Bakkavegur 16 - Vestmanna
Á Bakkavegi 16, miðskeiðis í Vestmanna, hevur Bústaðir umbygt ein bygning, sum m.a. fyrr hevur verið kommunuskrivstova, til sjey leigubústaðir.
Talan er um bygning í trimum hæddum, har tað eru tríggjar íbúðir í niðastu hædd, tríggjar íbúðir á miðhæddini og ein íbúð er á ovastu hædd. Ein útitrappa leiðir til íbúðirnar á teimum báðum ovaru hæddunum.
Í niðastu hædd er ein stór íbúð á umleið 95 fermetrar við gongd, køki/stovu, trimum kømrum og baðirúmi. Talan er um íbúð, sum er egnað at búgva í hjá fólki við rørslutarni. Afturat hesi íbúðini eru tvær smærri íbúðir á niðastu hædd á umleið 45 fermetrar hvør við gongd, køki/stovu, kamari og baðirúmi. Á miðhæddini ein stór íbúð á umleið 93 fermetrar við gongd, køki/stovu, tveimum kømrum og baðirúmi. Afturat hesi íbúðini eru tvær smærri íbúðir á umleið 45 fermetrar hvør við gongd, køki/stovu, kamari og baðirúmi. Á ovastu hædd ein stór íbúð á umleið 93 fermetrar við trappuuppgongd, køki/stovu, tveimum kømrum og baðirúmi.
Til hvørja íbúð hoyrir goymslurúm á uml. 2-3 fermetrar.
Allar íbúðirnar hava terassu ella altan. Uttanum økini eru løgd við flísum.
Íbúðirnar liggja væl fyri, nær við havnarlagið, har serliga tær ovaru íbúðirnar hava sera gott útsýni yvir fjørðin.