Hent at vita

Orsøkin til, at vit hava valt at hava ein bíðilista fyri alt landið, er, at hesin hátturin at skipa bíðilistan uppá gevur ein fleksibilitet, sum fleiri bíðilistar ikki geva.

Siga vit t.d. at ein av okkara limum bert hevur søkt um bústað í Vágunum, men seinni ynskir at flyta til Eysturoynna, so kann viðkomandi leggja Eysturoy aftur at sínum ynskjum, uttan at skula aftast á bíðilistan fyri Eysturoynna. Tað sama ger seg galdandi, um viðkomandi má flyta vegna arbeiði, skúla ella sjúku.

Nei, tað kanst tú ikki. Títt nummar á bíðilistanum er persónligt, og tú kanst undir ongum umstøðum býta um nummar við onkran annan.

Um ein persónur, sum stendur á bíðilistanum doyr, kann hjúnafelagin ella tann, sum persónurin livur saman við í parlagi, søkja um at yvirtaka bíðilistanummarið.

Ert tú hvílandi, fært tú ikki tilboð um bústað. Tað er snilt at skriva seg upp sum hvílandi, um tú ikki hevur tørv á einum leigubústaði fyribils, men ynskir at hava møguleikan at fáa ein bústað seinni.

Sum hvílandi flytur tú upp eftir bíðilistanum, so hvørt fólk framman fyri teg taka av tilboðum um bústaðir og tí fara av bíðilistanum. 

Tú kanst altíð gerast søkjandi við at boða okkum frá hesum umvegis teldupost bustadir@bustadir.fo ella umvegis Vangan.

Nei, tað kanst tú ikki, tí tú hevur bústaðarskyldu á adressuni.

Undantakið kann vera, um tú í eina tíð hevur búð í eini íbúð hjá okkum og mást flyta, t.d. orsakað av sjúku ella í lestrarørindum. So kanst tú søkja um at sleppa at framleiga íbúðina. Verður umsóknin játtað, kanst tú framleiga í upp til tvey ár. Set teg í samband við okkum um hetta, um tú hevur ivamál. 

Ja, tað letur seg gera um viðkomandi rindar leigu til tíðina og annars heldur húsreglurnar.

Persónar, ið eru í útbúgving ella í læru, kunnu søkja um at koma á bíðilistan til lestrarbústað. Vit hava lestrarbústaðir á trimum støðum í Havn:

- Á Finsen eru 35 lestraríbúðir, ið eru ætlaðar fólkum, ið eru í útbúgving ella í læru, og sum eru fylt 20 ár.

- Á Næmingaheiminum undir Fjalli og á Studentaskúlaheiminum í Berjabrekku hava vit lestrarkømur, sum fyrst og fremst eru ætlaði ungum fólki, ið taka miðnámsútbúgving. Sum meginregla skal leigari ikki vera fyltur 30 ár, tá leigumálið byrjar. Kømrini hava egið WC/bað, men felags køk og uppihaldsstovu.

Sum meginregla ber at flyta inn í lestrarbústað í fyrsta lagi 3 mánaðir, áðrenn lestrar- ella lærutíðin byrjar.

Tú finnur nærri upplýsingar um lestrarbústaðirnar á heimasíðuni undir bústaðir/lestrarbústaðir.

Talið av fólki í einum bústaði má vera passandi til støddina á bústaðnum.

Ja, vit blanda okkum ikki uppí, hvørjum okkara leigarar búgva saman við. Barnið kemur tó at vera skrásett sum leigari og hefta løgfrøðiliga fyri leigumálinum. Flytur barnið út, so verður leigusáttmálin uppsagdur, uttan at foreldrini kunnu yvirtaka hann.

Leigukostnaðin finnur tú her á heimasíðuni undir leigubústaðir og síðan undir hvørjum býlingi. Legg til merkis, at leiguprísirnir fyri leigubústaðir eru uttan gjald fyri nýtslu, so sum el og hita. 

Leigan er ásett eftir kostnaðinum á íbúðini og øðrum viðurskiftum, sum kunnu vera ymisk frá býlingi til býling.

