FRAMSÝNING Í ÖSTRÖM

Dagfest 16-04-2013  

Í vikuskiftinum skipaðu Bústaðir fyri framsýning í fabrikkini hjá Østrøm. Hetta var í samband við, at vit herfyri skrivaðu út opna hugskotskapping saman við Arkitektafelag Føroya, og fekk almenningurin í vikuskiftinum møguleika at síggja øll tey 19 innkomnu uppskotini.

Áhugin fyri hesi kapping hevur verið stórur millum fólk, og hetta sást eisini aftur í, hvussu væl framsýningin hevur verið vitjað. Til virðislønarhandanina fríggjadagin vóru eini 300 fólk møtt, og yvir vikuskiftið hava millum 1000 og 1500 fólk vitjað framsýningina, og hetta fegnast vit um. Uppgávan var at tekna ein vælfungerandi og framtíðarvendan býarpart Oman Mattalág í Havn. Ítøkiliga skuldu luttakararnir tekna eitt felagshús, 3-5 ymisk íbúðasnið og eitt rekreativt øki. Íbúðirnar skuldu vera fjølbroyttar og hóskandi til ymiskar samfelagsbólkar, t.e. gomul, fólk við serligum tørvi, stakar uppihaldarar, ung pør við ella uttan børn, støk og lesandi. Eisini var ein treyt at partar av byggjarínum skuldu byggjast til ein prís, ið ger tað møguligt at leiga íbúðirnar út fyri 5.500 kr um mánaðin, íroknað hita.

Dómsnevndin avgjørdi at lata eina 1. virðisløn, onga 2. virðisløn, men í staðin tvær 3. virðislønir fyri bestu uppskotini til høvuðsætlan. Tað vóru MAP arkitektar, ið vunnu høvuðsvirðislønina á kr. 100.000 fyri bestu høvuðsætlanina. Sum grundgeving fyri heiðrinum segði dómsnevndin, at staðsetingin av felagshúsinum mitt á økinum knýtir íbúðaeindirnar saman, og gevur eisini grannaognunum møguleika fyri at nýta felagshúsið. Somuleiðis er parkeringsplássið inn frá Mattalágsvegnum væl staðsett, og lættir um hjá gestum, ið koma uttanífrá til tiltøk í felagshúsinum. Somuleiðis eru allar inngongdirnar út frá felags túnum, og skapar hetta aktivitet á økinum.

Tað verða ikki MAP arkitektar, ið koma at tekna bygningarnar, ið skulu standa á økinum. Tað er Ragnar Zachariassen, ið eigur vinnandi uppskotið til felagshús, og Ósbjørn Jacobsen, ið átti besta íbúðasnið, og hesi verða bygd á økið. Harumframt hesar virðislønir, hevði dómsnevndin gjørt av at innkeypa 6 uppskot.

 

1. virðisløn kr. 100.000 fyri uppskot til høvuðsætlan:

MAP arkitektar

 

3. virðisløn:

Robert Thomassen og Bjartur Lamhauge

 

3. virðisløn:

Arkitektar 99 & LOFTI arkitektar

 

Virðisløn kr. 50.000 fyri uppskot til felagshús:

Ragnar Zachariassen

 

Virðisløn kr. 50.000 fyri uppskot til íbúðaøki og íbúðasnið:

Ósbjørn Jacobsen

 

Innkeyp fyri uppskot til íbúðasnið og/ella íbúðasnið:

Sp/f SNA

Arkitektar 99 & LOFTI arkitektar

Ósbjørn Jacobsen MAP arkitektar

Sp/f FUGLARK Josef Gaardlykke

 

Í dómsnevndini sótu:

Bogi Jacobsen, formaður, verkfrøðingur, Bústaðir

Mikael H. Viderø, arkitektur, Landsverk

Ulrik Dybro, arkitektur, Arkitema

Jóan Perur Hentze, trivnaðarstjóri, Tórshavnar Kommuna

Súsanna Nordendal, fulltrúi, Almannamálaráðið

Tórálvur Weihe, skrivari, arkitektur

 

 
 

 

viðkomandi

  • Nýtt stýri á Bústøðum June 29, 22

    Tann 24. juni 2022 valdi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit...

  • Stór og nýskapandi verkætlan á Óðinshædd í Tórshavn June 10, 22

    Stóra byggiverkætlanin á Óðinshædd er nú komin nøkur týðandi stig...

  • Norðhús og Seve byggja fimm íbúðir í Sandavági fyri Bústaðir March 24, 22

    Bústaðir hava gjørt arbeiðstakarasáttmála við Seve og Norðhús um...

  • MT Højgaard fer at byggja 22 leiguíbúðir fyri Bústaðir á Heimasta Horni í Tórshavn February 11, 22

    Bústaðir og MT Højgaard Føroyar hava herfyri undirskrivað...

  • Landsstýrismaðurin vitjar Bústaðir January 14, 22

    Nýggi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, vitjaði...

  • Lutaíbúðafelagið Á Kneysum stovnað July 01, 21

    Fyri tveimum árum síðani fór Bústaðir undir byggiverkætlanina Á...

  • Jákup Ólavsson útbúgvin húsavørður June 04, 21

    Jákup Ólavsson úr Havn, sum síðani 2018 hevur verið í læru hjá...

  • Fimm nýggjar leiguíbúðir í Sørvági April 06, 21

    Sp/f Westtech hevur fyri Bústaðir bygt fimm íbúðir Undir Bólheyggi...

  • Liðugt at byggja 10 nýggjar leiguíbúðir á Toftum March 04, 21

    Skjótt fara leigarar at flyta inn í 10 nýggjar leiguíbúðir á...

  • Nakrir spurningar og svar um lutaíbúðir November 10, 20

    Her verður greitt frá nøkrum spurningum um lutaíbúðir.

    Sí...

< >