• Eftirgjørd mynd

    Eftirgjørd mynd

  • Eftirgjørd mynd

    Eftirgjørd mynd

Á Kneysum (búfelagsskapur) - Toftir

Byggivirkið KBH er í ferð við at byggja ein bygning við 18 íbúðum og felagshølum fyri Bústaðir Á Kneysum á Toftum. Bygningurin skal brúkast til ein búfelagsskap, har Almannaverkið tillutar íbúðir til leigararnar.

Talan er um bygging í trimum hæddum norðan fyri kommunuskrivstovuna hjá Nes kommunu. Bústaðir hevur saman við Almannaverkinum ment verkætlanina. Tær 18 íbúðirnar verða 50 fermetrar til støddar og hava gongd, køk/stovu, kamar og baðirúm. Til hvørja íbúð verður altan/terrassa og goymsluhøli. Partur av veghæddini verður gjørdur til felagshøli.

Væntandi verður bygningurin liðugur á sumri 2025.

ViðfestiStødd
PDF icon Tekningar á Kneysum (búfelagsskapur), Toftir.pdf892.22 KB

Íbúðir18

Búvídd, m250

Rúm2

Felagsrúmja

Goymslurúmja

Úthúsnei

Terassa/altanja

Hæddir3

Lyftaja

ArbeiðstakariByggivirkið KBH

Húsdjórnei

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

  • Mai 2023

    Mai 2023

  • Eftirgjørd mynd - útsýni frá sjónum

    Eftirgjørd mynd - útsýni frá sjónum

Úti á Land - Fuglafjørður

TN Bygging er í ferð við at byggja 18 íbúðir fyri Bústaðir Úti á Land í Fuglafirði.

Talan er um bygging í trimum hæddum oman móti sjónum, har ovasta hædd er inn frá vegnum, og tær báðar niðaru hæddirnar eru undir veghæddini. Íbúðirnar verða umleið 80 fermetrar til støddar og hava køk/stovu í einum, tvey sovikømur og baðirúm. Nakrar íbúðir fara harumframt at hava eitt minni høli, sum t.d. kann brúkast sum kontór. Til hvørja íbúð hoyrir úthús og altan/terassa og goymsluhøli. Góð parkeringsviðurskifti verða á økinum.

Íbúðirnar verða klárar at taka í brúk í 2024.

ViðfestiStødd
PDF icon Fyribils tekning av innrætting Úti á Land.pdf538.02 KB

Íbúðir18

Búvídd, m280

Rúm3-4

Felagsrúmnei

Goymslurúmja

Úthúsja

Terassa/altanja

Hæddir3

Lyftaja

ArbeiðstakariTN Bygging og Seve

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

  • Støðumynd av íbúðunum

    Støðumynd av íbúðunum

Heinagerði - Streymnes

Byggifelagið Norðhús er í ferð við at byggja 7 íbúðir fyri Bústaðir í Heinagerði í Streymnesi.

Talan er um bygging í einari hædd, og sum verður bygd í einari lon. Íbúðirnar verða umleið 77 fermetrar til støddar og hava køk/stovu í einum, tvey sovikømur og baðirúm. Til hvørja íbúð hoyrir úthús og terassa. Íbúðirnar fara at verða hitaðar við jarðhita. Góð parkeringsviðurskifti verða á økinum.

Íbúðirnar verða klárar at taka í brúk í 2024.

ViðfestiStødd
PDF icon Tekningar Streymnes.pdf480.66 KB

Íbúðir7

Búvídd, m277

Rúm3

Felagsrúmnei

Goymslurúmnei

Úthúsja

Terassa/altanja

Hæddir1

Lyftanei

ArbeiðstakariNorðhús og Seve

OrkukeldaJarðhiti

Húsdjórja

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

  • Tekning av verkætlanini við Dalavegin

    Tekning av verkætlanini við Dalavegin

Dalavegur - Tórshavn

Bústaðir og HVT hava gjørt arbeiðstakarasáttmála um íbúðarbygning á Dalavegnum í Tórshavn.

