• Mynd tikin 1. juni 2022

    Mynd tikin 1. juni 2022

  • Juni 2021

    Juni 2021

  • Juli 2021

    Juli 2021

  • Køkur lítil íbúð

    Køkur lítil íbúð

  • Køkur/stova lítil íbúð

    Køkur/stova lítil íbúð

  • Køkur/stova lítil íbúð

    Køkur/stova lítil íbúð

  • Baðirúm lítil íbúð

    Baðirúm lítil íbúð

  • Baðirúm lítil íbúð

    Baðirúm lítil íbúð

  • Kamar lítil íbúð

    Kamar lítil íbúð

  • Gongd á fyrstu hædd

    Gongd á fyrstu hædd

  • Inngongd til goymslurúm á fyrstu hædd

    Inngongd til goymslurúm á fyrstu hædd

  • Køkur/stova stór íbúð

    Køkur/stova stór íbúð

  • Køkur/stova stór íbúð

    Køkur/stova stór íbúð

  • Stova stór íbúð

    Stova stór íbúð

  • Baðirúm stór íbúð

    Baðirúm stór íbúð

  • Trappu uppgongd til aðru hædd

    Trappu uppgongd til aðru hædd

  • Trappupallur á aðru hædd

    Trappupallur á aðru hædd

Bakkavegur 16 - Vestmanna

Á Bakkavegi 16, miðskeiðis í Vestmanna, hevur Bústaðir umbygt ein bygning, sum m.a. fyrr hevur verið kommunuskrivstova, til sjey leigubústaðir.

Talan er um bygning í trimum hæddum, har tað eru tríggjar íbúðir í niðastu hædd, tríggjar íbúðir á miðhæddini og ein íbúð er á ovastu hædd. Ein útitrappa leiðir til íbúðirnar á teimum báðum ovaru hæddunum. 

Í niðastu hædd er ein stór íbúð á umleið 95 fermetrar við gongd, køki/stovu, trimum kømrum og baðirúmi. Talan er um íbúð, sum er egnað at búgva í hjá fólki við rørslutarni. Afturat hesi íbúðini eru tvær smærri íbúðir á niðastu hædd á umleið 45 fermetrar hvør við gongd, køki/stovu, kamari og baðirúmi. Á miðhæddini ein stór íbúð á umleið 93 fermetrar við gongd, køki/stovu, tveimum kømrum og baðirúmi. Afturat hesi íbúðini eru tvær smærri íbúðir á umleið 45 fermetrar hvør við gongd, køki/stovu, kamari og baðirúmi. Á ovastu hædd ein stór íbúð á umleið 93 fermetrar við trappuuppgongd, køki/stovu, tveimum kømrum og baðirúmi.

Til hvørja íbúð hoyrir goymslurúm á uml. 2-3 fermetrar.

Allar íbúðirnar hava terassu ella altan. Uttanum økini eru løgd við flísum.

Íbúðirnar liggja væl fyri, nær við havnarlagið, har serliga tær ovaru íbúðirnar hava sera gott útsýni yvir fjørðin. 

 

Byggiár2022

Íbúðir7

Búvídd, m245-95

Rúm2-4

Goymslurúmja

Terassa/altanja

Hæddir3

Lyftanei

ArbeiðstakariSp/f Eysturlon

OrkukeldaJarðhiti

Húsdjórja

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

Vaskimask.nei

Turkitrumlanei

Leiga5.400-8.000

  • Uttan

  • Uttan

  • Hjallur

  • Gangur

  • Køkur

  • Útsýni úr stovu

  • Kamar

  • Kamar

  • Baðirúm

  • Baðirúm

  • Stigi til loftsrúm

  • Loftsrúm

  • Terrassa

Sundsvegur - Hvannasund

Í Hvannasundi hevur Bústaðir bygt tríggjar íbúðir.

Íbúðirnar eru 84 fermetrar til støddar og innrættaðar soleiðis: køkur/stova, tvey sovikømur og baðirúm, har afturat er ein hjallur. 