Leigarar, sum hava búð í minsta lagi í trý ár í ávísari íbúð, kunnu søkja Bústaðir um at sleppa at býta um íbúð við annan leigara hjá Bústøðum, sum eisini skal hava búð í minsta lagi í trý ár í ávísari íbúð. Mannagongdin og oyðiblað eru at finna á heimasíðuni undir Býta um íbúð.

Allir vanligir leigarar hjá Bústøðum, sum undirskriva leigusáttmála, skulu vera á bíðilistanum hjá Bústøðum. Ein, sum ikki er á bíðilistanum hjá Bústøðum, kann flyta inn í leiguíbúð, men kann ikki vera skrásettur sum leigari.

Í hvørjum einstøkum føri verður boðað frá, tá til ber at tekna seg til at keypa eina lutaíbúð í nýggjum lutaíbúðafelagi.

Vanligi bíðilistin, ið er til leigubústaðir, verður ikki nýttur til lutaíbúðir.

Aftaná at lutirnir til lutaíbúðir eru seldir fyrstu ferð, er tað luthavari ella lutaíbúðafelagið, ið kann leggja søluna til rættis sambært viðtøkunum hjá lutaíbúðafelagnum, sum luthavararnir samtykkja á aðalfundi.

Bústaðir er eitt nýtt bústaðafelag, sum kortini hevur eina langa søgu í føroyska samfelagnum. Húsalánsgrunnurin, sum varð stovnaður í 1964, skifti í 2012 navn til Bústaðir, eftir at Landstýrið frammanundan hevði broytt lógargrundarlagið undir grunninum, so farast kundi undir at byggja og reka leiguíbúðir kring alt landið.

Eitt bústaðafelag eigur og rekur leigubústaðir. At búgva til leigu í einum almennum bústaðafelag merkir, at tú býrt til leigu undir væl skipaðum viðurskiftum.

Bert uppskrivaði á bíðilista, sum hav rindað uppskrivingargjald og árligt umsitingargjald, kunnu fáa tillutað íbúð frá Bústøðum. Tillutanin gongur fyri seg eftir fastari mannagongd, ið er skipað við innanhýsis bíðilista, uttanhýsis bíðilista og serligum bíðilista, ið verður umsitin av avvarðandi almennum myngudleikum. Bústaðir tilskilar sær rætt til at víkja frá hesi mannagongd, tá serlig viðurskifti gera seg galdandi, t.d. í samband við tillutan av íbúðum serliga ætlaðar ungum, eldri, fólki við rørslutarni ella av øðrum orsøkum.

Persónur, sum hevur fingið tillutað íbúð frá Bústøðum, fer av øllum bíðilistum, uttan so at hann móti rindan av nýggjum uppskrivingargjaldi og árligum umsitingargjaldi, teknar seg á innanhýsis bíðilistan eftir ávístari freist.

Tú skalt útfylla uppskrivingarskjalið og gjalda 200 kr. Tú ert komin á bíðilistan, tá tú hevur móttikið eina kvittan á tín skrásetta teldupostbústað. Síðan skal eitt árligt umsitingargjald rindast á kr. 150. Tú kanst skriva teg á bíðilistan her.

Arbeitt verður við tveimum bíðilistum, einum uttanhýsis bíðilista og einum innanhýsis bíðilista. Persónar, sum frammanundan búgva hjá Bústøðum, kunnu koma á innanhýsis bíðilistan, meðan tey, sum koma uttanifrá, koma á uttanhýsis bíðilista. Sostatt hava tey, sum frammanundan búgva hjá Bústøðum, ein framíhjárætt at flyta í annan bústað hjá Bústøðum, eitt nú um viðkomandi ynskir eina størri íbúð, enn viðkomandi frammanundan býr í. Treytirnar fyri framíhjárættinum eru, at viðkomandi skal hava búð í íbúðini í ávíst tíðarskeið. Tíðarskeiðið er ásett at vera í minsta lagi í tvey ár, og at alt húskið flytur, soleiðis at verandi íbúð verður tøk. Í fyrsta umfari koma øll, sum skriva seg á bíðilistan hjá Bústøðum, á uttanhýsis bíðilistan. Summir serligir bíðilistar verða eisini, eitt nú til lestraríbúðir og íbúðir til fólk við serligum tørvi.

