Aftaná, at tú hevur fingið ein bústað
 

Hvussu leingi kann eg búgva í íbúðini?

Einki tíðarásett mark er fyri longd av leigutíðarskeiði. Sum útgangsstøði kann sigast, at tú kanst leiga íbúðina, so leingi tú hevur tørv á henni, og annars heldur allar galdandi reglur og ásetingar fyri leigumálið.
 

Kann eg flyta í aðra íbúð, um eg vil tað?

Tá tú býrt í eini íbúð hjá Bústøðum, kanst tú skriva teg á innanhýsis bíðilista. Hetta merkir, at tú fært framíhjárætt til aðrar íbúðir hjá Bústøðum, um tú vilt flyta í eitt nú eina størri íbúð ella eina íbúð aðrastaðni í landinum.
 

Havi eg skyldu at halda økið rundanum?

Sum leigari í bústaðafelagnum hevur tú bert ábyrgd av vanligum viðlíkahaldi í tíni egnu íbúð. Alt annað størri viðlíkahald so sum umvælingar og viðlíkahald av felagsøkjum taka húsavørðir hjá bústaðafelagnum sær av. Tó kunnu íbúgvarnir í einum ávísum býlingi velja at skipa seg soleiðis, at felagsøkini verða hildin av leigararunum. Bústaðir vilja fegin stuðla slíkum átøkum, ið menna eina felags ábyrgdarkenslu fyri býlingunum.
 

Verða felags reglur og viðtøkur fyri býlingarnar?

Ja, vit hava húsreglur fyri allar býlingar. Les meir her
 

Kann eg hava húsdjór?

Summastaðni verður loyvt at hava húsdjór og aðrastaðni ikki. Djór í búri ella akvarium eru ikki at rokna sum húsdjór, so hesi eru loyvd í øllum íbúðunum. Førarahundar eru altíð loyvdir. 
 

Hvussu skal eg gera, um eg vil siga leiguíbúðina frá mær aftur?

Tú skalt skrivliga boða okkum frá, og uppsagnarfreistin er inniverandi mánaði + ein mánaði. Tú fært síðani eina skrivliga váttan um uppsøgnina.