ViðfestiStødd
PDF icon Tekningar íbúðirnar í Hvannasundi.pdf428.96 KB

Byggiár2019

Íbúðir3

Búvídd, m284

Rúm3

Felagsrúmnei

Goymslurúmnei

Úthúsja

Terassa/altanja

Hæddir1

ArbeiðstakariSp/f VÁ-Bygging

Húsdjórja

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

Leiga6.304

  • 07 mai 2020

  • Køkur

    Køkur

  • Alrúm

    Alrúm

  • Gongd

    Gongd

  • Sovikamar

    Sovikamar

  • Ovasta loft

    Ovasta loft

  • Úthúsið

    Úthúsið

Heimasandsvegur - Sandur

Á Heimasandsvegi 86 á Sandi, hevur Bústaðir latið fimm raðíbúðir byggja.

Íbúðirnar, ið allar eru eins, eru umleið 84 fermetrar brutto. Tær eru innrættaðar við duri, Køks-/alrúmi, baðirúmi og tveimum sovikømrum. Úr durinum er atgongd til øll onnur rúm. Eisini er eitt úthús til hvørja íbúð.

Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu. Parkeringsviðurskiftini eru góð og bilur fæst til dyrnar. Harafturat eru allar íbúðirnar rørsluvinarligar.

Íbúðirnar eru í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi, miðskeiðis í bygdini, stutt frá barnagarði.

Íbúðirnar lúka øll verandi krøv til bústaðabygging. Tær hava jarðhitaskipan og inniluftin verður tryggjað ventilatiónsskipan.

Byggiár2020

Íbúðir5

Búvídd, m284

Rúm3

Úthúsja

Terassa/altanja

Hæddir1

ArbeiðstakariSH Bygging

Orkukeldajarðhiti

Húsdjórja

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

Uppvaskimask.ja

Leiga6.664

  • Juni 2019

Karlamagnusarbreyt 32 - Hoyvík

Á Karlamagnusarbreyt 32 í Hoyvík hevur Bústaðir eitt íbúðahús við seks íbúðum. 

Á niðastu hædd eru tvær íbúðir á áleið 96 m2 brutto. Hesar eru inrættaðar við duri, trimum sovikømrum, baðirúmi, depot rúmi og køks-/alrúmi. 

Hinar fýra íbúðirnar eru áleið 100 m2 brutto í tveimum hæddum. Tær eru inrættaðar við duri, baðirúmi og køks-/alrúmi í niðaru hæddini. Í ovaru hæddini eru trý sovikømur og eitt wc. 

Arbeiðstakarar vóru Scandibyg, Sp/f Plan og Sp/f JEP Smíð. 

ViðfestiStødd
PDF icon Tekningar íbúðirnar Karlamagnusarbreyt 32.pdf483.88 KB

Byggiár2018

Íbúðir6

Búvídd, m296-100

Rúm4

Goymslurúmja

Terassa/altanja

Hæddir3

Lyftanei

ArbeiðstakariScandibyg, Plan og JEP Smíð

Orkukeldafjarhiti

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

Uppvaskimask.ja

Vaskimask.nei

Turkitrumlanei

Leiga8.392

  • Juni 2019

Karlamagnusarbreyt 34 - Hoyvík

Á Karlamagnusarbreyt 34 í Hoyvík hevur Bústaðir bygt 12 vardar íbúðir, sum verða tillutaðar umvegis Almannaverkið. 

11 av íbúðunum eru 54 m2 brutto og eru innrættaðar við gangi, sovikamari, baðirúmi og køks-/alrúmi. Tann seinasta íbúðin, sum er áleið 100 m2 brutto, verður brúkt til felagshøli. Harumframt hevur Almannaverkið skrivstovu har. 

Arbeiðstakarar hava verið Scandibyg, Sp/f Plan og Sp/f JEP Smíð. 

