ÓÐINSHÆDD - SAMRØÐA VIÐ ARKITEKTIN

Dagfest 20-06-2014  

Tað er Palli Gregoriussen, sum er arkitektur fyri verkætlanini. Hann varð boðin at koma við uppskoti til Bústaðir um at gera íbúðir til fólk við vanligum inntøkum, har tey kundu trívast.
Eitt ávíst grundstykki var longu fingið til keyps frá Tórshavnar kommunu, og endaligi kostnaðurin á íbúðunum skuldi haldast so langt niðri sum gjørligt. - Tá eg tekni hús fyri fólk, geri eg nógv burturúr at fáa innlit í teirra tankar og ynski, tí tað eru tey, sum skulu búgva í húsunum alt lívið, so tað riggar ikki bara at koma við tí, sum eg haldi vera best. Ofta er tað gott, um tey sjálv koma við einum uppskoti, sum vit so arbeiða saman um.

Tá hetta fyrireikingararbeiði er gjørt, er tað nokk so lætt og ein stuttleiki at tekna hús fyri fólk, fortelur Palli Gregoriussen. Í hesum føri bar ikki so væl til hjá Palla at leita sær til teirra, ið fáa eina íbúð á Óðinshædd sum karm um gerandisdagin, tí hesi verða funnin millum tey 1900 á limalistanum hjá Bústøðum, tá ið íbúðirnar standa lidnar. Royndi arkitekturin mátti tessvegna leita sær íblástur og loysnir aðrastaðni, og hann brúkti starvsfólkini á Bústøðum til ta neyðugu og gevandi samrøðuna. - Hesi fólk eru breitt samansett, og tey kunnu siga sína hugsan.
Seinni koma tey, sum skulu byggja, inn í arbeiðið við teirra vitan. Kynstrið er at fáa byggingina niður á ein brúkiligan prís, so fólk við vanligum inntøkum kunnu sita fyri hesum, sigur Palli.
 

Praktiskir tvørleikar 

Saman við Bústøðum hevur Palli brúkt rúma tíð at finna fram til hóskandi loysnina. Arbeiðið var ikki uttan høvuðbrýggj, millum annað tí at lendið, sum Bústaðir hava fingið til keyps frá kommununi, var illa hóskandi til endamálið. – Heyggjuta lendið hevur verið ein forðing fyri at lúka krøvini. Tað er ringt at byggja við skili á økið, sum er illa dánað, og tað hevur kostað eyka at gera tað byggibúgvið, fortelur Palli. 

– Og so er tað tann forbrenda parkeringin. Fólk skulu sleppa so nær til dyrnar sum gjørligt, og tá vísa aðrir trupulleikar seg kanska, sigur Palli, sum tó kann vissa um, at tað eisini verður pláss til bilarnar við íbúðirnar á Óðinshædd, og at krøvini til parkeringspláss eru lokin. 

Fólk við rørslutarni, ung pør, stórar familjur, lesandi, eldri fólk. Viftan av møguligum íbúgvum er breið, fjølbroytt og samansett. Møguligi íbúgvaskarin setur høg krøv til, at íbúðirnar verða fleksibult innrættaðar, tí tær skulu kunna hýsa fólki, ið hava sera ymiskan tørv og krøv, tá ið hugsað verður um tað góða og hóskandi heimið. 

Eisini hevur Palli gjørt nógv burturúr at innrætta íbúðirnar, so at pláss varð fyri teimum funktiónum, sum hoyra til í einum heimi. Úrslitið er sjey íbúðarbygningar, sum standa í ein tríkant. Hvør bygningur rúmar antin fýra ella tveimum íbúðum. Íbúðirnar eru partvís í einari hædd, og nakrar eru tvíhæddaðar við rúmi til børn í niðaru hæddini og til foreldur í erva við yvirhædd, sum er opin upp undir tróðrið. Sundurbýtið ger tað liviligari í heiminum; børnini kunnu ganga út og inn uttan at órógva foreldrini, sum eisini kunnu vera fyri seg sjálv. 

– Tað er viktugt at tráa eftir at fáa frið í húsinum, tá tú arbeiðir við at tekna hús. Børnini skulu vera fyri seg, og tey vaksnu fyri seg, og so møtast tey, har køksparturin er, greiðir Palli frá. 

Íbúðirnar, sum eru gjørdar í nøkrum útgávum, kunnu innrættast á ymiskan hátt og kunnu eisini býtast upp í smærri íbúðir til lesandi. Tær kunnu lagast til og í grundini verða bygdar allastaðni í Føroyum, so byggingin hóskar væl til endamálið hjá Bústøðum, metir Palli Gregoriussen. 

 

Virðiligan bústað fyri rímiligan kostnað 

Trongdin til rúmd og ynskið um at fáa føtur undir egið borð hava gjøgnum tíðirnar sett dám á føroyska bústaðabygging; hvør skuldi hava sítt hús, og táið hvør skal hava grundøki á 500 til 600 fermetur í part, er neyðugt at spjaða byggingina út á stór øki. Hetta fer við nógvum lendi, og er ein dýrur máti at byggja. Tey stóru grundstykkini við einum sethúsum seta heldur ikki sama dám á búsetingina, sum býlingarnir gjørdu fyrr í tíðini. 

