• Tilgjørd mynd

  • Tilgjørd mynd

  • Juni 2020

Næmingabústaðir til Ítróttarháskúlan í Suðuroy

Tætt við sandin í Vági hevur Bústaðir bygt ein bygning til næmingabústaðir til tey, sum ganga á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy.

Talan er um bygning í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini eru seks kømur, har pláss er fyri tveimum persónum, og trý kømur, har pláss er fyri fýra persónum. Í ovaru hæddini eru 12 kømur, har pláss er fyri tveimum persónum í hvørjum kamari. Hvørt kamar hevur egið WC/baðirúm. Kømrini, sum eru til 4 persónar, eru eisini hóskandi til fólk við rørslutarni. Í bygninginum er felags køkur og felags uppihaldsrúm.

Bústaðir hevur avtalu við Ítróttarháskúlan um húsaleigu, og skipar skúlin fyri øllum tí praktiska, sum hevur at gera við inn- og útflytingar, gjald fyri kømrini og tílíkum.

Byggiár2021

Felagsrúmja

Hæddir2

ArbeiðstakariKontrast og NorCon

OrkukeldaJarðhiti

  • Felagskøkur

  • Kamar

  • Kamar

  • Baðirúm

Studentaskúlaheimið í Berjabrekku (lestrarbústaðir) - Tórshavn

Talan er um tveir bygningar í tveimum hæddum á Berjabrekku 21 og 23.

Hvør bygningur hevur 8 lestrarkømur við egnum wc/bað og felags køki og uppihaldsstovu. Í tí eina bygninginum er felags vaskimaskina og turkitrumla.

Studentaskúlaheimið í Berjabrekku er einamest ætlað lesandi á miðnámi, og sum meginregla skal leigari ikki vera fyltur 30 ár, tá leigumálið byrjar. Eitt lestrarkamar er til ein persón og ikki til pør, pør við børnum ella støk við børnum.

Lesandi, ið hava áhuga at skriva seg á bíðilista til lestrarkømrini, kunnu tekna seg sum limir hjá Bústøðum. 

ViðfestiStødd
PDF icon Húsreglur fyri SÍB.pdf285.9 KB

Byggiár1988

Rúm1

Felagsrúmja

Hæddir2

Lyftanei

Húsdjórnei

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

Uppvaskimask.ja

Vaskimask.ja

Turkitrumlaja

Leiga1.963

  • Næmingaheimið undir Fjalli

    Næmingaheimið undir Fjalli

  • Vesturgøta 15

    Vesturgøta 15

  • Vesturgøta 17

    Vesturgøta 17

  • Inngongdir til lestrarkømrini

  • Felagskøkur

  • Felagskøkur

  • Køkur

  • Felags uppihaldsstova

  • Innrættað kamar

  • Innrættað kamar

  • Innrættað kamar

  • Gangur í niðastu hædd

    Gangur í niðastu hædd

  • Køkur í íbúð í Vesturgøtu 15

    Køkur í íbúð í Vesturgøtu 15

  • Baðirúm í íbúð í Vesturgøtu 15

    Baðirúm í íbúð í Vesturgøtu 15

  • Køkur í íbúð í Vesturgøtu 17

    Køkur í íbúð í Vesturgøtu 17

  • Baðirúm í íbúð í Vesturgøtu 17

    Baðirúm í íbúð í Vesturgøtu 17

  • Baðirúm í íbúð í Vesturgøtu 17

    Baðirúm í íbúð í Vesturgøtu 17

  • Millumgongd í íbúð í Vesturgøtu 17

    Millumgongd í íbúð í Vesturgøtu 17

  • Køks- og stovurúm í íbúð í niðastu hædd

    Køks- og stovurúm í íbúð í niðastu hædd

  • Kamar í íbúð í niðastu hædd

    Kamar í íbúð í niðastu hædd

  • Goymsluhølir til íbúðir í niðastu hædd

    Goymsluhølir til íbúðir í niðastu hædd

Næmingaheimið undir Fjalli (lestrarbústaðir) - Tórshavn

Talan er um tveir bygningar í trimum hæddum á Vesturgøtu 15 og 17. Hvør bygningur hevur 12 lestrarkømur á umleið 18 fermetrar í tveimum teim ovaru hæddunum við egnum wc/bað og felags køki og uppihaldsstovu. Øll 24 kømrini venda oman í móti býnum og hava gott útsýni móti Nólsoynni.

Í niðastu hæddini eru seks íbúðir á umleið 35 fermetrar - 3 íbúðir í hvørjum bygningi. Íbúðirnar hava køk/stovu, kamar og wc/bað. Ein goymsluklivi er til hvørja íbúð. 

Í einum millumbygningi er vaskirúm við felags vaskimaskinum og turkitrumlum, sum bæði lestrarkømrini og íbúðirnar brúka.

