Almanna- og Bústaðamálaráðið: Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, hevur tilnevnt tveir nýggir limir í stýrið fyri Húsalánsgrunnin, vanliga nevnt Bústaðir.

Nýggju limirnir eru Bogi Jacobsen og Gestur Hovgaard, sum tóku við 1. mai 2026.

Umframt teir báðar sita Ingibjørg Berg, Rakul í Gerðinum og Maud Hilduberg í stýrinum.

Tilnevningin av stýrislimum fer fram annað hvørt ár, soleiðis at ávikavist tríggir og tveir stýrislimir verða tilnevndir aðru hvørja ferð.

Stýrið hevur skipað seg við Ingibjørg Berg sum forkvinnu.             

- Bústaðaravbjóðingin er stór, og hetta er eitt øki, sum samgongan fer at raðfesta høgt komandi árini. Ein liður í loysnini er leikluturin hjá Bústøðum, og eg síggi fram til eitt gott og virkið samstarv við nýggja stýrið komandi árini, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.

Landsstýriskvinnan ynskir nýggja stýrinum blíðan byr í arbeiðinum og takkar fráfarandi stýrislimunum, Teiti Samuelsen, sum hevur verið formaður, og Petur Even Djurhuus, fyri teirra íkast og arbeiðssemi seinastu árini.

Onnur tíðindi

Bústaðir styrkja fíggjarliga grundarlagið og gera klárt til nýggjar 
verkætlanir 


Ársroknskapurin fyri 2025 vísir munandi framgongd: Ársúrslitið eftir skatt gjørdist 5,5 mió. kr. (0,4 mió. kr. í 2024), og grunnurin stendur nú ster...

Les meira

Felagshølið á Óðinshædd

Leigarar hjá Bústøðum fáa nú møguleikan at leiga sær eitt felagshølið.

Sí myndir av hølinum niðanfyri og nærri kunning um hølið her

...

Les meira

Bústaðir eru ikki á Vangnum í løtuni

Í løtuni ber tað ikki til at rita inná Vangan fyri at síggja sína støðu á bíðilistanum. Inntil hesin møguleikin verður aftur, møguligur. Kunnu umsøkjarar seta seg í samband við Bústaðir, og síðan fáa eina leinkju sendandi har tit hava somu møgulei...

Les meira