Palla dámar væl ætlanina hjá Bústøðum at byggja bústaðir til fólk við vanligum inntøkum, so at tey kunnu trívast í teirra egna heimi. Higartil hevur tað verið verri at fíggja húsabygging her sum aðrastaðni. 

– Gamla fíggingarmynstrið til sethús, har peningarstovnarnir høvdu fyrsta veðrætt, avmarkaði óivað virksemið. Húsalánsgrunnurin gav ískoytislán og setti sostatt ikki dagsskránna. Nú skulu Bústaðir veita hóskandi íbúðir til leigu til vanlig fólk, so tey kunnu rinda rímiliga leigu og fáa virðiligan bústað, hugleiðir Palli. 
 

Gomlu føroysku býlingarnir 

– Teir gomlu dugdu væl at fáa eina heild burtur úr húsabygging. Og dugir tú at lesa burtur úr gamla byggiháttinum, kanst tú koma fram til aðrar byggihættir, sum hóska væl til okkara land, sigur Palli. 

Fyrr búðu fólk yvirhøvur í býlingum. Tey bygdu tætt og skapaðu ótilvitað ein býling, sum beinanvegin fekk eitt umhvørvi, har fólk kendu seg heima. Umhvørvið kom av sær sjálvum, og býlingarnir vóru sjálvgrónir. Tætta byggingin var lættari at hita upp, og har kundu okkara forfedrar krupa í lívd teir myrku og harðligu vetrarnar. 

– Fert tú 100 ár aftur í tíðina, eru nógv dømi um samanbygd hús. Teir gjørdu tað, sum var neyðugt; skaptu rúm og skot við útiumhvørvi og hugna við túnum og skotum, har íbúgvarnir kundu samlast uttan at fara ov langt burturfrá, hugleiðir Palli um byggisnildirnar hjá forfedrunum. 

 

Virðing fyri umhvørvinum

Tá tú skalt byggja í einum lendi sum okkara, mást tú virða tær avbjóðingarnar, sum liggja í tí. Landslagið er nakið, og veðurlagið er krevjandi, so veðrið skal virðast. Og byggingin skal lagast til landslagið, sum leggur upp til flata bygging, ið verður toygd út í mun til fjøllini heldur enn til at byggja høgt. Men so kanst tú koma í rasshaft av óslætta lendinum. 

Nógv dømi eru um eldri bygging, har húsini eru lagað til landslagið. Tríggjar til fýra lonir eru samanbygdar sum ein heild, og tær standa javnfjarar við jarðarmunin. 

– Eg havi altíð fingið íblástur av at hyggja at gomlum húsum. Og um byggingin lýkur tey neyðugu krøvini við gamlari bygging sum fyrimynd, so fært tú góð hús burturúr. Bæði bústaðir og stovnar, sigur Palli. 

 

Trýst her fyri meiri kunning um verkætlanina 

 

 

viðkomandi

  • Bústaðir - Húsalánsgrunnurin hækka rentuna February 14, 23

    Evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin hava seinasta hálva árið...

  • Bústaðir hava bygt fimm íbúðir í Sandavági February 14, 23

    Fimm íbúðir, sum Bústaðir hava bygt á Steigarbrekku í Sandavági,...

  • Bústaðir keypt gomlu kommunuskrivstovuna í Fuglafirði til íbúðir December 22, 22

    Bústaðir og Fuglafjarðar kommuna hava 15. desember 2022 gjørt...

  • Fyrstu íbúðirnar hjá Bústøðum á Blómubrekku í Tórshavn October 05, 22

    Nú eru fyrstu íbúðirnar í stóru byggiverkætlanini á Blómubrekku/...

  • Nýtt stýri á Bústøðum June 29, 22

    Tann 24. juni 2022 valdi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit...

  • Stór og nýskapandi verkætlan á Óðinshædd í Tórshavn June 10, 22

    Stóra byggiverkætlanin á Óðinshædd er nú komin nøkur týðandi stig...

  • Norðhús og Seve byggja fimm íbúðir í Sandavági fyri Bústaðir March 24, 22

    Bústaðir hava gjørt arbeiðstakarasáttmála við Seve og Norðhús um...

  • MT Højgaard fer at byggja 22 leiguíbúðir fyri Bústaðir á Heimasta Horni í Tórshavn February 11, 22

    Bústaðir og MT Højgaard Føroyar hava herfyri undirskrivað...

  • Landsstýrismaðurin vitjar Bústaðir January 14, 22

    Nýggi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, vitjaði...

  • Lutaíbúðafelagið Á Kneysum stovnað July 01, 21

    Fyri tveimum árum síðani fór Bústaðir undir byggiverkætlanina Á...

< >