Ja. Bústaðir eru eitt nýtt felag við nýggjum virksemi og yvirtaka sostatt ikki møguligan eldri bíðilista frá tí farna Húsalánsgrunninum, kommunum ella øðrum stovnum. Øll, sum eru áhugað at koma á bíðilista til eina íbúð frá Bústøðum, mugu melda seg sum lim í nýggja bústaðafelagnum.

Um tað bert ræður um at fáa eitt stað at búgva skjótast gjørligt, skalt tú skriva teg upp til fleiri bústaðir – eisini teir, ið tú ikki hevði raðfest frammarliga. Tú kanst, tá tú hevur tikið av tilboð um ein bústað, síðani skriva teg upp til annan bústað, tí eftir tvey ár í verandi íbúð, hevur tú framíhjárætt til ein annan bústað hjá Bústøðum.

Tú skalt vera fylt/-ur 15 ár fyri at skriva teg á bíðilistan hjá Bústøðum.

Øll, ið ynskja at koma á uttanhýsis bíðilistan, skulu rinda eitt uppskrivingargjald á 200 krónur. Hareftir skal tú einaferð um árið gjalda eitt árligt umsitingargjald á 150 krónur fyri at halda títt pláss á bíðilistanum, óansæð um tú ynskir ein bústað nú ella seinni. Ein leigari, sum ynskir at flyta í ein annan bústað hjá Bústøðum, skal eisini gjalda 200 krónur fyri at verða skrivaður á innanhýsis bíðilistan og hareftir gjalda eitt árligt umsitingargjald á 150 krónur fyri at standa á hesum bíðilistanum. Eina ferð um árið senda vit inngjaldskort út við eini tíðarfreist at gjalda umsitingargjaldið. Tað er ábyrgdin hjá hvørjum einstaka á bíðilistunum at gjalda umsitingargjaldið. Avleiðingin av ikki at gjalda umsitingargjaldið áðrenn tíðarfrestin er farin kann vera, at tú verður tikin av listanum. Tí er tað sera umráðandi, at tú boðar okkum frá, um tú skiftir teldupostbústað, so at vit kunnu senda inngjaldskortið á rætta stað.

Tá tú ert uppskrivaður á bíðilistan hjá Bústøðum, fær tú eina ferð um árið sendandi uppkrav fyri árliga umsitingargjaldið á kr. 150,- við girokorti á tann teldupostbústað, sum tú hevur upplýst Bústøðum.

Hetta gjaldið kanst tú eisini velja at avgreiða við sjálvvirkandi gjaldsskipan, sí upplýsingar á uppkravinum. 

Leigukostnaðurin verður ásettur í mun til stødd á íbúðini, umframt út frá øðrum viðurskiftum, sum kunnu vera ymisk frá býlingi til býling. Sí yvirlitið yvir okkara leigubústaðir her.

Bústaðir hava leigubústaðir kring allar Føroyar.

Tað er einki tíðarmark á, hvussu leingi tú kanst vera á bíðilistanum til ein bústað, so leingi tú rindar kostnaðin fyri at vera á bíðilistanum.

Ja, tú kanst velja at standa óvirkin á bíðilistanum. Hetta kalla vit at vera hvílandi. Hetta er ein góður møguleiki, um tú ikki hevur tørv á einum leigubústaði her og nú, men ynskir at hava møguleikan seinni, uttan at noyðast at siga nei til fleiri bústaðatilboð. Sum hvílandi, skalt tú framhaldandi gjalda kostnaðin fyri at vera á bíðilistanum. Tú kanst altíð boða frá, at tú vilt gerast søkjandi aftur.

Títt pláss á bíðilistanum er persónligt og kann ikki yvirtakast av øðrum. Ynskir tín hjúnarfelagi ella sambúgvi eisini standa á bíðilistanum, skal viðkomandi skriva seg á bíðilistan.

Um ein persónur, sum stendur á bíðilistanum doyr, kann hjúnafelagin ella tann, sum persónurin livur saman við í parlagi, søkja um at yvirtaka bíðilistanummarið.