ViðfestiStødd
PDF icon Tekningar íbúðirnar Karlamagnusarbreyt 34.pdf598.17 KB

Byggiár2018

Íbúðir12

Búvídd, m254-100

Rúm2

Felagsrúmja

Goymslurúmja

Terassa/altanja

Hæddir2

Lyftanei

ArbeiðstakariScandibyg, Plan, JEP-Smíð

Orkukeldafjarhiti

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

Uppvaskimask.ja

Leiga5.068-8.173

Stoffalág - Tórshavn

Í Stoffalág í Havn hava Bústaðir átta íbúðir. Hesar íbúðirnar eru ætlaðar til fólk við rørslutarni, og eru serliga innrættaðar til hendan málbólk.

Íbúðirnar vórðu upprunaliga bygdar í 1980unum, og vóru í 2017 høvuðsumvældar. 

Íbúðirnar eru 60 fermetrar, innrættaðar við køks-/alrúmi, sovikamari, baðirúmi og gongd. Uttanfyri er úthús sum kann brúkast til goymslu. Parkeringsviðurskiftini eru sera góð, og møguligt er at fáa bilin heilt til dyrnar. 

Byggiár1980/2017

Íbúðir8

Búvídd, m260

Rúm2

Goymslurúmja

Úthúsja

Terassa/altanja

Hæddir1

ArbeiðstakariHúsavarðatænastan

Orkukeldaoljufýr

Húsdjórja

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

Uppvaskimask.ja

Vaskimask.nei

Turkitrumlanei

Leiga4.850

  • Dronumynd mai 2019

  • Dronumynd mai 2019

Blikagøta - Runavík

Á Blikagøtu í Runavík hava Bústaðir 16 íbúðir. Býlingurin á Blikagøtu fevnir um trý íbúðahús – tvey við seks íbúðum og eitt við fýra íbúðum. Øll húsini eru í tveimum hæddum, allar íbúðirnar í ovaru hæddunum eru 62 m2, og tær í niðaru hæddunum eru 76 m2. Tær minnu hava eitt sovikamar og tær størru tvey sovikømur. Felags fyri allar íbúðirnar er, at tær eru innrættaðar við duri, baðirúmi og køks-/alrúmi. Tær hava egna inngongd og altan/terassu. Harumframt fáa allir leigarar atgongd til egið goymslurúm. Uttanumøkið er snøgt, og parkeringsviðurskiftini eru góð. 

Íbúðirnar lúka øll nútímans krøv til bústaðabygging og hava grøna orkuskipan. Inniluftin verður tryggjað við ventilatiónsskipan.

Staðsetingin er góð - stutt er frá íbúðunum til skúla, barnagarð, handilsmøguleikar og stóra ítróttarøkið í Runavík. Harumframt er gott útsýni úr íbúðunum oman yvir býin.

8 av íbúðunum eru 62,3 mbrutto
8 av íbúðunum eru 76,2 mbrutto

Verkætlanin er úrslit av góðum samstarvi millum Almannamálaráðið, Runavíkar kommunu og Bústaðir. Sambært avtalu við Almannaverkið hava tey ávíst leigarar til sjey av teimum smærru íbúðunum. Eisini leigar Almannaverkið eina íbúð, har starvsfólk, ið varða av leigarunum kunnu halda til, og leigararnir kunnu hava felags tiltøk.

ViðfestiStødd
PDF icon Støðumynd.pdf60.25 KB
PDF icon plantekning_Blikagøta_minna_íbúðin.pdf1.75 MB

Byggiár2017

Íbúðir16

Búvídd, m262-76

Rúm2-3

Goymslurúmja

Úthúsja

Terassa/altanja

Hæddir2

ArbeiðstakariTN Bygging

Orkukeldahitapumpa

Húsdjórja

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

Uppvaskimask.ja

Leiga5.014-5.995

Dávagerði - Strendur

Á Strondum hava Bústaðir bygt raðíbúðir. Tær liggja beint niðanfyri skúlan á Strondum, og við síðuna av nýggja sambýlinum Sjóvarlon.

