SEKS NÝGGJAR LEIGUÍBÚÐIR Í VÁGI

Dagfest 22-01-2016  

Í gjár var móttøka í Vági í samband við at Bústaðir yvirtaka seks orkuvinarligar og nútímans leigubústaðir.

Tað er Suðursmíð saman við Vágs Timburhandi, ið hava staðið fyri byggjarínum. Talan er um tvey íbúðarhús við tilsaman seks íbúðum.

Fýra íbúðir eru góðar 80 fermetrar til støddar og hinar báðar eru góðar 130 fermetrar. Allar íbúðirnar hava terassu ella altan og egið úthús.

Hóast nakað av seinkingum hava verið vegna veður, hevur arbeiðið gingið væl og er væl úr hondum greitt.

Samlaði kostnaðurin fyri íbúðirnar er góðar sjey milliónir. Leiguprísurin fyri størru íbúðirnar verður uml. 6.500 kr um mánaðin og fyri minnu íbúðirnar uml. 4.500 kr.

Íbúðirnar verða í næstum leigaðar út eftir bíðilistanum hjá Bústøðum.

Sí annars meira um íbúðirnar her.

 

viðkomandi

  • Norðhús og Seve byggja fimm íbúðir í Sandavági fyri Bústaðir March 24, 22

    Bústaðir hava gjørt arbeiðstakarasáttmála við Seve og Norðhús um...

  • MT Højgaard fer at byggja 22 leiguíbúðir fyri Bústaðir á Heimasta Horni í Tórshavn February 11, 22

    Bústaðir og MT Højgaard Føroyar hava herfyri undirskrivað...

  • Landsstýrismaðurin vitjar Bústaðir January 14, 22

    Nýggi landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, vitjaði...

  • Lutaíbúðafelagið Á Kneysum stovnað July 01, 21

    Fyri tveimum árum síðani fór Bústaðir undir byggiverkætlanina Á...

  • Jákup Ólavsson útbúgvin húsavørður June 04, 21

    Jákup Ólavsson úr Havn, sum síðani 2018 hevur verið í læru hjá...

  • Fimm nýggjar leiguíbúðir í Sørvági April 06, 21

    Sp/f Westtech hevur fyri Bústaðir bygt fimm íbúðir Undir Bólheyggi...

  • Liðugt at byggja 10 nýggjar leiguíbúðir á Toftum March 04, 21

    Skjótt fara leigarar at flyta inn í 10 nýggjar leiguíbúðir á...

  • Nakrir spurningar og svar um lutaíbúðir November 10, 20

    Her verður greitt frá nøkrum spurningum um lutaíbúðir.

    Sí...

  • 10 nýggjar íbúðir á Óðinshædd í Tórshavn November 03, 20

    Nú er klárt at flyta inn í tær fyrstu 10 íbúðirnar á Óðinshædd ll...

  • Landsstýriskvinnan á vitjan October 02, 19

    Nýggja landstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis...

< >