Bústaðir hevur fyri nøkrum árum síðani keypt eina trøð við Dalavegin. Roynt hevur í fleiri umførum verið at ment eina íbúðaverkætlan fyri økið. Nú er avtala gjørd við byggivirkið HVT um at byggja verkætlanina, sum íalt fevnir um 44 búeindir á einum grundøki á umleið 8.500 fermetrar. Arkitektarnir Henning Larsen North Atlatic hava teknað.

Talan verður um seks túnbýlingar við 6-8 búeindum í hvørjum. Tveir teir ovastu býlingarnir eru innrættaðir við 6 búðeindum við 3- og 4- rúms íbúðum (alrúm og kømur telja sum rúm), meðan fýra teir niðaru býlingarnir eru innrættaðir við 8 íbúðum við 2- og 3- rúms íbúðum. Harumframt verður kjallari, við tøknirúmi og goymslum til íbúðirnar, undir parti av tveimum av býlingunum.

Mett verður, at íbúðirnar eru klárar at taka í brúk í 2025.

Íbúðir44

Búvídd, m278

Rúm2-4

Felagsrúmnei

Goymslurúmja

Úthúsnei

Terassa/altanja

Lyftanei

ArbeiðstakariHVT

OrkukeldaJarðhiti

Húsdjórja

  • Eftirgjørd mynd av nýggja Húsarhaldsskúla Føroya

    Eftirgjørd mynd av nýggja Húsarhaldsskúla Føroya

  • 11. juni 2023

    11. juni 2023

  • 11. juni 2023

    11. juni 2023

  • 11. juni 2023

    11. juni 2023

Næmingabústaðir til Húsarharhaldsskúla Føroya

Húsarhaldsskúlin verður bygdur í miðbýnum í Klaksvík, har sum gamla kappróðrarneystið stóð.

Talan er um bygning í trimum hæddum, har skúli verður í niðastu hæddini, meðan tær báar ovaru hæddirnar, sum Bústaðir kemur at eiga, verða til næmingabústaðir hjá teimum, sum ganga á húsarhaldsskúlanum.

Nýggi húsarhaldsskúlin kemur at rúma 36 næmingum. Við nýggja bygninginum fær skúlin væl betri karmar til at skipa fyri sínum virksemi, enn í dag.

Íbúðir24

Felagsrúmja

Goymslurúmnei

Úthúsnei

Hæddir2

Lyftaja

ArbeiðstakariKanjon og Fuglark

OrkukeldaSjóhiti

Húsdjórnei

  • Eftirgjørd mynd

    Eftirgjørd mynd

  • Mynd tikin 13. juni 2022

    Mynd tikin 13. juni 2022

  • 1. juni 2023

    1. juni 2023

  • 6. juni 2023

    6. juni 2023

Heimasta Horn II - Tórshavn

Bústaðir og MT Højgaard Føroyar hava gjørt arbeiðstakarasáttmála um íbúðarbygning á Heimasta Horni.

Verkætlanin, sum eisini verður nevnd Heimasta Horn II, er á vestaru síðu í brekkuni, sum leiður niðan til íbúðabygningarnar á Heimasta Horni, beint omanfyri krossin Undir Gráasteini/Velbastaðvegur. Ætlanin er ment yvir nøkur ár, har Albert Isfeld, arkitektar AF, hava gjørt tekningar fyri Bústaðir.

Talan er um at byggja 22 íbúðir á einum grundøki á útvið 5.000 fermetrar, sum Bústaðir hevur keypt frá BankNordik. Bygdar verða tvær lonir í tveimum hæddum. Tað verða 10 íbúðir í tí einu lonini, og 12 íbúðir í hinari lonini. Íbúðirnar verða umleið 78 fermetrar til støddar og hava køk/stovu í einum, tvey sovikømur og baðirúm. Hjallur, goymsla og altanur ella terrassa verða til íbúðirnar.

