Óðinshædd II, 2. og 3. byggistig - Tórshavn
Á Óðinshædd í Tórshavn – millum Stoffalág og bygningin, har grannskoðanarvirkið Januar heldur til – er Bústaðir farið í holt við at byggja íalt 69 íbúðir og eitt felagshús. Fyrsta byggistig, sum fevnir um tær fyrstu 10 íbúðirnar, sum eru nærmast Stoffalág, blivu tiknar í nýtslu í 2020.
Annað byggistig við 20 íbúðum bleiv tikið í nýtslu í 2022. Talan er um randarhús í tveimum hæddum. Í hvørjari hædd eru seks íbúðir, ið hvør er umleið 85 m2 brutto, og fýra íbúðir á umleið 42 m2 brutto.
Í triðja byggistigi eru eisini 20 íbúðir, men har tað í hvørjari hædd eru átta íbúðir á umleið 85 m2 og tvær íbúðir á umleið 42 m2. Í hesum byggistigi eru 10 av teim størru íbúðunum tiknar í brúk í 2023 (Óðinshædd 81-97B), meðan tær seinastu 10 verða tiknar í brúk í 2024.
Tær størru íbúðirnar eru innrættaðar við duri, køki/stovu, grovkøki, baðirúmi og tveimum sovikømrum. Í hvørjum av 2. og 3. byggistigi eru tvær av størru íbúðunum í niðaru hæddini gjørdar, so at tær eru egnaðar til rørslutarnað at búgva í. Tær smærru íbúðirnar eru innrættaðar við duri, køki/stovu, baðirúmi og einum sovikamari. Íbúðirnar í ovaru hæddini hava eisini ovasta loft.
Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu ella trappupall. Tvey felags garðøkir eru gjørd, har gott útsýni er yvir Nólsoyarfjørð. Goymslurúm kunnu takast í brúk í 2023. Felagshøli verður bygt í sambandi við fjórða byggistig, sum væntandi verður liðugt í 2024.
Íbúðirnar eru í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi og við góðum parkeringsviðurskiftum. Tað er ikki langt í skúla og barnagarð. Stutt er til handils og til bussamband.