Næmingaheimið undir Fjalli er einamest ætlað lesandi á miðnámi, og sum meginregla skal leigari ikki vera fyltur 30 ár, tá leigumálið byrjar. Eitt lestrarkamar er til ein persón og ikki til pør, pør við børnum ella støk við børnum. Íbúðirnar eru til pør, pør við børnum og støk við børnum.

Lesandi, ið hava áhuga at skriva seg á bíðilista til lestrarbústaðirnar, kunnu tekna seg sum limir hjá Bústøðum. 

ViðfestiStødd
PDF icon Húsreglur fyri NUF.pdf286.49 KB
PDF icon NUF - tekning íbúðir Vesturgøta 15 og 17469.9 KB

Byggiár1989

Íbúðir30

Búvídd, m218-35

Rúm1-2

Felagsrúmja

Hæddir3

Lyftanei

OrkukeldaJarðhiti

Húsdjórnei

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

Vaskimask.ja

Turkitrumlaja

Leiga2.399-4.700

  • 19. okt 2017

  • 19. okt 2017

  • 19. okt 2017

  • 19. okt 2017

  • 19. okt 2017

  • Juli 2017

  • Íblástur til innrætting

  • Íblástur til innrætting

  • Íblástur til innrætting

  • Íblástur til innrætting

  • Íblástur til innrætting

  • Íblástur til innrætting

  • Íblástur til innrætting

  • Útsýni

  • 19. okt 2017

  • 19. okt 2017

  • 19. okt 2017

  • Juli 2017

  • 19. okt 2017

  • 19. okt 2017

  • 19. okt 2017

  • Juli 2017

  • 19. okt 2017

  • 19. okt 2017

  • 19. okt 2017

  • 19. okt 2017

  • 19. okt 2017

  • 19. okt 2017

  • 19. okt 2017

  • 19. okt 2017

  • November 2016

  • Juli 2017

Finsen (lestrarbústaðir) - Tórshavn

Bústaðir og Tórshavnar kommuna hava í felag umvælt gamla Kommunuskúlan í Tórshavn til 33 nýmótans lestrarbústaðir. Ásannandi at skúlin hevur stórt persónligt virði fyri nógvar borgarar, er umvæling gjørd á tann hátt, at upprunaligi skúlin er virdur mest møguligt. Verkætlanin var skipað sum ein partalagsavtalan millum Bústaðir, Tórshavnar kommunu, Selmar Nielsen arkitektar og Húsavarðatænastuna. Arbeiðið fór í gongd á vári 2016, og umvælingin varð liðug í november 2017. 

Íbúðirnar eru í lonunum í skúlanum, sum venda móti Sjúrðargøtu og Tórsgøtu. Nýggjar inngongdir í Kommunuskúlagarðin eru gjørdar frá Sjúrðagøtu og Tórsgøtu, so atgongdin til garðin er betri.

Sum meginregla skal ein vera fyltur 20 ár fyri at kunna leiga á Finsen. Rætt at leiga á Finsen hava tey, sum eru undir útbúgving, har útbúgvingin er góðkend til at geva lestrarstuðul, og lærlingar við lærlingaløn.

Íbúðastøddirnar eru millum 30 og 102 m2 brutto. Á Finsen er 20 eitt-rúms íbúðir, 11 tvey-rúms íbúðir og 2 fýra-rúms íbúðir, har tann eina av fýra-rúms íbúðunum verður brúkt sum felags íbúð við kømrum til trý lesandi við felags køki/uppihaldsstovu og wc/bað.

Allar íbúðirnar hava góð ljósviðurskifti og høgt er til loftið. Inniluftin verður tryggjað við ventilatións skipan og 25 íbúðir hava egna altan. 

Staðsetingin av íbúðum kann neyvan verða betri og stutt er til allar hugsandi hentleikar.

Á Finsen er felagshøli, sum leigarar kunnu leiga, og felags vaskarí, sum allir leigarar hava atgongd til. 

Mánaðarliga húsaleigan er íroknað orkugjald, internet og brúk av vaskirúminum.

ViðfestiStødd
PDF icon Yvirlit við øllum adressum.pdf561.68 KB
PDF icon Húsreglur fyri Finsen.pdf209.48 KB
PDF icon Vælkomin á Finsen - kunning til leigararnar um praktisk viðurskifti ver. 20230911.pdf797.7 KB
PDF icon Kostnaðir fyri lyklar á Finsen 2021.pdf365.25 KB
PDF icon Húsaleigur Finsen august 2023.pdf326.08 KB

Byggiár1950-unum

Íbúðir33

Búvídd, m230-102

Rúm1-4

Felagsrúmja

Terassa/altanja

Hæddir4

Lyftaja

ArbeiðstakariHúsavarðatænastan

Orkukeldafjarhiti

Húsdjórnei

Køliskápja

Ovnurja

Eymhettaja

Uppvaskimask.nei

Leiga3.095-9.285