ÍBÚÐIRNAR Á SKANSANUM REISTAR

Dagfest 05-06-2015  

Í juni mánað í fjør varð skjøtul settur á byggiverkætlanina á Skansanum í Havn. Íbúðirnar hava Albert Isfeldt og Gudmund S. Hansen teknað við íblástri frá tjóðardýrgripinum, Skansanum, sum liggur beint hinumegin vegin.

Hóast arbeiðið hevur verið nakað darvað av ringa veðrinum í vetur, so vórðu íbúðahúsini reist í góðveðrinum mikudagin. Gongst sum ætlað, verða íbúðirnar lidnar fyrst í komandi ári.

Byggiverkætlanin á Skansanum fevnir um tvey íbúðahús við seks íbúðum í hvørjum. Íbúðirnar verða bygdar í ymiskum støddum, frá 57 til 107 fermetrar. Tær verða bygdar sambært nýggjastu orkukrøvunum, hava góð ljóð- og ljósviðurskifti, og inniluftin verður tryggjað við mekaniskari ventilatión. 
 

Trýst her fyri at síggja fleiri myndir

Trýst her fyri meiri kunning um verkætlanina

 

viðkomandi

  • Bústaðir - Húsalánsgrunnurin hækka rentuna February 14, 23

    Evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin hava seinasta hálva árið...

  • Bústaðir hava bygt fimm íbúðir í Sandavági February 14, 23

    Fimm íbúðir, sum Bústaðir hava bygt á Steigarbrekku í Sandavági,...

  • Bústaðir keypt gomlu kommunuskrivstovuna í Fuglafirði til íbúðir December 22, 22

    Bústaðir og Fuglafjarðar kommuna hava 15. desember 2022 gjørt...

  • Fyrstu íbúðirnar hjá Bústøðum á Blómubrekku í Tórshavn October 05, 22

    Nú eru fyrstu íbúðirnar í stóru byggiverkætlanini á Blómubrekku/...

  • Nýtt stýri á Bústøðum June 29, 22

    Tann 24. juni 2022 valdi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit...

  • Stór og nýskapandi verkætlan á Óðinshædd í Tórshavn June 10, 22

    Stóra byggiverkætlanin á Óðinshædd er nú komin nøkur týðandi stig...

  • Norðhús og Seve byggja fimm íbúðir í Sandavági fyri Bústaðir March 24, 22

    Bústaðir hava gjørt arbeiðstakarasáttmála við Seve og Norðhús um...

  • MT Højgaard fer at byggja 22 leiguíbúðir fyri Bústaðir á Heimasta Horni í Tórshavn February 11, 22

    Bústaðir og MT Højgaard Føroyar hava herfyri undirskrivað...

  • Landsstýrismaðurin vitjar Bústaðir January 14, 22

    Nýggi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, vitjaði...

  • Lutaíbúðafelagið Á Kneysum stovnað July 01, 21

    Fyri tveimum árum síðani fór Bústaðir undir byggiverkætlanina Á...

< >