð við annan leigara hjá Bústøðum, sum eisini skal hava búð í minsta lagi í trý ár í ávísari íbúð.

Fyri at henda skipanin løgfrøðiliga skal vera haldbar, er neyðugt, at umbýtið verður handfarið, við at báðir leigarar uppsiga síni leigumál, avgreiða øll viðurskifti við verandi leigumál, og síðani gera nýggjan leigusáttmála fyri nýggja leigumálið. Munurin á vanligari uppsøgn av íbúðini og at býta um íbúð er, at leigarin í hesum førinum sjálvur hevur funnið nýggjan leigara, og íbúðin tí ikki skal bjóðast til leigu eftir bíðilistanum

Longur niðri á hesari síðuni er mannagongdin lýst, har eisini oyðiblað er at finna, sum skal brúkast, um tveir leigarar ynskja at býta um íbúð.

 

Privatlívspolitikkur

Føroyska dátuverndarlógin ásetur reglur um vernd av einstaklingum í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum og reglur um frían flutning av persónupplýsingum.

Privatlívspolitikkurin hjá Bústøðum er at finna longri niðri á hesari síðuni.

PDF: 

It appears your Web browser is not configured to display PDF files. Download adobe Acrobat or click here to download the PDF file.

Click here to download the PDF file.

It appears your Web browser is not configured to display PDF files. Download adobe Acrobat or click here to download the PDF file.

Click here to download the PDF file.

It appears your Web browser is not configured to display PDF files. Download adobe Acrobat or click here to download the PDF file.

Click here to download the PDF file.

It appears your Web browser is not configured to display PDF files. Download adobe Acrobat or click here to download the PDF file.

Click here to download the PDF file.

It appears your Web browser is not configured to display PDF files. Download adobe Acrobat or click here to download the PDF file.

Click here to download the PDF file.

It appears your Web browser is not configured to display PDF files. Download adobe Acrobat or click here to download the PDF file.

Click here to download the PDF file.