Nei, tað nýtist tú ikki. Men um tú ikki letur við teg koma tríggjar ferðir á rað, tá tú fær tilboð um íbúð, so verður tú settur sum hvílandi. Tú kanst altíð biðja um at broyta støðu til aftur at vera skrásettur sum søkjandi. Hetta kann eisini gerast umvegis Vangan.

Tað er gott at tú gert tær greitt frá byrjan av, hvar tú vil búgva, og hvat hóskar best til tín bústaðatørv. Á tann hátt kanst tú tryggja tær, at tú fært bjóðað eina íbúð, sum lýkur tíni krøv.

Íbúðastødd og snið eru ymisk frá býlingi til býling, men miðað verður ímóti at hava eitt breitt úrval av stødd og snið, sum eisini endurspeglar tørvin í samfelagnum. Tú kanst søkja um so stóran bústað, ið tú ynskir. Hetta merkir eisini, at støk kunnu søkja um íbúðir við bæði 3 og 4 rúmum.

Íbúðirnar eru í høvuðsheitum ætlaðar øllum, men serligar íbúðir eitt nú til lesandi og fólk við serligum tørvi verða eisini bygdar.

Tey, sum hava samleikan, kunnu rita seg inn í skipanina beinleiðis frá Vanganum gjøgnum Bústaðir heimasíðuna. Tá tú ert inni á Vanganum, velur tú "tænastuveitarar" og síðan búmerkið hjá Bústøðum. So ert tú inni í skipanini, og kann síggja og broyta tær skrásetingar, sum tú hevur gjørt.

Talan er um hesar skrásetingar:

  • Tú kanst velja, at vera søkjandi ella hvílandi.
  • Tú kanst velja, í hvørjum býlingi, tú ynskir bústað, og hvørja stødd av bústaði, ið tú hevur áhuga í.
  • Tú kanst velja, um tú søkir eftir lestrarbústaði.

 

Einki tíðarásett mark er fyri longd av leigutíðarskeiði. Sum útgangsstøði kann sigast, at tú kanst leiga íbúðina, so leingi tú hevur tørv á henni, og annars heldur allar galdandi reglur og ásetingar fyri leigumálið.

Tá tú býrt í eini íbúð hjá Bústøðum og hevur gjørt tað í ávíst tíðarskeið, kanst tú skriva teg á innanhýsis bíðilistan. Hetta merkir, at tú fært framíhjárætt til aðrar íbúðir hjá Bústøðum, um tú vilt flyta í eitt nú eina størri íbúð ella eina íbúð aðrastaðni í landinum.

Sum leigari hjá Bústøðum hevur tú ábyrgd av vanligum viðlíkahaldi í tíni egnu íbúð. Sum leigari tekur tú tær harumframt av urta- og blómugarði, terrassuskermum, hegni, parkerings- og gonguøkjum og tílíkum, ið hoyrir til íbúðina. Garðurin skal vera væl viðlíkahildin. Um útleigarin má gera viðlíkahaldsarbeiði í garðinum o.tíl., ið hoyrir til íbúðina, verður tað gjørt fyri leigarans rokning. Í íbúðum, sum hava altan ella terrassu, skal leigarin javnan gera reint og reinsa møgulig frárensl frá altanini og terrassuni. Annað størri viðlíkahald, so sum umvælingar og viðlíkahald av felagsøkjum, taka húsavørðir hjá Bústøðum sær av. Tó kunnu íbúgvarnir í einum ávísum býlingi velja at skipa seg soleiðis, at felagsøkini verða hildin av leigararunum. Bústaðir vilja fegin stuðla slíkum átøkum, ið menna eina felags ábyrgdarkenslu fyri býlingunum.

Ja, vit hava felags húsreglur fyri allar býlingar. Les meir undir "Rættindi og skyldur". Tað eru serligar húsreglur fyri nakrar av býlingunum.

Summastaðni verður loyvt at hava húsdjór og aðrastaðni ikki. Djór í búri ella akvarium eru ikki at rokna sum húsdjór, so hesi eru loyvd í øllum íbúðunum. Førarahundar eru altíð loyvdir. 