Íbúðirnar liggja í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi, beint niðanfyri nýggju búsetingarnar upp á Fløtum. Stutt er til skúla og barnagarð. Harumframt er útsýnið framúr gott. 

Íbúðirnar eru innrættaðar við duri, køks-/alrúmi, baðirúmi og tveimum sovikømrum. Dururin er miðpunktið í íbúðini og hevur atgongd til øll onnur rúm. Harumframt er eitt úthús til hvørja íbúð. Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu.

Parkeringsviðurskiftini eru góð og bilur fæst til dyrnar. Harafturat eru allar sjey íbúðirnar rørsluvinarligar. 

Íbúðirnar lúka øll nútímans krøv til bygging, og tær hava góð ljós- og ljóð viðurskifti. Inniluftin verður tryggjað við ventilatión í øllum íbúðum.

Íbúðirnar eru 79 fermetrar brutto, umframt eitt úthús á 7 m2.

ViðfestiStødd
PDF icon Flatmynd íbúð Dávagerði Strendur.pdf136.78 KB

Byggiár2017

Íbúðir7

Búvídd, m276

Rúm3

Goymslurúmja

Úthúsja

Terassa/altanja

Hæddir1

ArbeiðstakariSp/f VÁ-Bygging

Orkukeldahitapumpa

Húsdjórja

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

Uppvaskimask.ja

Leiga6.103

  • Staðsetingin er sera góð. Stutt er til allar hugsandi hentleikar

    Staðsetingin er sera góð. Stutt er til allar hugsandi hentleikar

Íslandsvegur - Tórshavn

Í vesturbýnum í Havn hava vit eini sethús við fýra íbúðum. Staðsetingin er góð og stutt er til allar hugsandi hentleikar. Húsini eru frá 1960unum, men eru dagførd so líðandi. Íbúðirnar eru 37, 39, 73 og 91 fermetrar.

Byggiár1960unum

Íbúðir4

Búvídd, m237-91

Felagsrúmnei

Goymslurúmnei

Úthúsnei

Terassa/altannei

Hæddir3

Lyftanei

Orkukeldaoljufýr, radiatorar

Húsdjórja

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

Mikroovnurnei

Uppvaskimask.ja

Vaskimask.ja

Turkitrumlaja

Leiga3.781-6.115

  • Dronumynd mai 2019

Kráarbrekka - Klaksvík

Undir Kráarbrekku í Klaksvík eiga vit 24 íbúðir, sum eru sera væl egnaðar til eldri fólk.

Koyrandi er til allar íbúðir, eingi trappustig eru við útdyrnar, og íbúðirnar eru innrættaðar samsvarandi til fólk við rørslutarni. Íbúðirnar eru í einari hædd.

Undir Kráarbrekku eru trý íbúðahús við ávíkavist tíggju, átta og seks íbúðum. Lonirnar eru í tveimum hæddum, har útdyrnar til íbúðirnar í niðaru hæddini venda omaneftir, meðan tær í erva venda niðaneftir. Allar íbúðirnar hava terassu og sólargangurin er góður. Bæði oman- og niðanfyri íbúðirnar kann sólin njótast líka til hon fer undir. Harumframt er útsýnið sera gott - serliga frá íbúðunum í ovaru hæddunum. Hvør íbúð sær hevur eitt lítið goymslurúm við útdyrnar og eitt úthús á umleið fimm fermetrar sum er á parkeringsøkinum við endan á hvørjari lon.

Íbúðirnar liggja í sera friðarligum øki og parkeringsviðurskiftini eru góð. Stutt er til allar hentleikar, og býarbussurin steðgar beint uttanfyri.

18 íbúðir eru 50 m2
6 íbúðir eru 70 m2

ViðfestiStødd
PDF icon Kort yvir íbúðirnar.pdf160.37 KB

Byggiár2003

Íbúðir24

Búvídd, m250-70

Rúm2-3

Goymslurúmja

Úthúsja

Terassa/altanja

Hæddir2

Orkukeldaoljufýr

Húsdjórja

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

Leiga4.659-6.005

Síður