Bústaðir hækkar rentuna
Dagfest 10-10-2023
Leiðandi renturnar eru hækkaðar tríggjar ferðir nú í summar, og hetta hevur við sær, at Bústaðir – Húsalánsgrunnurin eisini hækkar útlánsrenturnar.
Rentan hækkar við upp til 0,75 prosentstigum. Tó hækka serligu bjálvingarlánini við 1,9 prosentstigum.
Broytingarnar koma í gildi 15. oktober 2023.