Tú skalt skrivliga boða okkum frá, og uppsagnarfreistin er inniverandi mánaði + ein mánaði. Tú fært síðani eina skrivliga váttan um uppsøgnina.

Skjøl tá tú leigar frá Bústøðum.

Vælkomin

Serstakt vælkomuskriv:

Húsreglur

Serstakar húsreglur:

Viðlíkahald

Annað

 

Leigari hevur skyldu at rinda gjøld í samband við leigumálið, so sum uppskrivngargjald, árligt umsitingargjald, depositum, húsaleigu, gjøld fyri hita og el við meira.

Tá leigumál byrja, skal leigarin undirskriva leigusáttmála, sýn verður framt, og innflytingarfrágreiðing verður gjørd. Leigarin fær samstundis sendandi húsreglugerð fyri býlingin, har leigumálið er, umframt onnur viðkomandi skjøl. Tann lógarkravdi leigusáttmálin verður nýttur, og skulu møguligar serligar treytir skrivast í leigusáttmálan.

Allar skyldur og rættindini hjá pørtunum hvør móti øðrum eru lýstar í hesum leigusáttmálanum við tilhoyrandi skjølum.

Leigari kann uppsiga leigumálið við freist nevnd í leigusáttmálanum.

Tá leigari heldur allar skyldir, kunnu Bústaðir undir vanligum umstøðum ikki siga leigumálið upp.

Bústaðir tilskilar sær tó rætt til skrivliga at siga leigumálið upp við uppsagnarfreist sambært lóg um útleigan av bústøðum, um leigari misheldur sínar skyldir, t.d. um húsreglur ikki verða hildnar, leigugjald og onnur viðkomandi gjøld ikki verða rindað, um leigari áhaldandi vísir vánaligan ella hóttandi atburð móti øðrum leigarum ella starvsfólkum hjá Bústøðum, ella um leigarin fer illa um ognir ella felagsøki hjá Bústøðum. Uppsøgnin skal innihalda grundgeving fyri, hví leigumálið verður uppsagt.

Áðrenn Bústaðir kunnu siga eitt leigumál upp vegna mishald leigarans, skal leigarin fyrst fáa eina ávaring við eini freist at rætta fyri seg.

Leigari hevur skyldu at endurgjalda Bústøðum tap, ið kemst av, at leigarin, húsfólk hansara ella gestir elva skaða á tað leigaða.

í samband við serliga grovt mishald av skyldum leigarans, tilskilar Bústaðir sær rætt til at ógilda leigumálið uttan freist.

Uppsøgn av leigumáli kann eisini koma fyri, um leigaða íbúðin skal rívast niður, um íbúðin skal umbyggjast/umvælast, og tískil ikki kann nýtast til bústað longur, ella Bústaðir av yvirskipaðum orsøkum selja íbúðina. Bústaðir hava í slíkum førum skyldu til so víttngjørligt at endurhýsa leigaran.

Leigarar hava rætt til at klaga til Bústaðir um atburðin hjá øðrum leigara í sama býlingi, um atburðurin hjá øðrum leigara er til mundandi ampa.

Ósemjur og trætur millum leigara og Bústaðir verða, um semja ikki fæst millum partarnar, lagdar fyri leigunevndina til støðutakan.

Leigarar, sum hava búð í minsta lagi í trý ár í ávísari íbúð, kunnu søkja Bústaðir um at sleppa at býta um íbúð við annan leigara hjá Bústøðum, sum eisini skal hava búð í minsta lagi í trý ár í ávísari íbúð.

Treytin er at báðir leigarar uppsiga síni leigumál, avgreiða øll viðurskifti við verandi leigumál, og síðani gera nýggjan leigusáttmála fyri nýggja leigumálið. Munurin á vanligari uppsøgn av íbúðini og at býta um íbúð er, at leigarin í hesum førinum sjálvur hevur funnið nýggjan leigara, og íbúðin tí ikki skal bjóðast til leigu eftir bíðilistanum.

Heinta mannagongd og oyðiblað her.