Mett verður, at íbúðirnar eru klárar at taka í brúk á heysti 2023.

Íbúðir22

Búvídd, m278

Rúm3

Felagsrúmnei

Úthúsja

Terassa/altanja

Hæddir2

Lyftanei

ArbeiðstakariMT Højgaard Føroyar

OrkukeldaJarðhiti

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

  • Óðinshædd juni 2023

    Óðinshædd juni 2023

  • Juni 2020

  • Juni 2022 - fyrstu trý byggistigini

    Juni 2022 - fyrstu trý byggistigini

  • Mynd 4. byggistig juni 2023

    Mynd 4. byggistig juni 2023

Óðinshædd II - Tórshavn

Á Óðinshædd í Tórshavn – millum Stoffalág og bygningin, har grannskoðanarvirkið Januar heldur til – er Bústaðir farið í holt við at byggja 69 íbúðir og eitt felagshús.Talan er um randarhús í tveimum hæddum.

Samlaða verkætlanin fevnir um 69 íbúðareindir og eitt felagshús. Talan er um leigubústaðir, sum verða bodnir til leigu til tey, sum eru á bíðilista hjá Bústøðum.

Verkætlanin verður bygd í fýra byggistigum. Fyrsta byggistigið við 10 íbúðareindum, sum er nærmast Stoffalág, bleiv tikið í nýtslu í 2020, meðan næsta byggistigið, sum fevnir um 20 íbúðareindir, er tikið í nýtslu seint í 2022. Triðja byggistigið fevnir um 20 íbúðareindir. Av hesum eru 10 íbúðir tiknar í brúk í 2023, har tær seinastu 10 verða tiknar í brúk í 2024.

Byggistig fýra, sum fevnir um 19 íbúðareindir og eitt felagshús, verður eftir ætlan handað Bústøðum um ársskiftið 2023/2024.

Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu ella trappupall. Parkeringsviðurskiftini eru góð. Goymslurúm verða gjørd til íbúðirnar, og kunnu tey væntandi takast í brúk í 2023.

Íbúðirnar eru í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi. Tað er ikki langt í skúla og barnagarð. Stutt er til handils og til bussamband.

ViðfestiStødd
PDF icon Byggistig 3 - tekningar av íbúðum við adressum.pdf1.22 MB
PDF icon Byggistig 4 - tekningar av íbúðunum.pdf1.94 MB

Byggiár2020-24

Íbúðir29

Búvídd, m242-85

Rúm2-3

Terassa/altanja

Hæddir2-3

ArbeiðstakariHVT

OrkukeldaJarðhiti

  • 2018-05-09

  • Loftmynd 6. juni 2022

    Loftmynd 6. juni 2022

  • Loftmynd 6. juni 2022.

    Loftmynd 6. juni 2022.

  • Loftmynd 6. juni 2022.

    Loftmynd 6. juni 2022.

Blómubrekka og Berjabrekka - Tórshavn

Á Blómubrekku/Berjabrekku verða íalt 38 nýggjar íbúðir bygdar. Av teimum eru tær fyrstu 22 lidnar.

Seinasta byggistig, sum er í Blómubrekku, fevnir um fýra bygningar við íalt 16 íbúðum, harav 8 eru á umleið 60 fermetrar og 8 eru á umleið 70 fermetrar.

Verkætlanin er eitt samstarv millum byggifyritøkuna Bulur, Plan, Tórshavnar kommunu, Sinnisbata, Palla Gregoriussen, arkitekt, og Bústaðir.

ViðfestiStødd
PDF icon Innrætting Blómubrekka 11-41.pdf491.72 KB

Íbúðir16

Búvídd, m260-70

Rúm2-3

Felagsrúmnei

Úthúsja

Terassa/altanja

Hæddir2

Lyftanei

ArbeiðstakariSp/f Bulur

OrkukeldaFjarðhiti

Húsdjórja